Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 10. februar 2005 11 Pál Weihe Tað er rætt, at tað eru onn- ur vandamál fyri heilsuna hjá børnum og ungum í Føroyum enn kviksilvur, t.d. yvirvekt og lítil rørsla sam- an við kola og kips. Og so tann ógvusliga roykingin - eisini millum tey heilt ungu. Tað er ein størri hóttan móti fólkaheilsuni enn kvik- silvurárin á heilan og á hjarta-æðralagið, sum vit hava ávíst. Í Føroyum eru vit tó í teirri hepnu støðu, at vit kunnu eta tað mesta, tí flestu dálkingarevnini eru savnað í djórum høgt uppi í føðiketuni, so sum í hvali og havhesti. At minka um eiturevnið kviksilvur í móð- urlívi ber lættliga til, og er als ikki í andsøgn við ein skilagóðan heilsupolitikk. Í Dimmu og Sosialinum 1. februar hevði ein starvs- felagi mín drúgva grein við yvirskriftini "Kyksilvur- vandin í grind er møsn". Las hana og ógvaðist, legði hana til viks sum so mangt annað atfinningarsamt millum ár og dag. Gekk so og mól seinasta leygar- morgun í gørðunum í Alhambra í Spania. Varð boðin av lærda háskúlanum í Granada at koma at greiða sponskum barnalæknum og umhvørvisgranskarum frá, hvussu vit í Føroyum hava gjørt kviksilvur- og PCB kanningar. Serliga vildu teir hava at vita, hvussu best var at kanna menning- ina av miðnervalagnum hjá børnum. Alhambra er minnisvarð- in yvir islamska mentan á iberisku hálvoynni. Í mið- øld ráddu muhamedsmenn í nøkur hundrað ár fyri borgum í Suðurspania. Teir skaptu megnarverk og vístu, at teirra metan bæði kundi vera tolsom og vak- urleika- og kunnleikaelsk- andi, samstundis sum Evropa annars stóð í mið- aldarmyrkri. Margraddaða vatntutlið frá fontenum og veitum í appilsingørðunum í Alhambra fekk meg at hugsa um tað túsundtal av føroyskum børnum og for- eldrum, sum seinastu tjúgu árini hava tikið lut í okkara kanningunum. Og so hugs- aði eg eisini um øll tey eldhugaðu starvsfólk, bæði føroyingar og útlendingar, sum hava lagt sálina í at gera hetta granskingarar- beiðið til lítar. Kom til ta niðurstøðu, at sjálvt um eg hevði lítlan hug at svara eini niðursetandi blaðgrein um okkara kanningar- arbeiði - so átti eg tó fyri teirra skyld. Søguligt baksýni Í 1985 gjørdist mær greitt, at føroyingar fingu so nógv kviksilvur í seg, at ávaring- arnar frá heimsheilsustovn- inum WHO eisini vóru við- komandi fyri okkum1. WHO sigur í 1976, at í útróðrarbygdini Minamata eru fólk í hópatali vorðin eitrað av kviksilvurútláti út í fjørðin, har tey fiska. Seinni ótu svøltandi irakar kviksilvurfongt korn og vóru fyri somu lagnu. Tað kom í ljós, at serliga barnið í móðurlívi var í vanda. Tí mælti WHO til, at onkustaðni í heiminum skuldu verða gjørdar ná- greiniligar kanningar av, hvussu kviksilvur ávirkar heilsuna hjá børnum, sum í móðurlívi høvdu verið fyri kviksilvuri í smáum mongdum. Vendi mær tí til unga professaran Philippe Grandjean á umhvørvis- læknafrøðiligu deildini á universitetinum í Odense, og vit avtalaðu at fara und- ir kanningar í Føroyum. Vit hava samstarvað síðani, og mong vinar- og samstarvs- bond eru knýtt við fróðar- fólk víða um heim, bæði í Evropa, Amerika og Asia, alt til tess at fáa kanningar- nar her heima á klettunum so álítandi sum til ber. Longu tá vit byrjaðu kanningararbeiðið, gjørdu vit av, at endamálið við kanningararbeiðinum var trífalt: 2) At veita føroyskum myndugleikum besta grundarlagið fyri kost- tilmælum til føroying- ar. 3) At fáa til vega eitt so haldgott vísindaligt grundarlag, at alheims stovnar kundu grunda síni tilmæli viðvíkj- andi kviksilvuri á okk- ara kanningar. 