hósdagur 10. februar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 28 - 10. februar 2005
um. Sjálvt um øll okkara
úrslit soleiðis eru vorðin
mett av øðrum, er tað sjálv-
sagt ikki nøkur trygd fyri,
at vit ikki hava mistikið
okkum. Strevanin hjá ein-
um hvørjum vísindafólki er
at vinna fram á sannleikans
vegi. Tí eru kvalifiseraðar
atfinningar altíð vælkom-
nar, so mistøk kunnu rætt-
ast.
Vísindaligar atfinningar
og atfinningar frá áhuga-
bólkum er tó ikki tað sama.
Vit vita væl, at tað verður
tungt hjá mongum at skula
ásanna, at tað, sum menn-
iskjuni tola av kviksilvuri,
tykist at minka, tí hetta
hevur við sær ógvuliga
stórar útreiðslur fyri sam-
feløgini, bæði tað privata
og tað almenna. Tann vís-
indaligi kritikkurin hugsar
tó ongantíð um avleiðing-
arnar, hann skal bara hugsa
um tað reint vísindaliga,
hvat er rætt, og hvat er
rangt. Konstruktivar atfinn-
ingar eru kærkomnar - tað
er jú betur at rætta mistøk í
samtíðini, enn at eftirtíðin
ger tað. Kravið er bert, at
tað eru vísindaligar atfinn-
ingar og ikki bert tómt tos
og brigsl.
Stórt og smátt í
fólkaheilsuhøpi
Í greinini, har starvsfelagi
mín skírir úrslitið av kvik-
silvurkanningunum í Før-
oyum fyri at vera møsn,
verður eisini komið inn á,
hvat er týdningarmikið í
fólkaheilsuhøpi. Hetta er
eitt heilt annað prát, sum eg
partvís eri samdur í.
Hyggja vit at heilsuni hjá
børnum í Føroyum sum
heild, kunnu vit taka okkurt
av úrslitinum av kanningar-
arbeiðum her á Deildini
fyri Arbeiðs- og Almanna-
heilsu.
Vit hava leingi víst á, at
børn í 9. flokki í Føroyum
roykja meira enn onnur
børn í Evropa, og vit hava
eisini víst á, at ein rættiliga
stórur partur av teimum
viðhvørt hevur tað so ringt
við seg sjálvan, at tey vildu
sloppið av verðini. Hetta
fyribrigdi síggja vit eisini í
amerikanskum og evrope-
iskum skúlakanningum.
Vit hava eisini víst á, at
BMI (Body Mass Indeks)
hjá 14 ára gomlum, tvs.
likamsvekt í mun til hædd,
er áleið tað sama sum í
øðrum evropeiskum lond-
um, t.d. Italia, Kypros,
Svøríki og Danmark. Úr
Danmark vita vit, at BMI er
vaksið týðiliga hesi seinnu
árini. Sjálvt um sami vøkst-
ur ikki er prógvaður í Før-
oyum,
er
sannlíkt,
at
gongdin er tann sama hjá
okkum.
Sæð frá einum fólka-
heilsusjónarmiði eru nógv
onnur heilsulig fyribrigdi,
sum hava størri týdning enn
kviksilvureitran, t.d. royk-
ing, lítil rørsla og fiti. Fyri-
byrgjandi arbeiði á hesum
umráðum hevur tó einki at
gera við, at kvinnur, sum
eru við barn, halda seg til
kosttilmælini, sum før-
oyskir heilsumyndugleikar
hava givið um kviksilvur og
sum ljóða soleiðis um tvøst
og spik:
Tvøst
Vegna høga innihaldið av
kyksilvuri í tvøsti verður
mælt til, at vaksin fólk ikki
eta meira enn 1-2 grinda-
døgurðar um mánaðin og
børn ikki meira enn 1 ferð
um mánaðin.
Kvinnur, ið ætla at gerast
við barn innan 3 mánaðir,
barnakonur og kvinnur, ið
hava barn at brósti, eiga
helst einki grindatvøst at
eta.
Mælt verður til, at føroy-
ingar hava hesi viðurskifti í
huga:
•
Tungmetalið kyksilvur
hópast upp í føðiketuni
og hjá tí einstaka menn-
iskjanum.
