Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 10. februar 2005 25 UTTAN ÚR HEIMI Mimi gevst eisini Heldur ikki hesaferð eydnaðist tað Centrums- demokratunum at sleppa í Fólkatingið, og nú gevst forkvinnan. Mimi Jacobsen hevur verið ímyndin av Centrumsdemokratunu m, síðani pápi hennara, Erhard Jacobsen, sáli, legði frá sær, men eftir tvær miseydnaðar royndir at fáa umboð í Fólkatinginum, gevst hon. – Eg haldi fram fyri- bils, men eg stilli ikki uppaftur, segði Mimi Jacobsen, eftir at tað var vorðið greitt, at flokkur hennara hevði fingið bara eitt prosent av at- kvøðunum. Avgerð hennara merkir kortini ikki, at flokkurin verður niðurlagdur, men eins og hjá Sosialdemokrat- unum er eit ættarliðs- skifti á veg. Aftur- val í Grøn- landi Lars Emil Johansen og Kubik Kleist vórðu afturvaldir. Tey bæði grønlendsku umboðini í Fólkating- inum eru tey somu sum undan valinum. Á listanum hjá Siumut varð Lars Emil Johan- sen afturvaldur, og velj- ararnir hjá Inuit Ata- qatigiit gjørdu eisini av at velja Kubik Kleist aftur í Fólkatingið. Siumut hevði eitt gott val og fekk 33,6 prosent av atkvøðunum. Lars Emil Johansen segði gjáranáttina, at valúr- slitið er ein viðurkenn- ing av arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum, sum teir báðir manna saman við Høgna Hoy- dal. Fólkatingsvalið gjørdist ein vanlukka fyri Sosialdemokrat- arnar, og tí skal flokk- urin enn eina ferð finna sær nýgjan for- mann DANSKA VALIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var ein ikki sørt rørdur Mogens Lykketoft, sum fyrrakvøldið fór á pallin í Copenhagen Jazzhouse og kunngjørdi, at hann fer frá sum formaður hjá Sosial- demokratunum. Flokkurin hevði eitt vánaligt val og misti fimm umboð í Fólka- tinginum. Mogens Lykketoft tók við formansstarvinum eftir Poul Nyrup Rasmussen fyri tveimum árum síðani. Longu tá vóru røddir í flokkinum, sum heldur vildu hava eit ættarliðsskifti í leiðsluni eftir tað gamla liðið við Nyrup, Lykketoft, Svens Auken og Ritt Bjerregaard, og nógv bendir á, at hesi fáa sín vilja nú. Spurningurin er so, hvussu stórt ættarliðsskiftið verður. Tað er greitt, at menn sum Henrik Dam Kristensen, ES-tinglimur og fyrrverandi ráðharri, og Frank Jensen, fólkatings- maður og fyrrverandi ráð- harri, liggja framvið, men sterkar kreftir í flokkinum halda, at teir eru longu vorðnir ov gamlir, skal talan verða um eitt veruligt ættarliðsskifti. Hesi vilja heldur hava heilt ungar kreftir í leiðsluna, og longu valkvøldið vóru nøvn sum Morten Bødskov, Jeppe Kofod og Mette Frederik- sen at hoyra. Tey eru ung, men hava longu vunnið sær pláss sum framsøgufólk hjá flokkinum í ávikavist rætt- armálum, uttanríkismálum og mentamálum. Lesið meira um hetta á síðu 22. Fyri fyrstu ferð eydn- aðist tað einum for- sætisráðharra úr Vinstra at verða aft- urvaldur til stjórnar- leiðara. Men valúr- slitið fer uttan iva at seta honum krøv DANSKA VALIÐ Árni Joensen faerekst@mail.dk Hóast tann stóri stjórnar- flokkurin misti fýra fólka- tingslimir, var Anders Fogh Rasmussen, forsætisráð- harri, ovurfegin um úrslitið. – Stjórnin er sterkari nú, enn hon var undan valinum, segði hann við tey mongu viðhaldsfólkini, sum vóru komin saman í valhølinum hjá Vinstra at halda val- kvøldið. Tað kom heldur óvart á eygleiðararnar í Keyp- mannahavn, at Vinstri misti fýra tinglimir, men forsæt- isráðharrin segði seg fegn- ast um, at hin stjórnar- flokkurin, Tey Konservat- ivu, hevði eitt gott val og fekk tveir tinglimir afturat. Hetta er fyrstu ferð í 21 ár, at flokkurin hevur økt sítt tingmanatal. Spurningurin er so, hvussu afturgongdin hjá Vinstra og framgongdin hjá Teimum Konservativu fer at síggjast aftur í stjórnar- samstarvinum. Konservat- ivi formaðurin, Bendt Bendtsen, bleiv spurdur, um hetta kann hava við sær, at flokkurin fer at krevja fleiri ráðharrar enn teir átta, sum hann hevur havt sein- asta valskeið, men hann vildi ikki svara. Aðrir ting- menn hjá flokkinum hava tó longu gjørt vart við, at framgongdin skal síggjast aftur í politikkinum tey næstu árini, og tað kann millum annað benda á, at flokkurin fer at leggja dent á skattalætta, sum hevur verið eitt av evnunum hjá flokkinum undir val- stríðnum. Samstundis er tað greitt, at stuðulsflokkurin hjá stjórnini, Danski Fólka- flokkurin, fer at seta stjórn- arflokkunum fleiri treytir aftur fyri samstarv. Flokk- urin fekk tveir tinglimir afturat, og Pia Kjærsgaard, floksformaður, segði val- kvøldið, úirslitið er ein áheitan á flokkin um at halda fram við stuðulinum til stjórnina. Men hon legði dent á, at Danski Fólka- flokkurin vil hava størri ávirkan á politikkin í næsta valskeiði. Hinvegin fer flokkurin ikki at krevja ráðharrasessir - ikki enn. Søguligt úrslit í Danmark Anders Fogh Rasmussen fegnaðist um, at stjórnin kann halda fram, sjálvt um flokkur hansara misti fýra tinglimir Aftur at leita eftir formanni Tað var ein rørdur Mogens Lykketoft, sum kunngjørdi, at hann fer frá sum floksformaður hjá Sosialdemokratunum