Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. august 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 155 - 16. august 2000 Nr. 155 - 16. august 2000 HEINI Í SKORINI Sunnudagin skuldu eftir ætlan tríggir dystir í kvinnu- deildini verið leiktir, men av ymsum orsøkum varð bert grannauppgerðin millum B36 og HB leikt. Eftir ætlan skuldi KÍ til Suðuroyðar at spæla ein ógvuliga áhugaverdan og spennandi dyst móti VB. Hetta hevði nevniliga verið toppdysturin í 1. deild, men av ymsum orsøkum varð hesin dystur útsettur, og ó- greitt er, nær hann verður leiktur. Botndysturin millum NSÍ og Skála skuldi eisini eftir ætlan vera leiktur í Runa- vík, men hesin dystur varð tíverri eisini útsettur. Einasti dystur hetta viku- skiftið var sostatt granna- uppgerðin í Havn millum B36 og HB, og hevði hesin dystur stóra ávirkan á, hvussu kappingin fer at síggja út, tá síðsti bóltur í ár er sparkaður . Seinasti dystur hjá Eyðvør úr Dímun B36 hevði áðrenn dystin bert fýra stig fyri tríggjar dystir, og tí var tað av al- stórum týdningi, at B36 kvinnurnar fingu trý stig burtur úr hesum dysti. Fyri Eyðvør segði farvæl við stíli vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 4 3 - 0 - 1 8 10 ÷2 9 2 VB 3 2 - 1 - 0 16 3 13 7 3 KÍ 2 2 - 0 - 0 10 0 10 6 4 B36 4 1 - 1 - 2 6 5 1 4 5 NSÍ 2 0 - 0 - 2 3 6 ÷3 0 6 Skála 3 0 - 0 - 3 0 19 ÷19 0 Støðan 1. deild kvinnur: Bert ein dystur var í kvinnudeildini um vikuskiftið, og var tað grannauppgerðin millum B36 og HB. Eftir ætlan skuldi VB taka ímóti KÍ, meðan Skála skuldi til Runavík- ar, men hesir báðir dystirnir vóru útsettir Guðrun í Lágabø VB 6 Eyðvør úr Dímun HB 5 Rannvá Andreasen KÍ 4 Annika Godtfred HB 3 Malena Josephsen KÍ 3 Laila Jespersen VB 3 Sólvá Joensen B36 2 Maibritt Olsen NSÍ 2 Annika Poulsen VB 2 Halldóra Joensen VB 2 Elsebeth Jónsson B36 1 Laila Enghamar B36 1 Maria Vang B36 1 Sólgerð Viderø B36 1 Margit Joensen KÍ 1 Ragna Andreasen KÍ 1 Vivian Bjartalíð KÍ 1 Irdi Hansen NSÍ 1 Diana Dahl VB 1 Rannvá Augustinussen VB 1 Sjálvmál 1 Máltindurin HB var hetta eisini ein sera týdningarmikil dystur, tí um tær ikki skulu missa KÍ úr eygsjón, skuldu tær vinna sunnudagin. Hetta var eisini seinasti dystur hjá Eyðvør úr Dím- un, sum nú aftur fer til Dan- markar í lestrarørindum. Hon hevur spælt við á HB liðnum í øllum trimum dystunum eftir summar- steðgin, og hevur hon rætti- liga gjørt um seg við at skjóta heili fimm mál í hes- um trimum dystum. Dyst- urin sunnudagin var sostatt hennara síðsti, við tað at hon nú aftur fer avstað til Danmarkar. HB kvinnurnar fara heilt víst at fáa tað tor- førari uttan Eyðvør. Tepur sigur til HB Dysturin sunnudagin var sera javnur og tættur, og í byrjanini av dystinum vildi einki av liðunum leypa framav. Men miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom fyrsta mál í dystinum, og vóru tað B36 kvinnurnar, ið løgdu seg á odda. Ein langur bólt- ur kemur úr vinstru síðu, og Laila Enghamar er fyrst á bóltinum. Málverjin hjá HB kemur út ímóti, og Laila lyftir bóltin hegnisliga upp um Anniku í HB málinum, og so var støðan 1-0 til B36. HB megnaði ikki at fáa mál fyri hálvleik, og sostatt var hetta eisini hálvleiksstøðan. Men heilt tíðliga í seinna hálvleiki svaraði HB aftur. Bólturin kom inn í B36 brotsteigin, og dómarin var eirindaleysur og gav HB eitt sera ivasamt brotsspark. Annika Godtfred fekk ábyrgdina at skjóta, og hon sveik