•
Fostur og møguliga eis-
ini smábørn eru serliga
viðkvom fyri kyksilvuri.
•
Fostrið fær kyksilvur úr
blóðinum hjá mammuni.
•
Lívrunnið kyksilvur í
blóðinum
minkar
til
helvtar eftir eini 3 mán-
aðum, um onki kyksilvur
verður etið.
•
Bróstamjólk inniheldur
eisini fitt av kyksilvuri.
Spik
Vegna høga innihaldið av
PCB’um í spiki verður mælt
til at avmarka spiknýtsluna.
Vegna illgruna um eitrandi
árin á m.a. nervalag og
kynsgøgn hjá børnum í
móðurlívi, verða tað gjørdar
nágreiniligar kanningar av
føroyskum
nýføðingum.
Enn eru hesar kanningar
komnar ov stutt til at bera
eitt ítøkiligt kosttilmæli,
men mælt verður føroying-
um til at hava hesi viður-
skifti í huga:
•
Summi mannskapt evni,
sum
PCBir,
verða
goymd í kroppinum alt
lívið og hópast tískil upp.
Fostrið fær hesi evni úr
nalvastronginum,
ný-
fødda barnið við móður-
mjólkini og síðani við at
eta spik.
•
Um PCB innihaldið í
kroppinum skal vera
lágt, tá kvinna er við
barn, er neyðugt at spik-
nýtslan undanfarin ár
hevur verið lítil.
•
Besti mátin at verja
fostrið
móti
teimum
skaðiligu árinum, sum
illgruni er um, er at
kvinnur halda seg heilt
frá at eta spik til tær hava
átt børnini.
Føroyingar eru í teirri
hepnu støðu, at dálkingar-
keldurnar eru at finna í
tvøsti og spiki í grinda-
hvali. Minka vit um tað,
kunnu vit basa kviksilvur-
trupulleikanum
skjótt,
meðan tað tekur mong ár at
minka um eiturevnini í
spikinum, sum niðurbrótast
spakuliga. Eftir mínum
tykki er einki læknaligt,
sum talar fyri, at tey kost-
tilmælini, sum givin eru,
skulu linkast, heldur tvørt-
urímóti,
tá
nýggjastu
granskingarúrslitini verða
havd í huga.
Undirritaði hevur luttikið
í orðaskiftinum um dálkað-
an mat og kosttilmæli í
flestu londum kring Norð-
urpólin. Hesar tjóðir eru
nógvastaðni í eini truplari
støðu, tí gevast tey, t.d. í
Qaanaaq í Norðurgrøn-
landi, at eta tann matin,
sum tey veiða, er grundar-
lagið burtur undir teirra
tilveru. Soleiðis er ikki í
Føroyum. Tey, sum minka
um grindadøgurðarnar, nýt-
ast ikki at ganga svong, tí
fiskurin í havinum kring
Føroyar er als ikki dálkaður
í sama mun. Í fiskinum eru
tær ómettaðu feittsýrurnar,
og fiskur er góður og sunn-
ur matur.
Tað skal verða mítt til-
mæli, at vit eta meira fisk,
minka um grindina og gera
umheiminum greitt, at tey
hava dálkað okkara yndis-
mat, soleiðis at børn okkara
eru hótt.
Lat meg enn eina ferð
nýta høvi at takka øllum
teimum, sum hava brúkt tíð
og orku í hesum kanning-
um, tað veri seg børn, for-
eldur ella starvsfólk. Tit
hava verið við til at verja
land og fólk móti sníkjandi
kemiskum ágangi, og tit
eru við til at gera okkara
lítla land sjónligt úti í
heimi.
Nøkur orð um samstarv
Nútímans gransking fer
fram í samstarvi millum
einstaklingar,
millum
stovnar og millum lond.
Innan kviksilvurgransking-
ina hava tað verið tríggjar
meginkanningar,
sum
myndugleikarnir úti í heimi
hava brúkt, tá teir skuldu
meta um kviksilvurspurn-
ingin. Vit í hesum gransk-
ingarhópum kenna og vitja
hvønnannan, og eitt støðugt
orðaskifti er okkara mill-
um. Viðhvørt hvassorðað,
men altíð á fakligari grund.
