hósdagur 10. februar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 10. februar 2005
13
Richard Danielsen
Fuglafirði
31. januar 2005
Endingin »i« er vorðin
ein sonn umfarsjúka í
føroyska málinum hesa
seinastu tíðina, ja nokk
so leingi. Sagnorðini í 2.
lýsingarhátti, sum eiga
at enda við a í úttalu og
við ð í stavseting, verða
endað við i í úttalu. Eg
skal nevna nøkur dømi:
Løstaði, fagnaði, skip-
aði, skattaði, tryggjaði,
kannaði osfr. osfr. Tað er
ein rúgva, sum kundi
verið víst á. Tað rætta er:
Løstað, fagnað, skip-
að osfr.
Mær tykir at hetta lýtir
málið ógvuliga nógv.
Útvarpið sigur hesi
orð ofta skeivt á henda
hátt og kanska sjónvarp-
ið við.
Nú er skeiðvirksemi
nógv frammi í tíðini,
fólk mugu ofta til eftir-
útbúgving. Hevði tað
ikki verið eitt hugskot,
at útvarps- og sjónvarps-
fólk, sum lesa tíðindi og
annars eru nógv at
hoyra, fóru á skeið, har
lærarar, sum duga før-
oyskt til fulnar, undir-
vístu og ikki minst
royndu at drepa hesar
málsjúkur, sum stinga
seg upp. Tað vil altíð
vera so, at tær stinga seg
upp, men berjast vit
ímóti, soleiðis sum vit
áttu at gjørt?
Tað verður nógv gjørt
fyri at finna og gera
nýggj orð, men eiga vit
ikki at gera meira við at
verja tað, sum er?
Hetta er bara ein lítil
tanki frá einum, sum
ikki dugir føroyskt heilt
til lítar, men eg havi
hoyrt, ella kanska rætt-
ari, sæð og lisið nógv
gott og mergjað føroyskt
frá barnsbeini av, og tað
hjálpir mær kanska nógv
at hoyra, tá ið málspillur
taka seg upp, hóast eg
ikki eri málfrøðingur.
Sum sagt, bert ein lítil
tanki. Hevði onkur oftað
honum, serliga onkur,
sum kann gera nakað
við hetta hugskotið, um
tað er fynd í tí.
Eitt veit eg. Vit ávirk-
ast ómetaliga av útvarpi
og sjónvarpi, tí vit hoyra
tað hvønn dag, og út-
varpið gjøgnum allan
dagin.
Nú havi eg ikki nevnt
hinar rásirnar, við tað at
tær ikki eru almennar,
men tær eiga sjálvandi at
taka hetta til sín eisini og
hugsa, um tær hava
nakað at læra av hesum.
»I« ein epidemi í
føroyskum máli
Ólavur á Heygum
Vinarliga gev mær innivist
fyri hesi grein, tí tað skyldi
eg
teimun,
sum
hava
stuðlað meg, bæði til tað
fyrstu Nordurlanda róðrar-
og mentanarstevnu, sum
var á Tvøroyri í 2002 og til
stevnuna í Slesvig 2004.
Tað, sum einaferð var eitt
gott hugskot og var við til
at
menna
okkara
tjóðarítrótt
í
útlegd,
kappróður, hevur fingið eitt
skot fyri bógvin.
Í 1987 tók eg stig til at
fáa kappróður við føroysk-
um bátum í Danmark,
serstakliga við teirri fyrstu
"Færø Regatta" í Hundige
Havn. Tiltakid tá fekk
dyggan stuðul frá Heðini
Mortensen í Í.S.F., sum
samskipaði tað at lána fýra
kappróðrabátar úr Føroy-
um, eins og Skipafelagið
Føroya stuðlaði við at flyta
bátarnar niður ókeypis. Tað
vóru menn og virki, sum
høvdu tann rættan andan til
frama fyri føroyskan ítrótt í
útlegd.
Soleiðis varð grundar-
lagið lagt fyri at stovna
"Áhugafelagið Neystið" í
Ishøj
Havn,
har
allar
kappróðrastevnur
vid
"Færø Regatta", eru hildnar
til navnið bleiv broytt til
"Atlantic Airways Færø
Regatta" fyri fáðum árum
síðani.
Seinni var eg eisini vin til
at stovna "Bátsmanningin
10-mannafarið Tvørábát-
urin" í 1999.
