fríggjadagur 11. februar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 29 - 11. februar 2005
Felagsskúlin skal hava nýggjan stjóra
Felagsskúlin á Oyrar-
bakka fær nýggjan
stjóra 1. apríl, tá
stjórin seinastu 31 ár-
ini leggur frá sær
STJÓRASKIFTI
Edvard Joensen
Hans Erland í Brekkunum
leggur frá sær tann 1. apríl
eftir at hava verið skúla-
stjóri við Felagsskúlanum á
Oyrarbakka síðan 1. januar
1974.
Felagsskúlin á Oyrar-
bakka byrjaði sum eitt
kommunalt
samstarv
í
1971, tá næmingar úr
kommununum fram við
Sundalagnum, Saksunnar,
Eiðis, Haldarsvíkar og Gjá-
ar kommunu byrjaðu skúla-
gongd í gomlu skúlunum
við Norðskála og á Oyri.
Seinni vórðu fleiri stovur
innrættaðar í barnaskúlan-
um á Oyrarbakka, hagar síð-
an varð flutt. Sum flokka-
talið vaks, varð neyðugt
eisni at fara til Hvalvíkar við
einum flokki.
Ætlanin var alla tíðina at
byggja ein nýggja skúla á
Oyrarbakka, og í 1973 varð
avtala gjørd við norsku
fyritøkuna Bloch Vatne um
bygging av einum skúla,
sum skuldi standa oman
fyri verandi bygdarskúlan á
Oyrarbakka. Hetta arbeiðið
gekk skjótt, og 31. mars
1974 var skúlin vígdur.
Fyrstu
næmingarnir
fingu realprógv á Oyrar-
bakka á sumri 1974. Tann
fyrsti flokkurin fekk sostatt
bara einar tveir mánar í
nýggja skúlanum.
Fyrsta árið av hesum
skúlasamstarvinum hevði
Petur Martin Ramsussen,
sóknarprestur
á
Eiði,
ábyrgdina av leiðsluni.
Lærarar av Eiði, úr Hvalvík
og av Oyrarbakka undir-
vístu fyrstu realskúlanæm-
ingunum fyrstu árini. Teir
ferðaðust í millum skúlar-
nar, har teir vóru í starvi, og
Sundalagið, har næmingar-
nir at byrja við gingu í yms-
um skúlum. Millum hesar
lærarar vóru eisini Hans
Erland í Brekkunum og
Páll Sivertsen, sum vóru
lærarar á Eiði. Teir tóku so
við leiðsluni eftir Petur
Martin Rasmussen.
Sum frá leið varð meira
og meira savnað í barna-
skúlanum á Oyrarbakka. Tó
var tann triði fyrstiflokkur-
in í Hvalvík tann partin av
skúlaárinum fram til 1
apríl, tá farið varð í nýggja
Felagsskúlan.
Hetta var hendingarík tið
í Sundlagnum, tá bæði
skúli
og
brúgvin
um
Streymin stóðu í gerð.
Fyrstu mánarnar máttu teir
næmingarnir, sum skuldu
av Eysturoynni til Hvalvík-
ar ganga um byrging og lút-
vís brúgv. Viðhvørt við
stiga fyri at sleppa upp fyri
formar og kistur. Tað
broyttist so, tá brúgvin var
tikin í nýtslu.
Næmingatalið lá umleið
100, tá flokstalið var fult.
Seinni er tað vaksið nakað,
men tá Kollafjørður fór upp
í Tórshavnar Kommunu, og
næmingarnir úr Kollafirði
fluttu til Havnar at ganga í
skúla, minkaði næminga-
talið aftur niður til umleið
teir hundrað næmingarnar.
Á nýggjárinum 1974
varð Hans Erland í Brekk-
unum settur sum skúlastjóri
við Felagsskúlan á Oyrar-
bakka, og hesum starvi fer
hann so úr nú 1. apríl kom-
andi.
Hans Erland í Brekkun-
um er hósvíkingur við rót-
um av Eiði. Hann tók lær-
araprógv í 1974 og byrjaði
sama ár sum lærari á Eiði,
har hann var til 1970. Var
so eitt ár á Venjingarskúlan-
um í Havn, men kom aftur
til Eiðis í 1971. Síðan 1974
hevur hann verið skúla-
stjóri við Felagskúlan á
Oyrarbakka, sum er einasti
skúli í landinum, sum bara
hevur næmingar í fram-
haldsdeildini.
Landsverk fer í fram-
tíðini at kunna geva
væl neyvari fráboðan-
ir um hálku á vegun-
um, stendur at lesa á
heimasíðuni hjá
stovninum
KOYRILÍKINDI
Landsverk hevur fingið ein
bil, sum kann gera sera
neyvar mátingar av hita-
lagnum á føroysku vegun-
um. Tað kann gerast sera
týðandi, tá boðast aksl frá
koyrilíkindum, og ávarast
skal um hálku á vegnum.
Á
heimasíðuni
hjá
Landsverki verður sagt frá,
at sovnurin hevur ein bil,
sum fer at finna fram til,
hvar kaldastu vegastrekkini
í landinum eru. Hetta verð-
ur mált við framkomnari
tøkniútgerð, sum skrásetir
hitan á vegnum og sigur
frá, hvar bilruin er staddur.
Hetta kann so verða víst
aftur á heimasíðuni hjá
Landsverki, har fólk síðan
kunnu fara at kanna koyri-
líkindi, áðrenn tey fara frá
húsum.
Nú verður tað ikki so, at
hesin sonevndi ísbilurin fer
at koyra runt alla tíðina og
kanna koyrilíkindi, uttan
so, at veðurstøðir verða
settar upp, sum fara at máta
hitalagið á vegbreytini og í
luftini ymsastaðni í land-
inum.
Royndir eru gjørdar við
hesum, og tær vísa úrslit,
sum kanska kann gera
onkran ovfarnan. Í hvussu
er hava tær staðfest, at ikki
er altíð farandi eftir hitan-
um, sum máldur verður í
luftini.
Leingi hava vit vitað, at
hóast tað kann hava verið
rímiliga lýtt, er svartakálk á
vegnum,og tað kann vera
lívshættisligt at ferðast, tá
soleiðis er.
Landsverk sigur á heima-
síðuni, at í eini royndar-
máting á Sundi herfyri,
vísti hitamálarin, at hitin í
luftini var seks hitastig.
Men á vegbreytini var hitin
0 stig.
ej
Neyvari hálkufráboðanir
Felagsksúlin á Oyrarbakka varð vígdur 31. mars 1974 men er síðan útbygdur
Mynd: Edvard Joensen
Hans Erland í brekkunum leggur 1. apríl frá
sær sum skúlastjóri við Felagsskúlan á
Oyrarbakka. han hevur røkt hetta starvið
síðan 1. januar 1974
Mynd: Edvard Joensen