Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 29 - 11. februar 2005 Størsta legatið verður latið Landsins størsta leg- at, Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, verður latið fríggja- dagin GÁVUGÓÐS tíðindaskriv Fríggjadagin 11. februar klokkan 10. verður gávu- góðs latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Thorvald Poulsen av Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list, og hann stovnaði grunnin, sum ber navn hansara. Endamálið hjá grunninum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Nevndin í grunninum er mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, sum formanni, formanninum í LISA og formanninum í Føroya Lærarafelag. Tey eru í løtuni Jóan Pauli Jo- ensen, Jenny C. Petersen og Jóhannes Eli Iversen. Gávuðgóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001. Tá fekk listakvinnan Rannvá Kunoy 60.000 krónur úr grunninum. Í 2002 fingu 3 listafólk gávu úr grunn- inum. Trombone spælarin Andrass Olsen fekk 60.000 krónur, filmsleik- stjórin Teitur Árnason og rithøvundurin Petur Elias Askham Guttesen fingu hvør sínar 25.000. krónur. Í 2003 fekk tónleikarin og tónaskaldið Tróndur Bogason 60.000 krónur. Í fjør fingu trý ung lista- fólk gávugóðs, tey vóru Marjun Kjelnæs, rithøv- undur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari, og Eivør Páls- dóttir, songkvinna, tey fingu 25.000 kr. í part. Handanin, sum er al- menn, verður á Seturs- skrivstovuni á Fróðskap- arsetrinum Thorvalds Poulsen av Steinum – Eg føli at eg geri mun – Tað ber ikki til við orðum at lýsa oyði- leggingarnar í Banda Aceh. Tær eru sera ógvusligar, men tað eru eisini glottar, sig- ur Ingrid Holm, sum hevur verið til arbeið- is í Indonesien í eina viku NEYÐHJÁLP Løgmansskrivstovan – Samfelagið er so spaku- liga við at koma í gongd aftur, tó er tað sera trupult, greiðir Ingrid Holm frá um fylgisveinatelefon úr Banda Aceh. Tað er nú góð vika síðani sjúkrarrøktarfrøðingurin Ingrid Holm fór til Indone- sia at luttaka í neyðhjálpar- arbeiðinum á flytbaru skaðastovuni, sum danska tilbúgvingarstýrið hevur sent til Banda Aceh í Indon- esia. Indonesia er tað landið í Asien ið varð meinast rakt av Tsunami-flóðalduni. Av tí at so nógv fólk hava latið lív, er eingin at røkja nógv týdningarmikil størv, og stórir partar av samfel- agum virka ikki. Arbeitt verður nú við at fáa indonesar at taka yvir, har sum altjóða neyðhjálp- ararbeiðið er. Góður máti at veita neyðhjálp Sjálv er Ingrid, við sínum drúgvu royndum, væl fyri- reikað at taka stóru avbjóð- ingina, at starvast í einum øki har ein stór vanlukka er hend. Tað er krevjandi at búgva í legum, og tað elvir javnan til trupulleikar, tá nógv fólk ymsastaðni frá skulu samstarva. Men Ingrid Holm sigur seg fáa nógv burturúr. – Eg síggi, at eg við mín- um førleika geri mun, sigur Ingrid, sum metir, at Føroy- ar eiga at luttaka beinleiðis í neyðhjálpini. Hon er púra sannførd um, at føroyingar eiga nógv fólk, sum kunnu gera eitt munagott arbeiði undir tílíkum umstøðum. Flestu londini hava sent lið avstað til neyðhjálparar- beiðið, men Ingrid er einsa- møll úr Føroyum, og tað heldur hon vera ein vansa. – Eg haldi, at tað hevði verið eitt gott hugskot, at sent, t.d. ein føroyskan skurðlækna og tveir skurð- sjúkrarrøktarfrøðingar av- stað saman, sigur Ingrid Holm. Hevur tað gott Ingrid sigur at hon hevur tað gott, hóast hitin í Banda Ac- eh liggur omanfyri 35 stig. – Stórt sæð fer øll tíðin við at arbeiða, eta og sova. Her er nógv at gera, greiðir Ingrid frá. Ein dag hevur hon tó ver- ið og sæð hvussu sær út í Banda Aceh-økinum, ið liggur har har norðuri á indonesisku oynni Sum- atra. Einki alnóta- ella van- ligt telefonsamband er við leguna í Banda Aceh, tí er tað trupult hjá Ingrid at geva boð frá sær. Einasta samband við leg- una er um fylgisvein, men hetta samband er óstøðugt, skrivar heimasíðan hjá Løgmansskrivstovuni. Álvari og gaman fylgdust, tá 300 juni- orar úr øllum landin- um hittust til legu í Leguhúsinum í Nesvík BARNAARBEIÐI Snorri Brend Hesi seinastu árini er eitt stórt andaligt arbeiði farið fram fyri børnini og tey ungu. Ein bólkur, ið liggur millum hesar báðar, eru juniorarnir – tað vil siga, tey sum ganga í 5. flokki og uppeftir. Men eyguni eru so líðandi eisini farin at venda sær móti hesum ungu dreingjunum og gentunum. Í fleiri missiónshúsum og samkomuhúsum kring land- ið hevur ein tí í dag skipað hetta í eina serstaka grein, sum beinleiðis vendir sær til henda aldursbólkin. Tey savnast regluliga til juniormøtir, men hava eis- ini áhuga fyri at hitta onnur ung í teirra aldri. Hetta høvið fingu tey seinasta vikuskiftið í Leguhúsinum í Nesvík, tá henda junior- legan var á skránni. Nærkast meti Tað var annars ikki nógv sum bendi á, at henda legan skuldi gerast veruleiki. Í vikuni undan leguni var talið av luttakarum so mik- ið lágt, at fyrireikarnir ivað- ust í um legan yvirhøvur gjørdist veruleiki. Men fáar dagar undan leguni streymaðu tilmeld- ingarnar inn í slíkum tali, at eingin ivi var um úrslitið: Juniorlegan gjørdist veru- leiki. Tá upptalt varð vóru nær- um 300 ungfólk teknaði til leguna. Saman við leiðar- um og hjálparfólki var talið av luttakarum hetta viku- skiftið um tey 320 – og man tað fara at nærkast einum meti hjá leguhúsinum. Legan byrjaði fríggja- kvøld og endaði leygar- kvøld, tá teir troyttu, men kortini fegnu luttakararnir fóru í hvør sína ætt. Skapanin Á eini slíkari legu er altíð nógv á skránni, sjálvt um legan er stutt og skráin umfatandi. Evni fyri leguna hesaferð var um Skapanina, har Ejvind Mouritsen úr Havn segði frá. Tíð var eisini til annað slag av undirvísing, m.a. við vitjan av einum trúboðarapari úr Afrika. Millum øll hesi tiltøkini var gott høvi hjá hesum ungu at tosa saman og hugna sær saman við øllum hinum. Og sjálvandi varð eisini nakað keypt í kiosk- ini, ta løtuna hon var opin. Ingrid Holm ger seg til reiðar til ta longu ferðina eystur um hav. Hon er nú komin til arbeiðis – og har hevur hon nóg mikið at gera 300 ungfólk hugnaðu sær í Nesvík Tey sótu so hugagóð og lurtaðu eftir undirvísingini