mikudagur 16. august 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 155 - 16. august 2000
Nr. 155 - 16. august 2000
JAKUP MØRK
Í ár eru 25 ár liðin, síðani
Abraham Løkin av fyrstan
tíð trein inn á føroyska 1.
deildarpallin. Í sjálvum sær
er hetta kanska ikki so ó-
trúligt, men tað at maðurin
framvegis er at síggja í fyr-
stu deild má metast sum na-
kað heilt serligt, ið fáur, um
nakar, hevur gjørt honum
eftir.
Leiðin
Vit skulu aftur til 1976, fyri
at finna upprunan til fót-
bóltsleið hansara. Tá royndi
seg á fyrsta sinni á 1. deild
hjá barndómsfelagnum, ÍF,
og síðani hetta hevur hann
ferðast víða. Fyrsta tíðar-
skeiðið hjá ÍF var hann ann-
ars við til at vinna einasta
meistaraheitið felagsins.
Í 1981 varð hann biðin
um at koma til Svøríks at
spæla við Sleipner, sum helt
til í næstbestu svensku
deildini. Afturkomin í 1982
varð hann settur sum spæl-
andi venjari hjá NSÍ, har tað
eydnaðist honum at fáa liðið
upp aftur í bestu deildina.
Á sumri 1984 flutti hann
til Odense, har hann fyrst
leikti eitt skifti við Odense
KFUM, áðrenn hann í 1985
fór til OB at royna seg. Tað
eydnaðist honum eisini at
koma á besta liðið hjá OB,
har hann millum annað
slapp at royna seg móti nú-
verandi føroyska landsliðs-
venjaranum í einum dysti,
har føroyski miðvallarge-
neralurin
setti
danska
starvsfelaga sín so ruddiliga
upp á pláss.
Afturkomin til Føroya
gjørdist hann aftur venjari
hjá NSÍ, har tað eisini eyd-
naðist at vinna steypakapp-
ingina.
Árið eftir gekk leiðin so
til B36, har hann í 1987 var
við til at tryggja uppflytan í
bestu deildina, áðrenn hann
í 1988 var partur av liðnum,
sum mong væntaðu skuldi
gerast føroyameistari.
Í 1989, tá dótturin gjør-
dist álvarsliga sjúk, flutti
Abraham niður til Dan-
markar. Hann varð tá biðin
um at koma til Frem at ven-
ja, og hann var eisini um at
koma á besta lið teirra.
Í 1990 flutti hann heim
aftur til Føroya, har hann
aftur var at síggja á liðnum
hjá fuglfirðingum, har hann
nú var leikandi venjari..
Síðani gekk leiðin inn á
Toftir, har hann í 1992 var
við at tryggja higartil sein-
asta meistaraheitið hjá teim-
um, og eftir at hann í 1994
fekk boðið starv í Fraklandi,
gekk leiðin til Boulogne,
har hann royndi seg í fron-
sku 3. deildini.
Í 1995 gekk leiðin aftur
til Fuglafjarðar, áðrenn
hann í 1996 aftur fór inn á
Toftir í 1996. Hesu ferð varð
talan tó bert um eitt ár inni
á Toftum, áðrenn hann í
1997 fór aftur til NSÍ, har
hann hevur hildið til síðani.
Hevur altíð trivist væl
Sjálvur sigur Abraham, at
tað fyri summi kanska kann
tykjast eitt sindur ógvusligt,
at hav verið við somikið
nógvum feløgum, men hann
leggur dent á, at hann hevur
trivist sera væl, har hann
hevur verið, og at talan sum
so ongantíð hevur verið um
nakra ónøgd:
- Tá eg havi skift felag,
hevur tað altíð verið av onk-
rari ávísari orsøk. Eg havi
roynt meg sum venjara, og
skiftandi arbeiði hava eisini
viðført, at tað onkuntíð var
meira høgligt at skifta felag.
