Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. februar 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ein av teimum mongu útlendsku siðunum, sum seinnu árini hevur bitið seg alt meira fastan í Føroyum, er sonevndi Valentine dagurin Júst hvaðani søgnin um Valentine stavar, er eitt sindur ilt at siga, men í øllum førum er greitt, hvat hendan snýr seg um. Kær- leika. Ein søga sigur, at í triðju øld, tá Claudius keisari fann útav, at ógiftir menn vóru betri hermenn enn teir giftu, so forbjóðaði hann ungum monnum at gifta seg. Men Valentine, sum var prestur, setti seg upp ímóti Claudius og helt áfram at gifta ung elskandi, og tá hann varð uppdag- aður, varð hann dømdur til deyðis. Ein onnur søga vil vera við, at Valentine var tann fyrsti, sum nakrantíð sendi eina Valentines heilsu. Hann var í fongsli, og hevði forelskað seg í eini gentu. Beint áðrenn hann skuldi drepast, sendi hann eitt bræv, sum varð undir- skrivað "From your Valentine" - ein heilsan, sum verður brúkt tann dagin í dag. Hvussu er og ikki, so verður 14. februar um stór- an part av heiminum nýttur sum dagurin, har elskandi skulu vísa hvørjum øðrum á kærleikan teirra millum. Og sum við so mongum øðrum, so hevur hesin siðurin eisini funnið vegin fram til handilslívið. Tilboð um góðar døgurðar, leigan av romantiskum filmum, vakrar blómar og lekrar sjokulátu-eskjur eru at síggja í nærum hvørjum sýnisglugga. Tilboðini eru nógv, og tá føroyingar eisini hava tikið siðin til sín, so er bert eitt at gera. Út í býin mánadagin, soleiðis at hann ella hon, sum tú ert góður við, eisini kann merkja, at hesin dagurin er nakað serligt. Nakað enn meira serligt enn hinir 364 dagarnir í álmanakkanum. Valentine er eisini í Føroyum