ikki, men setti bóltin í netið til 1–1. síðani stýrdi HB dystinum við greiðari yvirvág, men tað var ikki fyrr enn í endanum á dysti- num, at HB megnaði at fáa málið, ið tryggjaði teimum trý stig. HB fær hornaspark í vinstru síðu, og Annika Godtfred fer at taka. Bólt- urin kemur høgt og væl inn- fyri, Eyðvør úr Dímun hægst, og hon skallar bóltin í netið til 2–1 til HB. Eyð- vør mundi endurtikið bragdi stutta løtu seinni eftir innlegg úr høgru síðu, men hesaferð fór bólturin á tvørleggjaran. Viviann Thorleifsson hevði ein góðan mál- møguleika eftir hetta, men endaliga úrslitið gjørdist 2–1 til HB, og sostatt segði Eyðvør úr Dímun farvæl við at tryggja HB øll stigini. HB er nú á odda við níggju stigum fyri fýra dystir, VB er á øðrum plássi við sjey stigum fyri tríggjar dystir, með- an KÍ hevur seks stig, men hava tær bert leikt tveir dystir. Síðani kemur B36 við fýra stigum, meðan NSÍ og Skála ikki hava fingið nakað stig enn. KÍ er stórfavorittur til at gerast føroyameistari í ár, og tær vera væntandi á fyrsta plássi, tá tær hava spælt eins nógvar dystir sum VB og HB. Næsta vikuskiftið fer eftir ætlan B36 til Runa- víkar at vitja NSÍ, VB skal spæla móti HB í Havn, meðan KÍ tekur ímóti Skála. Nær útsettu dystirnir verða leiktir, er ikki avgjørt enn. Dysturin hetta vikuskiftið: B36-HB 1-2 B36: Laila Enghamar 1 HB: Annika Godtfred 1 Eyðvør úr Dímun1 Tann víðagitni stjørnuspæl- arin Zlatko Zahovic er ikki millum teir átjan úrvaldu slo- vensku landsliðsleikarar, sum í dag spæla sín seinasta vinardyst undan HM-2002 undankappingini, har Slo- venia er í sama bólk sum Før- oyar. Tey bæði liðini møtast inni á Toftum longu í fyrsta umfari, sum verður spælt í vikurskiftinum 2.–3. septem- ber. Søgurnar ganga um, at Za- hovic, ið er kendur í ítrótt- arheimi ikki bara sum ein av teimum allarbestu álopssinn- aðu miðvallarunum í Evropa, men eisini fyri sítt umstrídda lyndi, er blivin óvinur við slovenska landsliðsvenjaran Srecko Katanec. Burtursæð frá Zlatko Zahovic, ið skifti í summarsteðginum frá grikska Olimpiakos, har hann ikki fekk spælt orsakað av ósemju við leiðsluni í felagnum, til spanska Va- lencia, eru allir hinir slo- vensku útisetarnir tøkir til vinardystin ímóti Kekkia í Ostrava. Ætlanin var annars tann, at allir teir bestu spælararnir uttan undantak skuldu saml- ast hesa vikuna á venjingar- legu til seinastu fyrireiking- ar til tilstundandi HM-und- ankappingina. Zahovic skoraði 12 av teimum 19 málunum, ið Slo- venia fekk í undankapping- ini til Euro-2000 og í sjálv- um endaspælinum. Hesi tøl- ini undirstrika einaferð aftur- at, hvussu ómetaliga týdn- ingarmikil hann er fyri lands- liðið. Valencia-stjørnin hevur kortini ongantíð sagt, at hann fór at gevast á landsliðnum. Frávera hansara fer tí ivalsyst at ávirka bæði fyrireikingar- nar hjá Slovenia til undan- kappingina, og spælið ímóti Kekkia. Øll royna seg Øll hini mótstøðuliðini hjá føroyingum í undankapping- ini, burtursæð frá Luksem- burg, leika eisini vinardystir í dag. Russland við gamla kenn- ingi Oleg Romantsev á odda, tekur í Moskva ímóti Ísrael við vón um at hevna Richard Møller Nielsen og hansara menn fyri stórtapið (1–4) á útivølli fyrr í ár. Sveits, sum føroyingar møta í Zúrich leygardagin tann 7. oktober, roynir seg í St Gallen ímóti Grikkalandi. Nýggjur venjari hjá Sveits er fyrrverandi ar- gentinski landsliðsspælarin Enzo