Í 2002 varð fyrsta stig
tikið til Nordurlendsku
róðrar-
og
mentanar-
stevnuna, sum varð hildin í
august mánaði á Tvøroyri.
Hettar tiltak fekk so góða
undirtøku og har vóru bæði
luttakarar frá "Dansk for-
ening for Rosport", um-
framt 50 rógvarir frá Gäll-
aran Brennö vid Gøteborg í
Svøríki, eins og hetlending-
ar, normenn og finnlend-
ingar eisini vóru við.
Stevnan var avbera væl-
fagnað frá gestum. Ella
sum ein svii segði. "Det var
den mest underbara op-
levelse" hann hevði havt.
Í fjør varð so Norður-
landa róðrastevna hildin í
Slesvig í Tyskland. Eitt
stórt arbeiði varð gjørt fyri
at fremja tiltakið. Tað vóru
kanska 200 fólk ella fleiri
frá Føroyum, eins og her-
búgvandi føroyingar. Har
vóru róðrarfólk, listafólk,
kórsangarar,
kvæðarar.
Føroyar var við id øllum,
sum fór fram og var tí væl
umboðað. Sjónvarp frá
Norðurtysklandi sendi frá
Hamburg. Ferðaráð Føroya
sendi ferðafaldarar, sum
undurritaði
fekk
latið
ferðamannastovum í Sles-
vig, har eg eisini sjálvur
møtti upp og greiddi frá
Føroyum.
Tiltakið varð fíggjað við
stuðuli frá A.P.Møller og
hustru Chastine MC-Kinn-
ey Møller fond til Almenne
formaal, Ferðaráði Føroya,
Flogfelagi Føroya, Hotel
Hafnia og Atlantic Air-
ways. Og tað var Joachim
prinsur av Danmark, sum
setti stevnuna og Gudrun
Solja Jacobsen sang so øll
hjørtur blotnaðu.
Sviar vóru aftur hesa
ferð, vælumboðaðir. Aftaná
varð tosað um kanska, at
fyrireika næstu Norður-
landa róðrar- og mentanar-
stevnu í 2006 á Brennö vid
Gøteborg.
So langt so gott.
Men ongin succes uttan
eisini meinbogar. Tá ið
Slesvigstevnan hevdi verið
undur fyrireiking í tvey ár,
kom eitt trøll undan kavi, at
nú vildi Føroyahúsið gera
eina líknandi stevnu á
Bryggen, Keypmannahavn,
vikuna ádrenn vit skuldu
fara til Tyskland. Jú, nú
vildi leiðarin á Føroya-
húsinum, Martin Fjallstein,
kalla inn umboð fyri øll
feløgini til fundar. Fyrst
kom tað dátt við hjá mær,
men eg fór til fundar.
À hesum fundi legdi
hann fram eitt tiltak, sum
skuldi kallast Ólavsøkuhald
í Keypmannahavn. Tað sum
hevði við bátar at gera,
ljóðaði sum um at bara
onkur føroyskur bátur við
seglum frá Víkingasavn-
inum, skuldi "damla"
framvið, men so skuldi
annars undurhald vera við
føroyskun dansi og onkrum
orkestri.
Tá ið ein tíð var fráliðin,
ljóðaði, at tað skuldi bæði
verða kappróður og fram-
sýningarróður og mangt
annað á Bryggjuni.
Kappróður og framsýn-
ingarróðurin vóru annars
høvuðstættirnir á Slesvig-
stevnuni. Her óraði eg
beinanvegin ilt, tí nógv av
teimun hjálparfólkunum,
sum vóru til Ólavsøkuhald
á Bryggjuni, vóru tey
somu, sum skuldi gera
okkurt til slesvigdagarnar
eina viku aftanná.
Men, tað var ikki alt. Á
fundi hjá Tvørábátinum,
geri eg vart við at trailarin
hjá okkum má byrja at
koyra bátar til Slesvig
áðrenn Ólavsøkuhaldið.
Tá hevði Martin Fjall-
stein longu manipulerað
okkara limir til at ganga
ímóti mær og at halda bát-
arnar aftur til Ólavsøku-
haldið. Hann teknaði seg
sum lim í felagnum og
hevði
fríar
ræsur,
at
manipulera fólk ímóti mær,
eitt nú við at senda brøv til
limirnir á Tvørábátinum, tá
ið eg kallaði inn til eyka-
aðalfund fyri at ganga ímóti
hesum fundi.
