hósdagur 10. februar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 10. februar 2005
19
Discovery
ársins bilur
Land Rover Discovery
3 TDV6 Automatic er
kosin ársins bilur 2005
av stóra bretska bil-
magasininum "What
Car". Hetta er aðru
ferð, at teir hava kosið
Land Rover til Ársins
bil. Seinast var í 1998,
tá Land Rover Free-
lander, sum tann fyrsti
4x4, fekk hendan heið-
ur
Kelda: Land Rover Presse & PR
Ársins bilur
í USA
Ein felags dómsnevnd
frá USA og Kanada og
bilmagasinið "Motor
Trend"
hava
kosið
Chrysler 300C ársins
bil í USA. Chrysler
300C er ein best um-
tóktu bilum í USA og
Kanada.
Kelda: Motor Magasinet
Hyundai
í USA
Um nakrar vikur taka
Hyundai eina nýggja
bilverksmiðju í brúk í
Alabama í USA, ið
m.a. skal framleiða
nýggja Hyundai Sona-
ta. Hyundai eru í USA
kendir
fyri
góðan
kvalitet
Kelda: Motor Magasinet
Á bilaframsýningini
North American
International Auto-
mobile Show avdúkar
Audi konseptbilin
Allroad Quattro
Concept. Bilurin er
gjørdur í sambandi
við at 25 ár eru liðin
síðan fyrsti Audi
Quattro kom á
marknaðin
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hugsjónin hjá Audi við
Allroad Quattro Concept
er, at bilurin skal vera ein
heimsnýggjheit við tøkni-
ligum framstigum, ið koma
á marknaðin um nøkur ár.
Bilurin hevur so gott sum
sama karossarí sum nýggi
Audi A6 Avant, men hesin
sær munandi meira sports-
ligur út og er tað eisini.
Allroad Quattro Concept
er gjørdur í sambandi við at
25 ár eru liðin síðan fyrsti
Audi Quattro kom á markn-
aðin.
Til dømis hevur bilurin
optiskar
sensorar,
sum
registrera í hvørjum standi
vegurin er - um tað t.d. er
grús ella ísur á vegnum.
Hesir upplýsingar verða
sendar
til
elektronisku
stabilitetsskipanina (ESP)
og til frástøðureguleringina
(adaptive cruise control),
so hesar skipanir altíð virka
optimalt. Fríhæddin kann
eisini broytast frá 16-21
cm.
Bilurin er útgjørdur við
(Audi lane assist). Ein skip-
an sum ávarar móti vibra-
tiónum í rattinum, um bil-
førarin t.d. óviljað koyrir út
av vegnum. Ein onnur skip-
an (Audi side assist) regist-
rerar tá aðrir bilar nærkast,
eisini um teir koma frá
einum blindum vinkli frá
síðuni.
Motorurin er ein 4.0 litur
V8 TDI við commonrail
innspræning og "piezoin-
jektor". Talan er um ein
tann
mest
framkomna
motorin við 8 sylindarum í
heiminum. Við 286 hk og
einum snúningsmomenti
upp á 650 nm er bilurin
kvikur sum ein sportsbilur
og koyrir frá 0-100 km/t
upp á 6,4 sek. Toppferðin er
elektroniskt avmarkað til
250 km/t.
Audi Allroad Quattro Concept
Framkomin konseptbilur frá Audi
Audi Allroad Quattro Concept hevur so gott sum sama karossarí sum nýggi Audi A6 Avant, men hesin sær munandi meira sportsligur út. Motorurin er ein 4.0
litur V8 TDI við commonrail innspræning, "piezoinjektor" og 286 hk
Allroad Quattro Concept innan. Bilurin hevur nógvar inn-
bygdar og framkomnar skipanir, ið koma á marknaðin um
nøkur ár
Allroad Quattro Concept við
innbygdum spoilarum,
sportshjólum og tveimum
útstoytum