Trossero. Jugoslavia, somuleiðis við nýggjum venjara, Ilja Petkovic, skal í Belfast royna seg móti Norð- urírlandi. Føroyar og Jugo- slavia spæla í Beograd miku- dagin tann 11. oktober. ie Slovenia uttan Zahovic Líkt er til, at størsta stjørnan hjá slovenum ikki verður við, tá teir um fáar vikur koma til Føroya Eyðvør úr Dímun hevur rættiliga gjørt um seg við at skjóta heili fimm mál í trimum dystum Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3043 Navn: Sp/f C. C. Johansen Adressa: Sundsvegur 21, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 29.06.2000 Vi›tøkudato: 29.06.2000 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 80.000,00 í ø›rum vir›um til kurs 480. Stovnarar: Anna Caroline Weisner Johansen, Sundsvegur 21, 100 Tórshavn. Stjórn: Anna Caroline Weisner Johansen, Sundsvegur 21, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur bundi› vi› undirskrift av stjóranum. Grannsko›ari: : Sp/f KPMG, statsaut. Revisorar, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at reka byggivirksemi og handil, herundir heilsøluvirksemi. Skráseting Føroya tann 14. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3046 Navn: P/F Tórgrím Hansen Adressa: 410 Kollafjør›ur Kommuna: Kollafjar›ar Kommuna Stovningardato: 27.06.2000 Vi›tøkudato: 27.06.2000 Kapitalur: Kr. 850.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 850.000,00 í ø›rum vir›um til kurs 100. Stovnari: Tórgrím Hansen, 410 Kollafjør›ur. Nevnd: Leif Hansen, 410 Kollaafjør›ur (forma›ur), Tórgrím Hansen, 410 Kollafjør›ur og Hallgrím Hansen, 410 Kollafjør›ur. Stjórn: Tórgrím Hansen, 410 Kollafjør›ur. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur bundi› vi› undirskrift av einum stjóra ella allari nevndini. Grannsko›ari: : Grannsko›aravirki› Hermund Jacobsen, J. Paturssonargøta 18, Box 16, 110 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil, ídna›, tænastuvinnu, herundir lastbilakoyring, og a›ra vinnu í sambandi vi› hetta. Felagi› er stovna› vi› umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 14. august 2000 Kristin Balle _____________________ Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Áki í Skemmuni, 600 Saltangará og Andrias Jacobsen, 625 Glyvrar. Stjórn: Áki í Skemmuni, 600 Saltangará og Andrias Jacobsen, 625 Glyvrar. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur bundi› vi› undirskrift hjá stjóranum, ella um ta› eru fleiri stjórar av stjórunum í felag. Grannsko›ari: : Sp/f Grannsko›arastovan á Skála, 480 Skáli. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 05.07.2000 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at skipa fyri sølustevnum og ø›rum virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 14. august 2000 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3053 Navn: Sp/f Atlantic Fair Hjánøvn: Sp/f Faroe Fair (Sp/f Atlantic Fair), Sp/f North Atlantic Fair (Sp/f Atlantic Fair), Sp/f North Atlantic Fish Fair (Sp/f Atlantic Fair), Sp/f Atlantic Fish Fair (Sp/f Atlantic Fair), Sp/f Faroe Fish Fair (Sp/f Atlantic Fair) Sp/f North Atlantic Oil Fair (Sp/f Atlantic Fair), Sp/f Atlantic Oil Fair (Sp/f Atlantic Fair) og Sp/f Faroe Oil Fair (Sp/f Atlantic Fair) Adressa: 600 Saltangará Kommuna: Runavíkar Kommuna Stovningardato: 05.07.2000 Vi›tøkudato: 05.07.2000 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3059 Navn: Sp/f Inntech Adressa: 690 Oyndarfjør›ur Kommuna: Oyndarfjar›ar Kommuna Stovningardato: 10.08.2000 Vi›tøkudato: 10.08.2000 Kapitalur: Kr. 100.