hósdagur 10. februar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • hósdagur • 10. februar 2005 • 79. árg.
Peugeot 1007 er ein av
mest kollveltandi
nýggheitum innan
smáar býbilar í mong
ár. Bilurin, ið er á
tremur við nýhugsan
og praktiskum
loysnum, kemur á
marknaðin seinni í ár
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Peugeot koma seinni í ár á
marknaðin við 1007, sum
verður ein spennandi bilur
við nógvari nýhugsan og
praktiskum loysnum.
Bilurin varð fyrstu ferð
sýndur fram sum konsept-
bilurin "Sésame" á Paris
Motor Show 2002, og
áhugin var so stórur fyri
bilinum, at Peugeot tók av-
gerð um at framleiða hann.
Eitt tað mest sermerkta
við Peugeot 1007 eru tær
stóru elektrisku dragihurð-
arnar, sum eisini eru við til
at geva bilinum eina sera
framkomna og smarta út-
stráling.
Síðuhurðarnar glíða aftur
og fram á skinnarum, og
eru sera væl egnaðar til
parkering har tað er trongt.
Onki við at ansa eftir at
hurðin ikki kemur ímóti
bilinum við síðuna av.
Hetta ger, at tað er lætt at
seta bilin frá sær í býnum.
Hurðarnar verða lætnar
upp og aftur við at trýsta á
knøttar á fjarstýringini,
instrumentborðinum ella á
hurðahandtøkunum.
Av
trygdarorsøkum
kunnu
hurðarnar ikki aktiverast,
um bilurin rullar við meira
ferð enn 5 km/t.
Hurðarnar eru so stórar,
at tað er eingin trupulleiki
at koma inn og út hjá teim-
um ferðandi á baksetrinum.
Kabinan er stór og rúm-
lig. Bilurin er 161 cm høg-
ur, og tað sæst væl aftur í
kabinuni, sum virkar stór í
mun til støddina á bilinum.
Kabinan er bygd upp í mo-
dulum og er merkt av at
vera liðilig við nógvari ný-
hugsan
og
praktiskum
loysnum. Eitt nú kann
støddin á viðførisrúminum
broytast frá 246 til 416
litrar.
Bilurin hevur allar trygd-
arskipanir og t.d. sjey air-
bag, alarm til trygdarbeltini
og Isofix-besløg til barna-
stólar.
Tríggir motorar vera at
velja ímillum, tveir bensin
og ein diesel. Bensinmotar-
nir vera ávikavist 1,4 litur
við 75 hk, og 1,6 litur við
110 hk. Dieselmotorurin
verður ein 1,4 litur HDi
commonrail turbodiesel við
70 hk.
Peugeot 1007 væntast á
marknaðin í summar, men
prísin vita vit einki um enn.
Peugeot 1007:
Praktiskur býbilur
Motorurin:
1,4 litur 4 syl. HDi 70 hk
turbodiesel v. commonrail
Oljunýtsla:
22,7 km/l
Dekkstødd:
175/65-14
Stødd og vekt
Longd
373,0 cm
Breidd
166,0 cm
Hædd
161,0 cm
Eginvekt
1.175 kg
Viðførisrúm
246-416 litrar
Peugeot 1007 1,4 HDi
Eitt tað mest sermerkta við Peugeot 1007 eru tær stóru elektrisku dragihurðarnar
Hurðarnar eru so stórar, at tað er eingin trupulleiki at koma
inn og út hjá teimum ferðandi á baksetrinum.
Kabinan er stór og rúmlig. Bilurin er 161 cm høgur, og tað
sæst væl aftur í kabinuni, sum virkar stór í mun til støddina á
bilinum
Peugeot 1007 er ein av mest kollveltandi nýggheitum innan
smáar býbilar í mong ár