Alt tað, sum var fyrireik-
að hjá mær til Slesvig-
stevnuna, mátti broytast.
Vit fingu ein bátaflutning,
sum kostaði 37.000 krónur
við lastbili, sum kundi
verðið gjørdur fyri 17.000
kronur við trailara, sum
felagið eigur sjálvt.
Eg var í Føroyum og
skuldi vera við til Jóan-
søku, men mátti fara niður í
ótíð og kalla til fundar fyri
at fáa skil á fyrireiking-
unum, sum ikki vóru í lagi
og tað gav mær ovurhonds
eykaarbeiði.
Hvat er hetta fyri eitt
samarbeiði. Skal Føroya-
húsið hava monopol upp á
alt virksemi á Keypmanna-
havnarleiðini? Til tað fær
Føroyahúsið
1.500.000
krónur um árið frá før-
oysku skattaborgarum. Og
sum verri er, skal tað køva
alt privatinitiativ,
sum
verður framt fyri føroysk-
an mentan, sum onnur
takast við. Hevur Føroyah-
úsið keypt nakran bát?
Hevur Føroyahúsið nakra
atløgubryggju?
Hevur
Føroyahahúsið
nakad
neyst? Nei!!!! Tað hava vit
onnur,
við likam,
sál,
sveittabroti og nógvari av
okkara frítið fingið til
vega. Hví skal Føroya-
húsið blanda seg í alt ?
Í fyrstuni skuldi Ólav-
søkuhaldið bara vera eina
ferd. Nú verður lýst í øllum
fjøldmiðlum, at Føroya-
húsið skal standa fyri
hesum á hvørjum ári. Eftur
mínum tykki, er tað bert
einastaðni at hettar navni
má framberast, nevniliga í
Tórshavn og onga aðra-
staðni.
Eg hevdi gjørt nakad av
fyrireikingum fyri at hjálpa
svium fyri at seta eina
stevnu fyrst í august 2006.
Tá ið tað so verður kunn-
gjørt í fjøldmiðlum, at ein
bólkur fundast í Føroya-
húsinum um at fyrireika
"Ólavsøkuhald" á hvørjum
ári, so eru undirritaði og
sviar farnir at ivast, um vit
hava orku at kappast ímóti
slíkari andstøðu um vit ikki
fáa almennan stuðul.
Eg meini eisini, at ein
leiðari í Føroyahúsinum átti
ikki at verið limur í nøkrun
av teimun feløgum, sum
húsast har. Ein almennur
stovnur
eigur
at
vera
óheftur av øðrum. Vit hava
biðið Mentanaráð Føroya,
sum hevur eitt umboð í
Umboðsmannanevndina
hjá Føroyahúsinum um at
gera eina stevnu annahvørt
ár, so at eitt Ólavsøkuhald
verður í 2005. So kunna
sviar standa fyri einari
Norðurlandastevnu í 2006
og aftur Føroyahúsið á
Bryggjuni í 2007. Ella skal
Føroyhúsið í Keypmanna-
havn hava einkarætt up á
alla føroyska mentan í Dan-
mark.
Hetta var ikki alment
kent enn.
Tá ið so leiðarin í Før-
oyhúsinum fortelur al-
ment í Føroyahúsinum,
um mína kæru og at hann
sjálvur hevur gjørt við-
merkingar, má eg í sjálv-
verju fortelja við hesi
grein, hvussu leikur er
farin fram. Eg helt, at tað
var
tagnarskylda
hjá
teimum, sum hava málið
um hendur,
tað var
endaliga avgreitt.
Um tað ikki verður eftir-
líkað, sum biðið er um, vil
eg takka fyri stóran stuðul
úr Føroyum til tær stevnur,
sum eru hildnar, serstakliga
Tvøroyrar bygd. Men vit
hava ikki orku til at stríðast
framhaldandi ímóti and-
støðu ímóti Norðurlanda
Róðrar-
og
Mentanar-
stevnum í norrønum um-
hvørvi.
At enda skal eg upplýsa,
at, soleiðis sum leikur er
farin fram, var tað rætta hjá
mær at fara frá sum for-
maður í 10-mannafarinum
Tvørábátinum og soleiðis
bleiv gjørt í heyst.
Kærar heilsanir til allar
vinir í Føroyum
Skal Føroyahúsið hava einkarrætt
upp á føroyska mentan uttanlands?
VIÐMERKINGAR