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 100.000,00 til kurs 100. Stovnari: Fró›i Rógvi Nielsen, 690 Oyndarfjør›ur. Stjórn: Fró›i Rógvi Nielsen, 690 Oyndarfjør›ur. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur tekna› av einum stjóra. Grannsko›ari: : P/F Rasmussen & weihe, á Gla›sheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 10.08.2000 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at eiga fasta ogn, reka útlei›ing, handil og anna› starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 14. august 2000 Kristin Balle _____________________ Í dag eru fylgjandi partafeløg undir tvingsilsavtøku strika› úr partafelagsskránni: Skrásetingar-nr. Sp/F 1501, Sp/f Handskavirki› á Húsum, 796 Húsum Skrásetingar-nr. P/F 1715, P/F Sandoyar El- tænastan, 220 Skálavík Skrásetingar-nr. Sp/f 2364, Sp/f J.R. Fisk, 700 Klaksvík Í dag eru ni›anfyri standandi feløg í likvidatión strika› úr partafelagsskránni: Skrásetingar-nr. Sp/f 852, Sp/f So Far, 188 Hoyvík Skrásetingar-nr. P/F 2254, Sp/f Studio 93, 100 Tórshavn Skrásetingar-nr. Sp/f 2432, Sp/f Fjølverk, 100 Tórshavn Skrásetingar-nr. Sp/f 2745, Sp/f Vágsbotnur, 100 Tórshavn Í dag eru ni›anfyri standandi feløg undir trotabúarvi›ger› strika› úr partafelagskránni: Skrásetingar-nr. P/F 284, Sp/f C.C. Jóhansen, 100 Tórshavn Skrásetingar-nr. P/F 958, Sp/f Føroya Steintoy, 850 Hvalba Skráseting Føroya tann 15. august 2000 Kristin Balle _____________________ Tjaldursvegur • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo GÓÐIR BRÚKTIR BILAR Nissan Sunny 1.4 LX Brúnur, 4 hurðar, árg. 1992, 119.000 km. 47.000 Nissan King Cab 2500 Diesel 4x4, reyður, 2 hurðar, árg. 1987, 150.000 km. 45.000 Peugeot 106 Diesel, 3 hurðar, 69.000 km. 85.000 Peugeot 306 DTurbo h/b, bláur, 5 hurðar, árg. 1998, 60.000 km. 135.000 Kia Sephia Grønur, 4 hurðar, árg. 1997 76.000 Mazda E2200 Van Diesel, hvítur, 4 hurðar 98.000 Mitsubishi L200 Bláur, 2 hurðar, árg. 1996, 59.000 km. 148.000 Opel Astra 1.6 Sedan Reyður, 4 hurðar, árg. 1996, 39.000 km. 95.000 Peugeot 306 Style 1.6 Reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 35.000 km. 103.000 Suzuki Baleno 1.3 GL Bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 22.000 km. 96.000 Sosialurin SJÓNLEIKARA- STEVNAN 2000 verður í Klaksvík 1.–3. september. Tekning á MáF-skrivstovuni í seinasta lagi 28. august á tlf. 31 56 24 www.maf.fo Enn ein møguleiki at ogna sær teldukoyrikortið Fá teldukoyrikortið fyri hálvan prís. Vit hava fleiri møguleikar til stovnar, fyritøkur og einstaklingar. Hava tit undirvísarar, hava vit høli og útgerð. Hava tit hvørki undirvísarar ella høli, hava vit bæði. Búgva tit á útoyggj, hava skiftandi arbeiðistíðir ella eru til skips, hava vit eisini loysnina til tykkara. Tøknidepilin er góðkent testsentur til teldukoyrikortið. Um tú/tit eru áhugað, fæst meira at vita á tlf. 211434 ella 214144. Eisini kann farast inn á www.postfelag.fo Føroya Postfelag Tinghúsvegur 15 · 100 Tórshavn DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Trygdarútgerð til øll endamál! Sosialurin - 311820 • Verndarhjálmar og húgvur • Hoyrivernd v/FM radio • Brillur • Maskur • Trygdarskógvar • Fallsikringar • Handskar • Hondreins • Vit útvega skiltir til øll endamál! Vit taka okkum av øllum uppgávum innan arbeiðaravernd