Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 28 - 10. februar 2005 Blair leggur eftir Iran Í einari frágreiðing, sum ein nevnd hjá bretska Parla- mentinum hevði biðið um, skrivar Tony Blair, for- sætisráðharri, at eftir hansara tykki er eingin ivi um, at Iran stuðlar altjóða yvirgangi. Han sigur seg vera samdan við amerikanska forset- anum, George W. Bush, um, at prestastýrið í Teheran er tað stýrið í øllum heiminum, sum stuðlar yvirgang- inum mest. Í frágreiðingini mælir Blair prestastýrin- um til at gevast við hesum, og hann vil eisini hava Iran at sleppa øllum ætlanum um at fáa sær kjarn- orkuvápn, soleiðis sum ES og USA hava kravt. – Eg vóni inniliga, at framstig fara at henda í Mið- eystri, og at Iran er til reiðar at gera sítt til at hesi framstig heldur enn at forða teimum, skrivar Tony Blair í frágreiðingini til parlamentsnevndina. Tað var IRA Herfyri kunngjørdu bretsku myndugleikarnir, at tað var IRA, sum skipaði fyri einum stórum bankaráni í írska høvuðsstaðnum Dublin stutt fyri jól. Tað hevur IRA avsannað. Men altjóða nevndin, sum hevur eftirlit við vápna- hvíldini í Norðurírlandi, sigur nú, at hon er eisini komin til ta niðurstøðu, at tað var IRA, sum rændi Northern Bank. Írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, segði í gjár, at í frágreiðingini er eingin sum helst vi um, at IRA legði ránið til rættis og sendi sínar limir at fullføra tað. Hann vildi eisini vera við, at tann politiski vongurin av IRA, Sinn Fein, visti um ránið frammanundan. Bæði IRA og Sinn Fein hava avsannað, at teir høvdu nakað við ránið í Dublin at gera. Sum svar gjørdi IRA herfyri av at taka aftur eina tilsøgn um at beina fyri vápnunum, sum felagsskapurin framvegis hevur. Súreplir í politikki Fyri fyrstu ferð næstan 38 ár hava sýrisku myndug- leikarnir sagt seg vera til reiðar at keypa frukt og grønmeti frá bøndrunum í Golan-herunum, sum Ísrael hersetti í seks daga krígnum í 1967. Golan- herurnar vóru partur av Sýrialandi. Í fyrsta umfari hava sýrisku myndugleikarnir játtað at keypa 10.000 tons av súreplum frá bøndrunum. Talsmenn hjá stjórnini í Damaskus legja dent á, at handilin við súreplum hevur einki við tey politisku viðurskiftini ímillum Sýrialand og Ísrael at gera, og at tilsøgnin merkir als ikki, at Sýrialand er sinnað at slaka á nakran hátt. Ísraelskir talsmenn hava haraftur- ímóti tulkað sýrisku tilsøgnina, sum at stjórnin í Damaskus er viknað i kongunum eftir áhaldandi amerikanskt trýst. Sýriskir politikarar í útlegd eru samdir við teimum ísraelsku talsmonunum, og ein teirra sigur við New York Times, at súreplahandilin er uttann iva ein polit- isk roynd at nærkast Ísrael og at bøta um umdømið, sum Sýrialand hevur vestanfyri. Vinnaraseðil horvin Ein kvinna í Noregi var ovurfegin seinasta leygardag, tá hon sá, at hon hevði vunnið meiri enn f8imm milli- ónir krónur í lotto. Men gleðin varð stokkut, tí hóast Evelyn Brode hevur leitað í hvørjum króki, er vinnaraseðilin ikki at finna. Tann óhepna kvinnan hevur greitt veddingar- tænastuni frá, hvørji tøl hon skrivaði á seðilin, og at hon var í einari kiosk við honum týsdagin í síðstu viku. Videotólini í kioskini vísa eisini, at kvinnan var í kioskini stutt fyri klokkan fimm tann dagin, og maðurin í kioskini hevur eisini greit frá, at hann minnist tað. Men tað er ikki nóg mikið, tí veddingar- tænastan krevur at fáa vinnaraseðilin. Hjá Evelyn Brode er einki annað at gera uttan at halda fram at leita, um hon ikki hevur leitað alla- staðni longu. Veddingartænastan hevur uggað hana við, at vinningar, sum ikki verða heintaðir, verða goymdir í eitt ár. Men sjálvandi er vandi fyri, at onkur annar kan hava funnið vinnaraseðilin hjá Evelyn Brode, og so er gerst einki, skrivar VG. Svenska ákæruvaldið skal nú kanna, um forsætisráðharrin hevur tikið ímóti muturi SVØRÍKI Árni Joensen: fartekst@mail.dk Seinasta leygardag bleiv Gøran Persson tilnevndur heiðursdoktari við lærda hákúlan í býnum Ørebro. Men tilnevningin hevur elvt til nógv kjak, tí leiðslan á lærda háskúl- anum dylur ikki fyri, at avgerðin er ætlað sum eitt tøkk afturfyri, at Gøran Persson gjørdi sít til, at fyrverandi háskúlin fekk støðu sum lærdur háskúli í 1999. Nú hevur formaðurin í svensku muturkanningar- nevndini, Claes Beyer, bið- ið ákæruvaldið kanna, um málið kann roknast sum mutur. Hann vil eisini hava málið fyri dómsvaldið. – Er hetta ikki mutur, so noyðist eg at broyta mína uppfatan av, hvat mutur er fyri nakað, og so má eg geva mínum viðskiftafólki øðrvísi ráð enn higartil, sigur Claes Beyer við Aftenposten. Gøran Persson vil ikki gera nakrar viðmerkingar til skuldsetingina um mut- ur. Hann sigur bert, at hann undrast á tað orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp. Avgerðin hjá ES- nevndini at seta revsi- tiltøk í verk ímóti norsku alivinnuni er ein trupulleiki fyri viðurskiftini ímillum Noreg og ES LAKSASTRÍÐ Árni Joensen: fartekst@mail.dk Norska stjórnin er sera misnøgd við avgerðina hjá ES-nevndini at seta minsta- prís og innflutningskvotu á norskan laks. Málið verður mett so álvarssamt, at fyrradagin var Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharri, í Bruxelles og tosaði við formannin í ES-nevndini, José Manuel Baroso, um tað. Baroso umbar seg við, at ES-nevndin hevði einki í at velja, men Kjell Magne Bondevik var als ikki nøgd- ur við ta frágreiðingina. – Vit eru ósamdir um hendan spurningin, og vit duga ikki at síggja, at ES- nevndin kann rættvísgera sína avgerð. Í okkara huga- heimi er hetta ein spurning- ur um frían handil og kapp- ing, segði norski forsætis- ráðharrin aftan á fundin við Baroso. Baroso svaraði at sam- bært kanningunum hjá nevndini hava norðmenn selt laks fyri ein prís, sum er niðan fyri framleiðslu- prísin, og hann vísti aftur, at avgerðin hjá nevndini er í stríð við frían handil. Norska stjórnin hevur fyrr sagt, at hon umhugsar at leggja avgerðina hjá ES- nevndini fyri altjóða handilsfelagskapin WTO, og tað endurtók Kjaell Magne Bondevik í Bruxel- les. UTTAN ÚR HEIMI Laksamálið órógvar viðurskiftini ímillum Noreg og ES Laksastríðið órógvar viðurskiftini ímillum Noreg og ES Gøran Persson lagdur undir mutur Gøran Persson er tilnevndur heiðursdoktari, men spurningurin er, um talan er um mutur