Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 11. februar 2005 7 Trupult hjá kirkjum at fáa urguleikarar Urguleikarar kring landið hittast leygar- dagin í komandi viku at tosa um støðuna við urguleiki kring landið. Ein spurning- ur sum verður við- gjørdur er, um tað ber til at fáa undirvísing í urguspæli inn í Mus- ikkskúlan URGULEIKARAR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo – Nógvar kirkjur hava longu sera trupult at fáa urguleikarar, m.a. á Sand- oynni. Eg vænti, at um nøk- ur ár verður hetta ein ovur- honds stórur trupulleiki nógvastaðni kring landið, sigur Oddvør Johansen. Hon starvast sum urgu- leikari við Havnar kirkju, og hevur gjørt tað síðani 1988. Hon situr haraftrat í nevndini fyri Urguleikara- felagið, sum nú fer at taka støðuna hjá urguleikarum upp til viðgerðar. Trupulleikin er tann, at illa gongur at fáa urguleik- arar til kirkjurnar í Føroy- um – og hetta hóast tilboð- ini um at fáa undirvísing í tónleiki ikki tróta kring landið. – Vit eiga í dag fleiri ung- ar urguleikarar, sum hava tikið høgar útbúgvingar innan urguleik, men teir koma ikki heim til Føroyar. Tað er snøgt sagt einki ar- beiði til teir her, sigur Oddvør Johansen við "Trúboðin", ið er málgagn hjá Heimamissiónini. Til tess at fáa eitt orða- skifti í lag um urguleikarar í Føroyum verður fundur hildin í Fríðrikskirkjuni á Toftum leygardagin 19. februar, hagar bæði limir í felagnum og onnur áhugað eru vælkomin. Sangurin er grundleggjandi Urguleikarafelagið er helst ikki tað felag, sum er mest úti um seg í miðlunum. Men úrslitið av teirra arbeiði liggur tó ikki eftir fyri tað. Um fundi í næstu viku verður sagt, at ætlanin er at skifta orð um alt tað, sum kemur einum føroyskum urguleikara við. Til dømis hevur tað í seinastuni verið eitt ávíst orðaskifti um, at hvat eigur at vera høvuðs- instrumentið í eini kirkju ella samkomuhúsi. Nevndin í urguleikarafel- agnum er tó av teirri greiðu áskoðan, at tað fyrst og fremst er mannarøddin, sum skal vera miðdepilin her. Hetta tí sangur er nak- að grundleggjandi fyri samleikan hjá okkum. Nútíðar sálmar Formaður felagsins Jens Mortan Mortensen hevur arbeitt við at gera ein upp- lýsandi faldara til al- menningin um Urguleik- arafelagið, og fer hann at greiða frá hesum. Orðaskifti verður eisini um, hvussu »tann føroyski sálmaskatturin« kann gev- ast víðari til almenningin í eini tíð, har tað vindur alt meira upp á seg at syngja á útlendskum máli. Eisini verður spurt, hvussu urguundirvísing kann fáast í skipaða legu í fólkaskúlanum, og hvørt tað ber til at hava serliga urgudagar fyri klaver- næmingum kring landið. Annars sigur felagið í tíðindaskrivi, at tað í løtuni verður arbeitt saman við Presta- og Rithøvundafel- agnum um at halda skeið í yrking av nútíðar kvalitets- sálmum. Fyrireikararnir siga, at bæði urguleikarar og áhug- að annars eru vælkomin til tiltakið, men at tilmelding er neyðug, tá dagurin eisini fevnir um eitt felags ábit. Nógvastaðni stendur illa til við urguleikarum í kirkjum okkara. Í Gjáar kirkju hevur ein tó funnið fram til eina high-tech loysn við einari teldu-urgu (Savnsmynd) – Hetta gevur okkum eitt breiðari funda- ment at standa á, sig- ur Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kol- vetni. Í løtuni hevur felagið loyvir bæði í føroyskum og bretsk- um sjóøki OLJUVINNA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Føroya Kolvetni er nú í ferð við at spenna seg rættiliga út, bæði á føroyskum sjó- øki, men eisini í Norðsjón- um. Felagið var við í 2. út- bjóðingarumfari á okkara leiðum, men hevur nú haraftrat ognað sær sær 90 prosent av tveimum økjum í bretska partinum av Norð- sjónum. Økini eru latin av stóru oljufyritøkunum Shell og Esso í Bretlandi. Meðan okkara sjóøki enn ikki er fult kannað, so er Norðsjógvurin, har nógv oljuvirksemi er, rættiliga væl lýstur og kortlagdur. – Hetta er tí at meta sum eitt veruligt frambrot fyri okkum, sigur Niels Søren- sen við Sosialin. Føroya Kolvetni, ið er dótturfelag hjá tí størra Faroe Petroleum, hevur í løtuni 10 loyvir. Av hesum eru fýra í føroyskum sjóøki, har felagið stendur fyri arbeiðinum í tí eina, meðan teir í bretskum øki hava seks loyvi og eru fyristøðu- fólk á tveimum. Við hesi nýggju ætlanini í Norðsjónum hevur felagið sostatt 11 loyvir. Tí verður við spenningi sæð fram ímóti komandi tíð innan oljuvinnuna. Lovandi ætlan Tey bæði økini, sum Føroya Kolvetni hevur ognað sær, liggja í tí bretska partinum av Norðsjónum. Talan er um tvey øki á Halibut Horst, ið fevna um einar 217 ferkilometrar á 140 metra dýpi. Økini liggja skamt frá og ímillum oljukeldurnar, Claymore og Blake, har oljuvirksemi er. Føroya Kolvetni lýsir økini sum "lovandi" og "óborað", samstundis sum felagið upplýsir, at tað er væl kent, at kolvetni seyra úr hav- botninum. Fyrimunurin við júst hes- um nýggju økjunum hjá Føroya Kolvetni er, at tey eru á grunnum vatni, og at ætlaða oljuleitingin tí er mett at gerast lutfallsliga bílig. Ein annar fyrimunur er, at tað ber til at flyta møgu- liga olju og gass gjøgnum rørleiðingar, sum longu eru har um leiðir. Avmarkaður váði Graham Stewart, stjóri í móðurfelagnum Faroe Petr- oleum sigur við heima- síðuna hjá Sparikassanum, at hetta er fyrsti handilin hjá felagnum í Norð- sjónum. – Hann hóskar sera væl saman við høvuðsætlan fel- agsins um at tryggja fjøl- broytni og virðisøking á virkisøkjunum, samstundis sum váðin sum heild í virk- seminum verður avmark- aður. Avtalað er, at Shell held- ur fram sum medeigari og samstarvsfelagi saman við Føroya Kolvetni á teimum báðum oljuøkjunum á Hali- but Horst í Norðsjónum. Saman við Shell fer Føroya Kolvetni nú undir at viðgera seismiskar upplýs- ingar, til tess at finna eitt hóskandi stað at seta borin í havbotnin. Føroya Kolvetni er somu- leiðis millum feløgini, ið fingu tillutað leitiloyvi í 2. útbjóðingarumfari á før- oyskum øki herfyri. Felagið er skrásett á bretska virðisbrævamarkn- aðinum, London Stock Ex- change. Føroyskt oljufelag fer á leiting í Norðsjónum – At vit nú eisini fara til verka í Norðsjónum er eitt veruligt frambrot fyri okkum, sigur Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni