Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 29 - 11. februar 2005 Eyðun hitar upp á Tvøroyri Leygarkvøldið fer Eyð- un Nolsøe at spæla í TB- húsinum á Tvøroyri. Hetta er seinasta al- menna upphitingin, áðrenn hann skal vera við í Prix Føroyum seinni í hesum mán- aðinum. Eyðun Nolsøe hevur góðar tónleikarar afturat sær. Kim Hansen, Jens Marni Hansen, James Olsen og Johannus á Rógvu spæla undir, og Eyðun Nolsøe syngur og spælir kassagittar. Eyðun Nolsøe hevur skrivað nýggjar sangir til Prix Føroyar tón- leikakappingina, og hes- ir sangir verða millum tað, sum hann fer at spæla á Tvøroyri leygar- kvøldið. Bussar koyra í sam- bandi við tiltakið Konsert við Eivør og KaSahópinum Leygardagin 19. februar verður stórsligin kon- sertframførsla við Eivør Pálsdóttir og íslendska KaSahópinum í Norður- landahúsinum. KaSahópurinn varð stovnaður í 2001, og hevur hann síðan tá regluliga havt konsertir bæði í Íslandi og aðra- staðnis, millum annað í Japan. Tað eru íslendskar kvinnur, ið mannað bólkin hesaferð. Kvinn- urnar, ið eru við, eru hesar: Nína Margrét Grímsdóttir, ið spælir klaver, Sif M. Tulinius og Helga Þórarinsdóttir, báðar á violin, Áshildur Haraldsdóttir, ið spælir á floytu og Bryndis Björg- vinsdóttir á cello. Og so verður Eivør sjálvsagt við sum sang- røddin í hópinum. Konsertin verður ein- ans framførd einaferð, og avmarkað atgongd er. Atgongumerki fáast til keyps í Norðurlandahús- inum, og á Kunningar- stovunum í Runavík og Havn. Konsertin verður leygardagin 19. februar kl. 17.00. Grýlur og Paradox Leygarkvøldið verður konsert, DJ-show og grýlukapping í Badmin- tonhøllini í Havn. Paradox fer at spæla, Pætur Magnussen - DJ Switch - fer at venda plátum, og Elin í Stóru- stovu fer at skipa fyri eini grýlukapping, har vinningar verða lætnir. Bussar koyra í sambandi við tiltakið. Norðoya Bjargingar- felag skipar fríggja- kvøldið fyri tema- kvøldi um tilbúgving. Á tiltakinum, sum verður í KÍ-høllini í Klaksvík, verður mill- um annað ein stutt- filmur um bjarging frumsýndur TEMADAGUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tilbúgving verður í mið- deplinum á einum serligum tiltaki, sum verður í KÍ- høllini í Klaksvík fríggja- kvøldið. Norðoya Bjarg- ingarfelag skipar fyri, og fyrilestrar, framsýningar og annað verður á skránni. – Sum oftast hoyra vit bara um tilbúgving, tá ið okkurt er galið, men nú royna vit at kasta ljós á til- búgvingina í Norðoyggjum á ein meira positivan hátt, sigur Marjus Magnusson, sum er formaður fyri Norð- oya Bjargingarfelag. – Hetta er eisini eitt gott høvi hjá teimum, sum hava nakað við tilbúgvingina at gera, at hittast og koma at kenna hvønn annan, sigur hann. Millum tað mest forvitn- isliga verður ein nýggjur stuttfilmur um bjarging, sum hevur frumsýning hetta kvøldið. Hetta er ein filmur, sum Norðoya Bjargingarfelag hevur gjørt í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík. Filmurin er feskur og kemur beinleiðis úr klippi- studio og á hvíta tjaldið fríggjakvøldið. Tyrlan lendir í túninum Kvøldið byrjar klokkan 19.00, tá ið borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen fer at bjóða vælkomin og seta kvøldið. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum hev- ur tilbúgving sum sítt máls- øki, fer at røða. Borgarstjórin Halldór Halldórsson av Ísafirði í Ís- landi fer at tosa um tilbúgv- ing í sambandi við skriður og omanlop, og læknin Christian Maschmann fer at greiða frá um sína verk- ætlan við læknaambulansa í Klaksvík. Politisturin Karl Johan- sen umboðar stovnarnar í tilbúgvingini og fer at tosa um tilbúgvingina í Norð- oyggjum Umframt alt hetta kunnu fólk eisini síggja ymiska útgerð og fáa meira at vita um hesa. Ein bjargingar- bátur verður eisini blástur upp. Atlanin er at samla so nógva útgerð sum møgu- ligt, ið er knýtt at tilbúgv- ingini, niðanfyri KÍ-høll- ina. Har verða løgreglubil- ar, sjúkrabilar og sløkkiak- før, og um tað viðrar kemur tyrlan hjá Atlantic eisini at standa á parkeringsøkinum við høllina. Tiltakið er ókeypis, men øll, sum møta upp, fáa stungið eitt atgongumerki í hondina, sum verður við í lutakastinum um eina flog- ferð millum Føroyar og Danmark. Vísa nýggjan film um bjarging Tey bæði føroysku valevnini hjá CD fingu samanlagt 47 atkvøður, men tað munaði lítið í einum vali, har CD ikki klár- aði at vinna sær um- boðan í fólkatingin- um FÓLKATINGSVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Vit gjørdu tað, vit kundu, men tað var tíverri ikki nóg mikið. Tað vóru orðini, sum forkvinnan í CD, Mimi Jacobsen, hevði at bera sín- um fólki eftir fólkatings- valið týskvøldið. CD vann sær ikki um- boðan í fólkatinginum, og tað fekk forkvinnuna at boða frá, at hon gevst sum leiðari fyri flokkin. – Vit vóru fyrireikað til, at vit ikki fóru at fáa um- boðan í fólkatinginum, tí veljarakanningarnar vístu tað, sigur Ása Sivertsen, sum var annað av tveimum føroyskum valevnum hjá CD til fólkatingsvalið. Hitt valevnið var Martin K. Mouritsen, og tey still- aðu bæði upp í høvuðsstað- arøkinum. – Ætlanin er ikki, at flokkurin skal niðurleggjast nú, men tað verður roynt aftur næstu ferð, og flokk- urin skal aftur savna undir- skriftir fyri at kunna stilla upp, sigur Ása Sivertsen. Ása fekk 17 Ása Sivertsen stillaði upp á listanum hjá CD í Køben- havns Amt, og hon var spís- kandidatur í Lyngby-økin- um. Samanlagt fekk Ása 17 atkvøður. Ása var uppstillað í øll- um økjunum hjá CD í Køb- enhavns Amt, men í Lyng- by stóð hon ovast á listan- um hjá CD. Mannagongdin í Danmark er tann, at flokk- arnir sjálvir gera av, hvør skal standa ovast á sínum list í hvørjum øki, og í hes- um liggur eitt signal til veljararnar um, hvør flokk- urin satsar upp á í tí økin- um. – Hetta var fyrstu ferð, at eg stillaði upp til fólka- tingsvalið, og eg ætli mær ikki at stilla upp aftur, tað eri eg ov gomul til. Eg haldi, at yngri kreftir skulu sleppa fram at, men tað var nú stuttligt at royna hetta, sigur Ása Sivertsen. Martin fekk 30 Martin Karbech Mouritsen royndi seg í einum øðrum valøki í høvuðsstaðarøkin- um, og hann fekk 30 at- kvøður samanlagt. – Eg hevði ikki roknað við tí stóra, og eg vitsti frammanundan, at tað er sera trupult at fáa atkvøður, um tú ikki ert kendur, sigur Martin K. Mouritsen. Veljararnir seta ofta krossin hjá sær við flokkin heldur enn valevnini, um tað ikki eru kend fólk á list- anum, og soleiðis var eisini í økinum, har Martin var spísskandidatur. Har fingu valevnini á listanum bara fimm prosent av teimum 250 atkvøðunum, sum flokkurin fekk, og tí var ikki nógv at býtast um. – Eg hevði vónað at fing- ið nakrar fleiri atkvøður, men tað skuldi ikki verða. Eg eri eina uppliving ríkari, og tað hevur verið áhuga- vert at verið partur av val- stríðnum, sigur Martin K. Mouritsen, sum hevur brúkt einar 10.000 krónur til at føra seg fram undan valinum. – Flokkurin fekk eitt knock-out týskvøldið, og hetta valið vísir bara, hvussu trupult tað er at koma afturíaftur, um tú fyrst er farin út úr fólka- tinginum. Tað næsta verður kommunuvalið Samstundis sum Mimi Ja- cobsen takkaði sínum fólki fyri valstríðið og fyri seg, gjørdi hon greitt, at CD heldur fram at stríðast fyri sínum politisku málum. – Úrslitið hesaferð merk- ir avgjørt ikki, at vit gevast á hondum, segði Mimi Ja- cobsen. – Vit ætla okkum at stríð- ast fyri teimum grund- leggjandi virðunum og meiningunum, sum okkara flokkur byggir á. Vit fara at vera við í tí politiska kjak- inum, og vit vilja arbeiða fyri einum samfelag, har tað er pláss fyri øllum. – Tað næsta verður kommunuvalið, har vit fara at stilla okkara bestu fólk upp og arbeiða fyri okkara kjarnumálum. Hetta eru mál, sum í lokalum saman- hangi, gerast enn meira sjónlig, sigur Mimi Jacob- sen á heimasíðuni hjá CD. CD við føroyingum endaði uttanfyri Martin K. Mouritsen stillaði upp fyri CD á fólkatingsvalinu m hesaferð, men hvørki hann ella hitt føroyska valevni, Ása Sivertsen, kundu venda gongdina hjá flokkinum, sum ikki fekk umboðan í fólkatinginum Nýggi filmurin um bjarging verður frumsýndur í KÍ- høllini fríggjakvøldið, tá ið Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri temakvøldi um tilbúgving