Tað hevur ongantíð verið
soleiðis, at eg eri rýmdur úr
einum felag, og tað haldi eg
eisini sæst aftur í, at eg í
fleiri umførum havi vitjað
aftur til somu feløg.
Kann ikki lata vera
25 ár á hægsta føroyska
støðið, er helst væl meira,
enn flestu leikarar eru førir
fyri, ella hava hug til. Okk-
um kunnugt er tað so eingin
leikari her á landi, sum
kemur á liðina av hesum,
so talan er allarhelst um
met.
Tá ein hevur hildið á so-
mikið leingi við fótbólti-
num, átti ein kanska at verið
mettur av sigrum og upp-
livingum, og Abraham á-
sannar eisini, at tað ikki er
hetta, sum rekur hann á
vøllin:
- Satt at siga, so er orsøkin
til at eg framvegis spæli á
fyrstu deild er tann, at hug-
urin ikki er til reka burtur.
Treytin fyri at sleppa við í
venjingum á høgum støði,
er so sjálvsagt tann, at tú
eisini ert tøkur til dyst.
Sjálvandi eri eg eisini bitin
av spælinum. Tað er ein gift,
sum eg havi fingið í kropp-
in, og sum ikki vil fara út.
Nú sigi eg við meg sjálvan
undan hvørjum dysti, at
hetta skal verða tann sein-
asti, men tá mánadagurin so
kemur, ja, so kann eg ikki
lata vera við at fara oman á
vøllin.
- Har umframt skal eisini
sigast, at eg havi eina sera
góða og tolna familju, sum
altíð hevur bakkað meg upp.
Nú havi eg runnið sum eitt
býtt eftir hasum bóltinum
øll hesi árini, og at konan
framvegis góðtekur hetta,
eri eg ómetaliga glaður um,
sigur veteranurin, sum er
giftur Káru.
Saman eiga tey trý børn:
14 ára gomlu Elin, 11 ára
gamla Boga og 9 ára gamla
Karl. Harumframt er fjórða
barnið væl ávegis, so talan
er so avgjørt eisini um eitt
lív uttan fyri fótbóltsvøllin.
Stuttligt í Odense
Bæði í felags- og landsliðs-
høpi hevur talan sjálvsagt
verið um hópin av uppliv-
ingum hjá Abraham. Spur-
dur um tað eru nakrar av
hesum, sum serliga hava
fest seg í minnið, svarar
hann, at tað eru tað sjálv-
andi:
- Eg haldi framvegis, at
meistaraheitið við ÍF í 1979
er tað, sum stendur fremst í
huganum, tá tosað verður
um minnir, men umframt
tað, eru tað sjálvandi eisini
fleiri aðrar upplivingar, sum
eg eri fegin um.
Tá eg fór til Svøríkis, var
hetta ein sera spennandi av-
bjóðing hjá mær, eins og tað
var tað, tá eg afturkomin til
NSÍ gjørdist venjari, og eis-
ini var við til at tryggja lið-
num uppflyting. Steypasig-
urin við NSÍ í 1986 var
eisini nakað heilt serligt.
Tíðin í B36 var eisini av-
bera góð, og er hetta eisini
nakað, sum eg við gleði
minnisst aftur á.
Somuleiðis er tað við
gleði, at eg minnist aftur á
tíðina inni á Toftum. Ikki
minst 1992, tá vit gjørdust
føroysmeistarar.
Við landsliðnum hevur
eisini verið talan um nógvar
upplivingar, og har er tað
sjálvandi dysturin móti
Eysturríki, sum stendur o-
vast, men eisini dysturin í
Ítróttaparkini móti dønum
var nakað heilt fyri seg.
Eftir at hava nevnt om-
anfyristandandi,
rennur
honum eisini til hug tíðar-
skeiðið í OB.
- Tað var eisini heilt ó-
trúligt. Undan mær var tað
bara ein føroyingur (Hend-
rik Thomsen), sum hevði
roynt seg í fremstu donsku
deildini, so tað var nakað
heilt fantastiskt hjá mær, tá
eg fyrstu ferð fekk dystar-
boð.
Tað stuttliga við tí var tað,
at á skúlanum, sum eg gekk
á, vóru sjálvandi hópin av
næmingum, sum høvdu
stóran fótbóltsáhuga.
Tosið um fótbólt gekk
heitt alla tíðina, men satt at
siga, so slapp eg ongantíð
upp í part í hesum. Allar
helst roknaðu tey ikki meg
fyri nakað sum helst, eg
kom jú úr einum evarska
lítlum samfelag, og eg legði
ongantíð í at siga teimum,
at eg var farin at venja við
besta liðnum hjá OB.
Tann mánadagin eftir fyr-
sta dystin hjá mær fyri fe-
lagið, var støðan knappliga
vend á høvdinum. Nú var
eg brádliga miðdepilin fyri
øllum prátinum, og fleiri
vóru eisini heldur foyðir, og
kendu tað helst soleðis, at
teir høvdu tosað uttan um
skeiva persónin.
Í so máta heldur Abra-
ham, at tað hjá sær var ein
fyrimunur, at hann ongantíð
legði so nógv í at boða frá,
hvussu gekst við fótbólts-
lívinum:
- Eg haldi at nógvir at
teimum leikarum, sum í dag
fara aðra staðni at royna seg,
melda ov kraftigt út. Hetta
er viðvirkandi til at leggja
eitt óneyðuga stórt trýst á
teir. Eitt rýst, sum teir satt
at siga sjáldan kunnu liva
upp til.
Um tíðina í OB kann ann-
ars leggjast afturat, at ven-
jarin á Fjóni tá æt Richard
Møller Nielsen. Seinni gjør-
dist hann danskur landsliðs-
venjari, og millum annað
hevði Abraham høvi at
heilsa upp á hann tær báðar
ferðirnar, tá Føroyar royndu
seg móti Danmark.
Føroyar í altjóða
fótbólti
Fyrstu árini, sum Føroyar
vóru á altjóða pallinum, var
Abraham millum sjálv-
skrivaðu prikkarnar í pusli-
spælinum hjá Páll Guð-
laugssyni. Og fram til hann
fyri aðru fer sleit hælsinuna,
taldist hann eisini millum
álitini hjá Allani Simosen.
Longu tá taldist hann eis-
ini millum veteranarnar á
liðnum, og hetta helt hann
eisini merktist, tá tosað varð
um landsliðið:
- Nógv fólk tosaðu um,
at landsliðið í stóran mun
bygdi á ov gamlar leikarar,
har fleiri vóru á veg niður
aftur av tindunum. Eg var
sjálvur um tey tríati, og tá
byrjaðu fólk longu at tosa
um, at eg var vorðin ov
gamal til hetta, heldur A-
braham.
Hvussu var og ikki, so
helt hann tó fram á lands-
liðnum nakað væl longur
enn til dystin móti Eystur-
ríki. Millum annað hevur
hann tvær ferðir hildið føð-
ingardag, sama dag sum
landsliðið hevur spælt, so
eisini í so máta man talan
her vera um eitt serligt fyri-
brigdi.
Um menningina á lands-
liðnum, síðani vit fyri tíggju
Á hægsta stigi í 25 ár
Tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at Abraham Løkin er nakað fyri seg. Umframt 25 ára royndir í
felagshøpi, hevur hann eisini drúgvar royndir á landsliðið okkara, har hann millum annað slapp at royna seg móti
Michael Laudrup
Millum varðrnar á
fótbóltsleið hansara
telist sjálvsat
meistaraheitið, sum
hann vann við B68 í
1992
Hugurin til fótbóltin
er ikki til at reka
burtur, sigur Abraham
um orsøkini til, at
hann framhaldandi
drívur á. Her sæst
hann í 5-2 sigrinum
hjá NSÍ á HB
árum síðani fóru upp í al-
tjóða fótbóltin, er Abraham
eitt sindur ivasamur:
- Tað er eitt sindur torført
at meta um, tá man hevur
spælt sjálvur. At spælið nú
er øðrvísi er einki at ivast í,
og hetta sæst kanska best,
um tú hyggur eftir video-
upptøkum av fyrstu lands-
dystunum. Føroyska liðið er
í dag nógv longur frammi á
vøllinum, og størsta orsøkin
til hetta er eftir mínum
tykki, at venjingarstøðan er
so nógv betri nú.
