hósdagur 10. februar 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hesaferð hava vit
myndir av handlinum
hjá Hans Jákup Olsen
á Doktaragrund úti á
Reyni
Frá 1899-1955 hevði Hans
Jákup Olsen matvøruhandil
í húsunum »í Tranti« á
Doktaragrund úti á Reyni í
Havn.
Handilin sæst uttast til
høgru á myndini (við pílin).
Innsettu myndirnar eru av
handlinum innan og av
Hans Jákup Olsen (1875-
1960). Hans Jákup var
kendur fyri at vera væl
hýrdur og í góðum lag,
gekk altíð og floytaði.
Leggið til merkis gongu-
breytina og rennusteinin
sum eru gjørd úr gróti.
Jens Olsen, sum síðst í
19.
øld
bygdi
húsini
»Handilsforeiningina« (har
sum Café Natúr er í dag),
byrjaði sítt viksemi í somu
húsum í Tranti.
Húsini beint fram á
myndini átti Carl á Lag, har
búðu fólk, sum arbeiddu
fisk hjá honum. Seinni
vórðu tey flutt niðan á
Sundsvegin, har sum einkj-
an eftir Carl á Lag (yngra),
Inge Krause Jensen, býr í
dag.
Tey, sum hava okkurt at
viðmerkja í samband við
hesar myndirnar, eru væl-
komin at seta seg í sam-
band við Birgar Johannes-
sen, ið savnar tilfar til
Havnar leksikon, á telefon
314647 / 273168.
Havnar leksikon:
Matvøruhandilin hjá Hans Jákup Olsen
➔
Myndin av Doktaragrund: Føroya Fornminnissavn
Innsettu myndirnar: Gudrun Rubeksen
Næstu ferð hava myndir av minustrúkaranum »Green Dolphin« hjá Thorshavns
Mælkeforsyning og Margarinefabrik
Poul gjørdist
kattakongur
Leygardagin skipaði Eyst-
uroyar
Froskmannafelag
fyri tunnusláing í bátahyl-
inum í Runavík. Ein rætti-
liga stórur partur av limun-
um í felagnum luttóku, eins
og myndin vísir.
Kattakongur
gjørdist
Poul Joensen úr Fuglafirði.
sb.
Teir kýta seg
við tunnu-
sláttrinum
í Runavík
Mynd:
Dinna Jensen