4) At finna teir bestu kanningarhættirnar til tess at staðfesta, um umhvørviseitur ávirk- aði miðnervalagið hjá børnum. Vit vóru ikki komin langt inn í granskingararbeiðið, tá tað varð okkum greitt, at neyðugt var at bjóða øðrum kønum starvsfeløgum inn- an læknavísindi og sálar- frøði upp í okkara arbeiði. Serliga lærdu háskúlarnir í Tokyo og Boston hava verið okkum hollir. Skjótt vísti tað seg eisini, at onnur áhugamál enn fólkaheilsan vóru í kviksilvureitran. Tey, sum eitraðu um- hvørvið, t.d. kolfýrdu el- verkini kring heimin, og tey, ið seldu tunfisk og annan mat við høgum kvik- silvurinnihaldi, ræddust niðurstøður, sum søgdu, at kviksilvur var eitrandi. Miðskeiðis í nítiárunum løgdu vit til merkis fyrstu atfinningarsomu viðmerk- ingarnar til kanningarar- beiðið. Við árunum eru at- finningarnar vorðnar harð- ari og harðari, og vígvøll- urin hevur, sum ikki eina- ferð, verið í USA, har tað í einum vælvirkandi fólka- ræði ber til at siga sína meining sum áhugabólkur og einstaklingur. Í 1997 kunngjørdu vit í einum altjóða tíðarriti nið- urstøðuna viðvíkjandi sjey ára gomlum børnum, sum høvdu verið fyri kviksilvuri í móðurlívi. Kviksilvur- nøgdin í nalvasnórsblóði var í miðal (medianur) 24,2 mikrogram/litur; 25% høvdu meira enn 40 mikro- gram/l í nalvasnórsblóði. Mediana virðið í hári var 4,5 mikrogram/gram og 13% yvir 10 mikrogram/ gram. Hetta eru virði, sum eru einar 10-20 ferðir hægri enn tey, vit síggja í eitt nú Danmark. Kviksivlurnøgd- in vísti seg at hava samband við, hvussu nógvar grinda- døgurðar fólk søgdu seg eta um mánaðin og í nógv minni mun við fiskadøg- urðar. Selen í blóði var ikki serliga høgt og blýggj var lágt. Heilsustøðan hjá børnun- um var sum heild góð. Vit funnu einki barn, har ill- gruni var um, at kviksilvur hevði givið ávísiligt brek. Tann hagtalsliga viðgerðin sýndi tó nakrar saman- hangir soleiðis at skilja, at tá øll hesi 1000 børnini vóru viðgjørd undir einum, bar til at síggja, at ávísur førleiki mentist ella viknaði við vaksandi kviksilvuri. Vit ávístu samband mill- um kviksilvur og fleiri psykologisk meginumráði so sum mál, árvakni, minni, rørslu- og rúmsans. Hetta merkir ikki, at børnini í Føroyum eru minni gløgg enn børn í øðrum londum, men bert at kviksilvurið í móðurlívi tykist at virka negativt á andsevni teirra um 7 ára aldur. Ella sagt á annan hátt: um kviksilvur ikki var, høvdu tey klárað ymsu uppgávurnar enn betur. Myndugleikaviðgerðin í USA Í New Zealandi høvdu granskarar longu almanna- kunngjørt úrslit, sum peik- aðu sama veg sum okkara niðurstøður. Aðrar kann- ingar - gjørdar á oyggjun- um Seysjellunum í Indiska havinum - vístu tó ikki nakað ávíst nakað samband millum kviksilvur, og hvussu miðnervalagið starvar hjá børnum. Hesin munur elvdi til mikið kjak á granskara- stevnum, og at enda valdi so The White House Office of Science and Technology Policy í november 1998 at kalla til fundar í Raleigh, North Carolina, har 30 altjóða kendir serfrøðingar skuldu kjakast um kann- ingarnar2. Her vórðu førd fram nógv sjónarmið fyri og ímóti ymisku kanning- unum, men endin varð, at ikki bar til at taka eina endaliga støðu, sum ameri- kansku myndugleikarnir kundu nýta í sínum tilmæl- um um, hvussu nógv fólk kundu eta av kviksilvuri, uttan at heilsuvandi stóðst av tí. Amerikanska kon- gressin álegði tí US-EPA, sum er amerikanska um- hvørvisstýrið, at biðja National Research Council, sum er amerikanska natio- nala granskingarráðið, um at seta nevnd at kanna allar kviksilvurkanningarnar, sum vóru gjørdar í heimin- um. Í 2001 góvu teir út álit, sum er ein bók uppá 350 síður, og har er niðurstøð- an, at kanningar okkara vóru væl úr hondum greiddar, at spurningar, sum vóru reistir í Raleigh vóru svaraðir, at tað var rætt, sum vit høvdu gjørt, at nýta miðnervalagið at leggja markvirðið eftir, og at kanningarnar í Føroyum áttu at verða grundarlagið fyri markvirðinum hjá amerikansku umhvørvis- myndugleikunum3. Niðan- fyri loyvi eg mær at endur- geva nøkur petti úr saman- dráttinum í hesi bók: Á síðu 5: "Results from the three large epidemiological studies – the Seychelles, Faroe Islands, and New Zealand studies – have added sub- stantially to the body of know- ledge on brain development following long-term exposure to small amounts of MeHg. Each of the studies was well designed and carefully con- ducted, and each examined prenatal MeHg exposures within the range of the general U.S. population exposures. In the Faroe Islands and New Zealand studies, MeHg expo- sure was associated with poor neurodevelopmental out- comes, but no relation with outcome was seen in the Seychelles study." Á