Í hesum sambandi skal eg
siga, at enn er eingin, sum
hevur ávíst álvarslig brek
við okkara kanningum.
Men tað eru tey, sum føra
fram, at tað, vit síggja í
Føroyum, ikki bara er eitt
kviksilvurárin, men eisini
árin av PCB. Vit halda
hinvegin, at PCB árinið á
heilan er nógv minni, men
at PCB hevur onnur skaði-
lig árin. M.a. á immun-
verjuna og hormonskipan-
ina.
Framtíðin
Herfyri legði løgmaður
fram sínar visiónir um
Føroyar, sum eitt samfelag,
ið um fá ár er grundað á
kunnleikaframleiðslu. Hes-
um eri eg púra samdur í,
men tað hevur við sær, at
vit øll, hvør í sínum lagi,
gera tað, sum vit megna, tí
akrarnir eru stórir og bøn-
armennirnir fáir í okkara
lítla landi.
Eftir mínum tykki eru
nógv øki - eisini innan før-
oyska heilsuverkið - sum
møguleikar eru fyri at
granska í, bæði innan
sjúkrahúsgátt, í primeru
heilsutænastuni og innan
fólkaheilsu. Megni eg tað,
leggi eg fegin lag á. Eisini
starvsfelaga
mínum
úr
Klaksvík.
Latið okkum - í staðin
fyri at keglast - byggja eitt
Alhambra her úti í Norður-
høvum.
Tilvísingar:
2. Environmental Health Criteria
1, Mercury, World Health
Organization, Geneva 1976.
3. http://ntp.niehs.nih.gov/ index.
cfm?objectid=03614B65-
BC68-D231-
4E915F93AF9A6872
4. http://www.nap.edu/openbook
/0309071402/html/
5. http://www.dadlnet.dk/ufl/2003
/0302/VP-html/VP34994.htm
6. http://www.inchem.org/
documents/jecfa/jeceval/jec_13
07.htm
Zakarias Wang
Valdagurin 8. februar 2005
gjørdist ein merkisdagur í
føroyskari søgu.
Í 1947 fekk danska
stjórnin kong at áseta, at
føroyingar skuldu velja
tvey umboð á fólkating.
Orsøkin var einføld.
Eftir fólkaatkvøðuna tann
14. september 1946 sam-
tykti
Føroya
løgting
(Fólkaflokkurin við 11
monnum saman við einum
javnaðarmanni, sum varð
ekskluderaður) at fólkaat-
kvøðan skuldi setast í verk,
so Føroyar gjørdust eitt
sjálvstøðugt ríki í Evropa.
Tá fóru Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin við
rin og hvin og forklagaðu
løgtingsmeirilutan fyri tí
donsku stjórnini. Teir bóðu
hana vælsignaða um at
leggja upp í føroysk innan-
hýsismál og senda løgting-
ið til hús. Hetta gjørdi
stjórnin fegin.
Á ríkisdegi vóru tvey
umboð fyri Føroyar. Annað
sat í landstinginum og var
valt av Sambandsflokkin-
um og Javnaðarflokkinum í
løgtinginum. Hitt umboðið
var á fólkatingi, og tað varð
valt av Føroya fólki. For-
maður Fólkafloksins Tór-
stein Petersen var hann, ið
var valdur. Fólkatingið
hevði meir vald enn lands-
tingið, sum tað var upp á tal
at avtaka. Tí helt stjórnin, at
tað var umráðandi at fáa
eitt umboð afturat úr Før-
oyum, sum tók undir við
stjórnini og hennara uppí-
legging í føroyskan poli-
tikk.
Hetta hevur eydnast sera
væl, og til hvørt einasta val
síðani hava annaðhvørt
Javnaðarflokkurin
ella
Sambandsflokkurin og við-
hvørt báðir í senn havt
umboð á fólkatingi.
Líka til nú!
Týsdagin tann 8. februar
hendi undrið.
Hvørgin
av
teimum
flokkunum, sum í 1946
fingu donsku stjórnina at
leggja seg út í føroyskan
politikk, fingu nakað um-
boð.
Hetta er tí ein heilt nýggj
støða, sum er íkomin.
Hvat er tað rætta at gera
tá so liggur fyri?
