hósdagur 10. februar 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • hósdagur • 10. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Eingin styrkur til VÍF
Gongur strúkandi hjá John
Vestmenningar fara
ikki at leita eftir
styrki til liðið, nú
tríggir av stuðulsleik-
arunum eru skaddir,
og kappingin nærkast
endanum
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur verið gitt, at VÍF
fór at leita sær eftir onkr-
um spælara, sum kundi
styrkt um liðið, nú vest-
menningar hava mist Áka
Olsen, Inga Olsen og Áka
G. Olsen í fleiri av teimum
avgerandi dystunum í enda-
spurtinum í landskapp-
ingini. Men formaðurin í
VÍF vísir hesum gitingum
aftur.
Allir mugu lyfta
Eyðun Leo, formaður í VÍF,
sigur, at spurningurin hevur
verið umrøddur á nevndar-
fundi í VÍF, og leiðslan í
felagnum hevur eisini við-
gjørt málið saman við
venjaranum Dia Midjord.
– Vit eru komin til ta
niðurstøðu, at vit gera einki
við tað. Tað fólkið, ið vit
hava, noyðist nú at lyfta eitt
sindur meiri, og allir noyð-
ast at taka ábyrgd, sigur
Eyðun Leo, sum viðgong-
ur, at tað er ein sera stórur
missur fyri liðið, at teir
tríggir áðurnevndu leikar-
arnir ikki eru tøkir næstu
dystirnar.
Formaðurin í VÍF sigur
eisini, at í slíkum málum,
har støða skal takast til
møguligan leikarastyrk, er
tað venjarin, sum hevur
seinasta orðið, og Dia Mid-
jord hevur sagt, at tað
verður tað fólkið, sum VÌF
hevur, ið skal royna at verja
oddasessin hjá liðnum.
Fyrrverandi føroyski
landsliðsleikarin John
Petersen hevur fingið
eina flúgvandi byrjan
í nýggja felagi sínum
Holstebro. Í teimum
trimum venjingar-
dystunum, sum
Holstebro higartil
hevur spælt, hevur
John skorað fimm
ferðir
ÚTISETI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ikki kann sigast annað, enn
at John Petersen hevur gjørt
vart við seg í nýggja felagi
sínum, Holstebro Bold-
klub, sum til dagligt spælir
í donsku 2. deild, ið er trið-
fremsta deildin í Danmark.
Fimm mál í trimum
dystum
Sum vit eisini hava umrøtt í
Sosialinum áður, so skeyt
tvey mál í fyrsta venjingar-
dystinum hjá Holstebro á
árinum. Tá blivu bæði mál-
ini skotin upp á brotsspark,
men í teimum næstu dyst-
unum prógvaði John, at tað
ikki bert er úr ellivu metr-
um, at hann finnur vegin til
meskarnar.
Í næsta venjingardystin-
um leikti Holstebro móti
Tjørring, og tá var John á
vøllinum teir fyrstu 45
minuttirnar. Tá hevði John
longu prógvað sítt virði við
at hava skotið tvey mál fyri
Holstebro. Fyrra málið
kom, tá ið hann gjørdist
leysur við málverjanum og
hegnisliga lyfti upp um
málverjan. Nakað seinni
økti John til 2-0, tá ið hann
skallaði bóltin í netið eftir
innlegg úr høgru síðu.
Holstebro vann dystin 3-
2, eftir at teir høvdu verið á
odda 3-0 í hálvleikinum.
Mánakvøldið var so aftur
ein
venjingardystur
á
skránni. Hesaferð var mót-
støðuliði Viborg Sønder-
marken, sum spælir í kvali-
fikatiónskappnigini til 2.
deild. Holstebro vann dyst-
in 4-1, og John Petersen
skoraði málið til 2-0 mið-
skeiðis í fyrra hálvleiki.
Sostatt hevur John Peter-
sen fingið eina flúgvandi
byrjan í Holstebro, og
spurningurin er so, um
landsliðsvenjararnir fara at
royna at lokka skálamannin
at taka enn eitt tørn á lands-
liðnum.
Ósigur
til Holte
Bárður Mikkelsen
fekk skaða undir
upphitingini, tá ið
Holte IF tapti 2-3
fyri Middelfart VK í
farnu viku.
FLOGBÓLTSÚTISETAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Dysturin móti Middelfart
gjørdist dýrur fyri Holte,
sum fekk ikki færri enn
tríggjar mans skaddar í
sambandi við dystin.
Taklaður av
mótspælara
Sum áðurnevnt fekk Bárð-
ur skaða longu undir upp-
hitingini, tá ið ein leikari
hjá Middelfart, sum av
einari ella aðrari orsøk var
á Holte-hálvuni, rann inn í
Bárð, sum koykti sær fót-
in. Hetta var dyggur
smeitur fyri Holte, tí
Bárður var einasti hevarin,
ið teir høvdu við til dystin.
Bárður royndi tó at spæla
eina løtu, men tað var
trupult hjá honum at flyta
seg runt á vøllinum.
Bæði Steinar Eirikstoft
og Ragnar í Haraldsstovu
vóru eisini við á liðnum
hjá Holte, og teir spældu
báðir ein góðan dyst,
frætta vit úr Danmark.
Middelfart vann fyrsta
settið tepurt, men tvey tey
næstu var tað Holte, sum
var omaná. Síðani vann
Middelfart fjórða settið,
og tí var neyðugt við ein-
um javnbrótara, sum Mid-
delfart vann greitt 15-8.
Holte IF liggur tó fram-
vegis næstfremst í sínum
bólki í kappingini um at
vinna kvalifikatión til
elitudeildina.
Ein annar føroyskur flog-
bóltsspælari í Danmark,
Jóhann Nielsen, vann
saman við liði sínum, Am-
ager VK, 3-2 á Hvidovre í
farnu viku. Eisini lands-
liðsleikarin Suni Juul Pet-
ersen er farin at spæla
flogbólt í Danmark. Hann
er farin til Odense í lestr-
arørindum og spælir nú
við DHG Odense í enda-
pælinum í elitudeildini.
Fríggjakvøldið vunnu teir
3-2 á útivølli móti Lyngby
Volley.
VÍF fer ikki at leita eftir nøkrum avloysara fyri teir tríggjar skaddu lykaleikararnar, Áka G.
Olsen, Áka Olsen og Inga Olsen.
Mynd: Álvur Haraldsen
John Petersen hevur fingið
eina flúgvandi byrjan í
Holstebro, har hann hevur
skorað fimm mál í trimum
teimum fyrstu venjingar-
dystunum
savnsmynd
Føroyskur dómari í finalunum
Tá ið steypafinalurnar í flogbólti verða leiktar komandi
leygardag verður tað við einum føroyingi sum høvuðs-
dómara. Vanliga hevur Flogbóltssambandið fingið út-
lendskan dómara til finalurnar, men hesaferð verður tað
okkara egni altjóða dómari, Jan Hentze, ið skal døma
finalurnar millum ávíkavist TB og Mjølnir hjá kvinnun-
um og TB og SÍ hjá monnunum. Hjálpardómari hjá Jan
Hentze verður Tummas Óli Mortensen.
tn