Í heimligu kappingini
verður lagt nógv meira fyri,
og vit hava eisini fleiri leik-
arar, sum dagliga spæla utt-
analands, har teir hvønn dag
venja á grasi. Alt hetta hevur
sjálvandi við sær, at leik-
ararnir eru nógv betri fyri
til altjóða uppgávurnar, og
tí betri eru førir fyri at renna
eftir mótstøðumonnunum
og sjálvandi eisini at halda
bóltinum, tá vit endiliga ha-
va fingið fatur á honum.
Hinvegin haldi eg ikki, at
talan í dag er um, at vit hava
so nógv betri fótbóltsleik-
arar, enn vit høvdu fyri
tíggju árum síðani.
Sjálvandi er ein fram-
gongd, men henda verður
ongantíð somikið stór, at vit
nakrantíð verða roknaðir
sum annað enn ein pinku-
tjóð í hesum høpi. Heims-
meistarar verða vit neyvan.
Laudrup var
fantastiskur
Flestum kunnugt skal A-
landslið okkara í kvøld
royna seg móti dønum.
Hóast hetta er fyrstu ferð,
at danir eru í Føroyum og
spæla, er hetta ikki fyrstu
ferð, at føroyska og danska
A-landsliðið skulu dystast.
Abraham var sjálvur við,
bæði í Ítróttaparkini og í
Landskrona, og vit spurdu
hann sjálvandi, hvat hann
serliga mintist úr hesum
dystum:
Dystin í Parkini minnist
eg serliga væl. Talan var jú
um nakað heilt serligt fyri
okkara viðkomandi, so í
sjálvum sær var hetta ein
risa uppliving.
Tað sum eg minnist best
um dystin, er at Michael
Laudrup var okkum ein
sonn marra. Undan dysti-
num høvdu vit avrátt, at vit
skuldu ikki mansverja hann,
men heldur skuldi nærmasti
maður taka hann, tá danir
fóru í álop.
Trupulleikin var bara
tann, at vit ongantíð fingu
fatur á honum. Eg kann
annars leggja afturat, at
Michael Laudrup altíð hev-
ur verið ein leikari, sum eg
havi sæð nógv upp til, og at
sleppa at spæla móti hon-
um, júst um hetta mundi var
heilt ótrúligt. Hann taldist
tá millum teir allarbestu
leikararnar í Europa, og tú
kanst eisini hyggja eftir,
hvussu nógv hann hevur
vunnið saman við størstu
feløgunum í heimspart-
inum. Hóast tapið, so haldi
eg so avgjørt, at vit fingu
eitt heiðurligt úrslit í tí
dystinum, og eisini hetta
haldi eg vera vert at
minnast.
Tá Føroyar á heimavøll-
inum í Landskrona skuldu
royna seg móti Danmark,
var eingin Laudrup á danska
liðnum. Eftir tapi fyri Ju-
goslavi á heimavølli boðaðu
báðir brøðurnir frá, at teir
ikki longur vóru til taks í so
máta. Tí varð talan eisini um
ein heilt øðrvísi dyst enn
tann í Parkini, og minnini
hjá Abraham um hendan
dystin eru heldur ikki tey
somu:
- Eg minnist tann dystin
av einari orsøk, og tað er
John Faxe Jensen. Hann
hevði tá yvirtikið miðvall-
arsessin hjá Michael Lau-
drup, men dygdirnar hjá
teimum vóru ymiskar. Tað,
sum eg minnist best um
dystin, er, at eg miðskeiðis
í seinna hálvleiki fekk ein
Ungur HB‘ari til Middlesbrough
EYÐUN KLAKSTEIN
16 ára gamli Rani Christ-
iansen úr HB er boðin til
Middlesbrough at royn-
darvenja.
