fríggjadagur 11. februar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2005
5
Kaj Leo Johannesen
skal vigast av nýggjum
Nú sambandsflokkur-
in enn einaferð hevur
fingið ein lúsing á
einum vali, fer flokk-
urin at taka støðu til
um Kaj Leo Johanne-
sen er tann rætti at
vera formaður
floksins
FORMANSVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skal Kaj Leo Johannesen
halda fram sum formaður í
sambandsflokkinum.
Hetta er ein spurningur,
sum flokkurin fer at viðgera
í kjalarvørrinum á tí sera
vánaliga fólkatings-valinum
týsdagin,
har
flokkurin
gjørdust minstur av teimum
fýra stóru flokkunum.
Í Útvarpinum mikudagin
róði
gamli
oddamaður
floksins, Edmund Joensen,
uppundir, at flokkurin átti at
viðgera leiðsluspurningin.
Eisini Johan Dahl, ting-
maður sambandsfloksins úr
Suðuroy, heldur, at tað eru
viðurskifti í sambands-
flokkinum, sum tað ikki
slepst undan at endurskoða.
– Vit mugu seta okkum
niður at greina, hví tað
gekk so illa, sigur hann.
Tá ið vit spyrja hann, hvat
hann meinar við ítøkiliga
vísur hann til samrøðuna,
sum Útvarpið hevði við Ed-
mund Joensen á miku-
dagin.
– Har haldi eg, at tað varð
sagt nokk so greitt, hvørji
stig tað er neyðugt at taka.
Sostatt sipar hann eisini til
tað, sum Edmund Joensen
rør framundir, at tað verður
neyðugt at endurskoða for-
mansskapin í flokkinum.
– Vit mugu staðfesta, at
vit hava ein trupulleika.
Kanska er tað ein leiðslu-
trupulleiki. Kanska er tað
uppleggini til valini, sum
ikki eru nóg góð. Men
teimum hevur leiðslan eis-
ini høvuðsábyrgdina av. Tí
eru alt hetta viðurskifti,
sum tað verður neyðugt at
endurskoða.
– Í øllum førum mugu vit
staðfesta, tí tað er í Suður-
streymi, haðani leiðslan er,
at valúrslitið ferð eftir ferð
svíkur so dyggiliga og
rennur flokkin um koll.
Er Kaj Leo Johannesen
rætti formaðurin hjá sam-
bandsflokkinum?
– Tað fari eg ikki at við-
gera alment. Tað er ein
viðgerð, sum hoyrir heima
innanfloks. Men skulu vit
brúka valúrslitið sum baro-
metur, er tað ikki nóg gott.
Men tað er ikki bara for-
maðurin, sum hevur skyld-
ina. Og eitt er vist og tað er,
at sambandsflokkurin tolir
ikki fkeiri brestir av hesum
slagnum.
Hava givið bakslag
Johan Dahl sigur, at tað er
heilt avgerandi fyri flokkin,
at undirtøkan í Suður-
streymoy verður bygd upp-
aftur. Tað er nógv størsta
valdømi í landinum og er tí
rættiliga avgerandi fyri,
hvussu samlaða valúrslitið
verður.
Hann her heilt sannførd-
ur um, at tær avgerðir, sum
eru tiknar í valfelagnum í
Suðurstreymoy, hava givið
bakslag.
Hann hugsar bæði um
tað, sum oddafólk flokksins
søgdu og skrivaðu, tá ið
hann noydust úr landsstýr-
inum og hann hugsar eisini
um tað, sum fór fram, tá ið
Heðin
Mortensen
varð
koyrdur, ella kroystur úr
flokkinum.
– Eg haldi framvegis, at
tað var eitt mistak, at koyra
Heðin Mortensen úr flokk-
inum. Ein átala átti at verið
nóg mikið, tí at koyra ein
lim úr flokkinum, er eitt so
stórt stig, at tað stendur als
ikki mát við "brotsverkið"
hjá Heðin Mortensen.
– Uppstillingin í Suður-
streymoy hevur verið vána-
lig og tað kann bara merka,
at valevnini ikki vóru tey
røttu. Eg ivist ikki í, at
Heðin Mortensen hevði
kunnað drigið nakrar at-
kvøður afturat til flokkin,
sigur Johan Dahl.
– Tað er heilt skilligt, at
rumblið, sum hevur verið í
flokkinum, hevur skatt
hann. Og tað er eisini ein
sannroynd, at upprunin til
rumblið, er tað valdømið,
sum so dyggiliga tapti val-
ið. Og tað er Suður-
streymoy og harvið allur
flokkurin, revsaður fyri.