síðu 6: The committee concludes that there do not appear to be any serious flaws in the design and conduct of the Seychelles, Faroe Islands, and New Zealand studies that would preclude their use in a risk assessment. However, be- cause there is a large body of scientific evidence showing adverse neurodevelopmental effects, including well-desig- ned epidemiological studies, the committee concludes that an RfD should not be derived from a study, such as the Seychelles study, that did not observe any associations with MeHg. In comparing the studies that observed effects, the strengths of the New Zealand study include an ethnically mixed population and the use of end points that are more valid for predicting school performance. The advantages of the Faroe Islands study over the New Zealand study include a larger study population, the use of two measures of ex- posure (i.e., hair and umbilical- cord blood), extensive peer review in the epidemiological literature, and re-analysis in response to questions raised by panelists at a 1998 NIEHS workshop and by this com- mittee in the course of its deliberations. Á síðu 11: On the basis of its evaluation, the committee's consensus is that the value of EPA's current RfD for MeHg, 0.1 µg/kg per day, is a scientifically justifiable level for the protec- tion of public health. However, the committee recommends that the Iraqi study no longer be used as the scientific basis of the RfD. The RfD should still be based on the develop- mental neurotoxic effects of MeHg, but the Faroe Islands study should be used as the critical study for the derivation of the RfD. Hetta varð svarið til kon- gressina, sum hevði sett spurningin, og tað hevur síðani verið grundarlagið hjá teirra umhvørvisstýri fyri útsøgnini, at tað ikki er ráðiligt hjá amerikumonn- um at eta meiri enn 0,1 mikrogram av methylkvik- silvuri fyri hvørt kg av likamsvekt um dagin, tað teir rópa Reference Dose ella RfD. Amerikanskir myndugleikar ásannaðu, at umleið sekstitúsund kvinn- ur, ið vóru við barn, ótu meiri enn hetta, og teir ásannaðu, at kolfýrdu el- verk teirra áttu lut í dálk- ingin, eins og teir ásann- aðu, at matur sum tunfiskur og svørðfiskur viðvirkaðu stórliga til trupulleikan. Longu tá føroysku kann- ingarnar vórðu almanna- kunngjørdar á heysti 1997, skrivaði vísindatíðarritið New Scientist í eini odda- grein, at úrslitini í Føroyum áttu at hava við sær, at amerikansku kolfýrdu el- verkini settu filtur á skor- steinarnar; og at hetta fór at kosta tíggju milliardir doll- ars. Men tað var lítið í mun til, hvussu kviksilvur - sambært okkara kanning- um - ávirkar andsevnini hjá børnum. Markvirðið Tá ið amerikansku mynd- ugleikarnir nú siga, at RfD er 0,1 mikrogram fyri hvørt kg av likamsvekt um dagin, merkir tað, at ein føroying- ur, sum vigar 70 kg, bert kann loyva sær at eta 3,5 gram av grindatvøsti um dagin, um vit siga, at hvørt grammið av tvøsti inni- heldur 2 mikrogram av kviksilvuri. Falda vit tey 3,5 grammini við 30 døg- um, merkir tað, at um vit skulu lúka amerikansku krøvini, kunnu vit bert eta áleið 100 gram av tvøsti um mánaðin4. Seinni hevur ein arbeiðs- bólkur undir WHO og FAO (JEFCA (Joint FAO/WHO Expert Committee on Food Additives) eisini mett um trupulleikan, og teir hava - m.a. grundað á okkara kanningar - mælt til, at ráðiligt er at eta áleið tað dupulta. Teir áseta PTWI ella Provisional Tolerable Weekly Intake til 1,6 mikrogram fyri hvørt kilo av likamsvekt um vikuna5. Við øðrum orðum ber til at eta uml. 240 gram av tvøsti um mánaðin, um so er, at einki annað kviksilvur er í øllum hinum matinum. Vísindaligi kanningar- hátturin Tá vísindaligar kanningar verða gjørdar innan lækna- frøðina, er tað soleiðis, at úrslitini ikki verða roknað fyri vísind, fyrr enn tey eru almannakunngjørd í einum tíðarriti, sum hevur sett eina kanningarnevnd av ónevndum javnlíkum, at meta um kanningina. Vit hava gjøgnum árini al- mannakunngjørt ein hóp av greinum í altjóða tíðarrit- VIÐMERKINGAR Kviksilvurkanningarnar: Vísindi úti í heimi - møsn í Føroyum? Framhald á næstu síðu