Hetta skrivar almenna
internetsíðan hjá HB.
Í vikuni kom sendi en-
ska stórfelagið HB eitt te-
lefax, har teir bjóðaðu Ra-
na til Onglands at venja.
Rani var við á føroyska
U16 landsliðnum, sum
var vi í NM-kappingini í
Gundadali í næstseinastu
viku. Rani stóð seg avbera
væl í hesi kappingini, og
tað hevði eisini við sær,
at bretar fingu eyga á evn-
aríka spælaran.
Sambært HB-heimasíðu-
ni, hevur leiðslan í HB verið
í sambandi við Rana og for-
eldur hansara, og tað er líkt
til, at Rani fer at taka av
tilboðnum um royndarven-
jing í Middlesbrough.
Tað sum eg minnist
best um dystin, er at
Michael Laudrup var
okkum ein sonn
marra, sigur Abraham
millum annað um
dystin móti dønum í
Ítróttaparkini.
Á myndini hevur
eldri Laudrup beiggin
snýtt Torkil Nielsen og
Jan Dam
Rani Christiansen fer
ætlandi til
Micclesbrough at
royndarvenja í
næstum
frammaná.
Ikki tí. Okkara spæl var
kanska heldur ikki av tí
reinasta, tí vit offraðu okk-
um so sanniliga eisini, og
talan var í fleiri førum um
óreinar takklingar frá okk-
ara síðu. Í okkara føri var
tað tó meira av armóð, og
eg haldi ikki, at tað skuldi
verið neyðugt hjá einum lið-
i, sum var fleiri flokkar om-
anfyri okkum, at gera nýtslu
av sovorðnum snildum.
Góð minni
Um tíðarskeiðið á landslið-
num, og um fótbóltsleið sín-
a sum heild, heldur Abra-
ham, at talan allar mest hev-
ur verið um góð minni:
- Sjálvandi hevur talan
onkuntíð verið um skakandi
hendingar inni á vøllinum,
har onkur mótstøðumaður
er farin langt út um mark -
eins og eg sjálvur onkuntíð
havi gjørt tað.
Samanlagt hevur talan tó
nærum bert verið um góð
minni, og hetta sæst kanska
best aftur í tí, sum eg segði
í byrjanini av samrøðu okk-
ara. Eg klári slettis ikki at
lata vera við at spæla, mill-
um annað tí fótbólturin hev-
ur givið mær somikið nógv.
Dysturin í kvøld
Landsdystur er í kvøld, og
vit spurdu eisini at enda A-
braham, hvørjar vónir hann
hevði um dystin, og hvat
hann heldur skal til, um Før-
oyar skulu fáa eitt gott úrslit
í kvøld:
- Eg veit ikki akkurát,
hvørjar vónir ein kann hava
um sjálvt úrslitið. Eg vil
heldur venda tí soleiðis, at
um danir ikki vísa meira,
enn teir gjørdu undir EM,
samstundis sum okkara
menn spæla optimalt, so eru
fortreytirnar fyri einum
góðum úrslitið til staðar.
Størsti vandin er helst, at
talan hjá teimum er um eitt
nýtt venjarapar, og tað kann
hugsast, at spælararnir veru-
liga ætla at spíla seg út, til
tess at prógva, at teir eisini
skulu vera við framyvir. Um
so verður, kann talan lætt-
liga gerast um eitt minni
hugnaligt kvøld fyri okkara
viðkomandi.
Og verður tú so eisini
millum áskoðararnar til
dystin í kvøld?
Ja! Eg havi langt síðani
keypt okkum atgongumer-
ki, sigur Abraham at enda.
-Samanlagt hevur talan
nærum bert verið um
góð minni, sigur
Abraham um tey 25
árini á føroysku
fótbóltstindunum