Ein fyrimynd kundi verið
at gjørt sum íslendingar
gjørdu, tá teir í 1848 fingu
5 umboð á tjóðfund dana,
tað
grundlógargevandi
ríkistingið. Teir tóku við
hesum sessum, og við Jóni
Sigurðsyni á odda møttu
teir upp.
Men teir søgdu einki.
Hetta var tí, at teir høvdu
fingið eina tilsøgn um, at
teir sjálvir skuldu gera av,
hvat ið skuldi henda við
Íslandi, og tí var tað í
Íslandi, teir skuldu viðgera
stjórnarskráarmálið. Ein av
teimum dittaði sær til at
bróta hesa semju og tók
einaferð
orðið.
Hann
noyddist at flyta úr Íslandi
og setti búgv í Ålborg (Ála-
borgarjón). Hinir tagdu, og
tá málið kom fyri á tí
íslendska
tjóðfundinum
mótmæltu teir (næstan)
allir, at teir allíkavæl ikki
sluppu at taka nakra avgerð
í málinum.
Men er støðan hjá okkum
ikki mestsum tann sama
sum hjá íslendingum tá?
Vit hava eins og grøn-
lendingar fingið at vita, at
vit sjálvi skulu taka avgerð-
ir í teimum týdningarmiklu
málunum, sum standa fyri
framman, nú Danmark skal
gerast ein partur av tí
evropeisku uniónini.
Er tað nøkur grund til
annað
enn
at
okkara
fremmandarbeiðarar
á
fólkatingi standa saman um
tað eina málið, at tað er her
hjá okkum, avgerðirnar
skuldu takast?
Sjálvt Javnaðarflokkurin
boðaði fyri valið frá, at
hann fegin vildi vera við í
hesum samstarvi. Í veru-
leikanum er ringt at síggja
hví Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin ikki skuldu
gjørt tað sama.
Sjálvandi
hevur
tann
maður, sum sambandsmenn
hava valt á fólkating, altíð
verið limur í Vinstraflokk-
inum, men so hevur ikki
verið við teimum umboð-
um, sum Sambandsflokkur-
in hevur havt í landstingin-
um. Ein av stovnarum flok-
sins og fyrsti formaðurin
var í bólki saman við
Høgraflokkinum í lands-
tinginum, og tann sam-
bandsmaður, sum 1936-53
sat í landstinginum, var
limur í Sosialdemokratiska
flokkinum. Teir sambands-
menn, sum hava sitið á
fólkatingi, hava verið í
Vinstra, men hava ikki
viljað verið við til at felt
nakra sosialdemokratiska
stjórn sjálvt um Vinstra
hevði havt møguleika fyri tí
við teirra stuðli.
Fólkaflokkurin
hevur
ofta havt umboð á fólka-
tingi. Tórstein var greitt
fyri tí at avgerðir skuldu
takast í Føroyum, so yvir-
høvur møtti hann ikki upp
har og fór so langt, at hann
ikki vildi geva tað hátíðar-
liga lyftið um at halda
donskur stjórnarskránna,
sum nývaldir fólkatings-
limir skulu geva. Tá vóru
góð ráð dýr hjá dønum, og
teir funnu uppá at siga, at
av tí at hann hevði stillað
seg upp til valið hevði hann
harvið góðkent stjórnar-
skránna og slapp hann tí at
sita í sessinum. Annars
møtti hann bara upp til at
røða ímóti og atkvøða nei
til heimastýrislógina.
Heldur ikki Hákun, Poul
Adrian ella Óli hava verið
limur av nøkrum donskum
flokki.
Tað hevði tí verið í besta
samsvari
við
politikk
Fólkafloksins á fólkatingi
at verið við í Norðuratlants-
bólkinum, sum sjálvandi
hevði verið broyttur av tí at
Fólkaflokkurin kom uppí.
Hvat hevði yvirhøvur
verið til hindurs fyri at
Norðuratlantsbólkurin
gjørdist samdur um at
brúka sama taktikk sum Jón
Sigurðsson
og
hansara
menn nýttu í 1848: Tiga og
ikki leggja seg upp í
danskan innanríkispolitikk,
men vera á varðhaldi og
tala at, um danska stjórnin
fer um mark og leggur seg
upp í okkara innanhýsis-
viðurskifti?
Norðuratlantsbólkurin
Framhald av síðu 11