Annars
ynskir
Johan
Dahl teimum valdu fólka-
tingsmonnunum, Anfinni
Kallsberg og Høgna Hoy-
dal hjartaliga tillukku við
valinum og eina hepna
hond við arbeiðnum og
góðan arbeiðshug.
Neyðugt við støðufesti
Sostatt slepst ikki undan, at
flokkurin fer at viðgera
leiðsluspurningin,
hóast
Utvarpið
mikukvøldið
kundi boða frá, at valfelagið
í Suðurstreymoy og í Eyst-
uroy, sum eru tey størstu,
stuðla formanninum,
Sjálvur hevur Kaj Leo
Johannesen boðað frá, at
hann hevur ongar ætlanir
um at taka seg sefg aftur
sum formann.
Hann vísir á, at tað er
neyðugt við støðufesti í
flokkinm og tað fæst ikki
við at skifta formann ann-
aðhvørt ár.
Hann heldur eisini, at
hann eigur at fáa eitt rími-
ligt skotbrá at fáa flokkin á
føtur aftur.
Higartil hevur hann sitið
eitt ár og tað heldur hann er
alt ov lítið.
– Tað hevði ærligari
mótvegis veljarunum
at tað bara vóru eini
fýra fimm valevni á
hvørjum lista til
fólkatingsvalið,
heldur løgmaður
UPPSTILLING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Úrslitið av fólkatingsval-
inum týsdagin er ein greið
ábending um, at vit eiga at
umhugsa
av
nýggjum,
hvussu listarnir til fólka-
tingsvalið skulu mannast.
Tað heldur Jóannes Eid-
esgaard, løgmaður.
Hann sigur, at valið
týsdagin er eitt greitt tekin
um, at veljarin vil ikki
tveita atkvøðuna burtur við
at seta krossin við valevni,
sum hann veit, ikki fara á
fólkatingsval kortini.
Hann sipar til sítt egna
val, har hann fekk góðar
1100 atkvøður á fólkatings-
valinum hesuferð. Á sein-
asta fólkatingsvalið fekk
hann yvir 3000.
– Hetta taki eg sum eitt
tekin um, at veljarin vil ikki
velja meg, tí eg hevði ikki
farið á fólkating kortini. Tí
snúði valið seg meiri um,
hvør fór at verða nummar
tvey á javnaðarlistanum.
– Allir landsstýrismenn-
inir og løgmaður stillaðu
upp til valið, men tað var
ógvuliga smábýtt við at-
kvøðum til tey.
– Hetta kemst helst av, at
veljarin veit, at tað kann
gera tað sama at seta kross-
in við tey, tí tey fara ikki á
fólkating kortini.
Lítið virðiligt
Nú er støðan tann, at nógvir
flokkar hava nøkur og tjúgu
valevni á listanum.
– Tað ger, at tað eru so
ómetaliga nógv av teimum,
sum fáa ógvuliga fáar
atkvøður. Samstundis hava
flokkarnir ongan møgu-
leika at føra tey fram og tey
flestu av valevnunu.
– Hetta er ikki ein virði-
lig støða at setahesi valevni
í, bara fyri at hava nógv
nøvn á listanum, heldur
Jóannes Eidesgaard.
Hann tekur tí undir við
tankanum um at flokkarnir
hereftir skulu hereftir bara
stilla eini fýra, fimm val-
evni upp á hvørjum lista til
fólkatingsvalið.
– Tað hevði verið rætt at
allir flokkarnir avtalaðu, at
teir skuldu ikki stilla meiri
enn eini fýra fimm valevni
upp á hvørjum lista og at
hetta vóru valevni, sum
vóru sinnað at fara á Fólka-
ting, skuldu tey verðið vald.
Løgmaður heldur, at tað
hevði verið ærligari mót-
vegis veljarunum
Hann kundi tí hugsa sær
eitt alment kjak um hesi
viðurskifti.
– Rumblið, sum hevur verið í
flokkinum, hevur skatt
okkum. Og tað er eisini ein
sannroynd, at upprunin til
rumblið, er Suðurstreymoyar
valdømið og tað er hetta
valdømið, sum so dyggiliga
tapti valið, sigur Johan Dahl,
tingmaður fyri
sambandsflokkin
Veljarin vil ikki
tveita atkvøðuna burtur
MYND AV LØGMANNI
– Veljarin vil ikki tveita
atkvøðuna burtur og tí hevði
tað verið ærligari bara at
havt fýra ella fimm valevni á
hvørjum lista, heldur
løgmaður