fríggjadagur 11. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2005
9
Holger K
fer frá
Høvdini rulla á
vinstravonginum
eftir valið 8. febru-
ar. Í dag klokkan 13
danska tíð boðaði
Holger K. Nielsen
frá, at hann fer sum
formaður fyri SF,
Sosialistiska Fólka-
flokkin
FÓLKATINGSVALIð
Marjun Dalsgaard
Hóast SF bert misti ein
tinglim til fólkatingsval-
ið 8. februar, hevur for-
maðurin boðað frá, at
hann fer frá sum for-
maður. Hann sigur or-
søkina vera, at hann
áðrenn valið segði, at
um SF fekk afturgongd
til valið, fór hann at taka
seg aftur, og hann tekur
nú avleiðingarnar av
valinum. Holger sigur
við Politiken í dag, at
ikki kann góðtaka ósig-
urin, nú tað gekk so illa
hjá Sosialdemokratun-
um, SF átti at hava loft-
að nøkrum av teimum
atkvøðunum, sum So-
sialdemokratarnir mistu.
Rumbul heur verið í
SF, síðan leiðslan í
flokkinum gjørdi av at
siga ja til nýggja ES
sáttmálan, sum skal við-
gerast í næstum. SF hev-
ur annars verið ein
flokkur, sum hevur verið
ímóti ES, inntil Holger
K og leiðslan altso
broyttu kósina fyri um-
leið tveimum mánaðum
síðani.
Holger K hevur verið
formaður fyri SF síðan
1991, tá hann stillaði
upp ímóti táverandi for-
manninum Steen Gade.
Sunnudagin kl.
16.00 verður kon-
sert í Ítróttar-
høllini á Eiði
KONSERT
tíðindaskriv
Tað eru Harmonior-
kestrið GHM og Tórs-
havnar Ungdóms Har-
moniorkestur, sum sam-
an trína á pallin henda
dag eftir eitt venjing-
arvikuskifti við Gjógv.
Talan er um eina so-
nevnda stuðulskonsert,
har persónar, virki o.o
hava latið pening til
frama fyri Italiu-túr-
inum, sum orkestrini
bæði skulu á á páskum.
Henda konsert og onnur
tiltøk, orkestrini hava
havt og fara at hava sam-
an fram til Italiu-túrin,
eru øll liður í arbeiðnum
fram ímóti eini saman-
legging av orkestrunum,
sum verður endalig á
degnum, vit koma aftur
til Føroya. Tá fer or-
kestrið at telja uml. 80
spælarar, og hava vit tá í
Føroyum fyri fyrstu ferð
nakrantíð eitt fullmann-
að føroyskt harmoni-
orkestur. Øll eru hjarta-
liga vælkomin til kon-
sertina, sum er ókeypis.
Á teimum trettan val-
unum, sum hava ver-
ið, síðani Tjóðveldis-
flokkurin í 1973
gjørdi av at taka lut í
fólkatingsvalunum, er
tað ongantíð áður
komið fyri, at flokk-
urin hevur átt dygg-
astu undirtøkuna
FÓLKATINGSVALIÐ
Jóannes Hansen
Fólkatingsvalið týsdagin 8.
februar var merkisvert á
fleiri
økjum.
Zakarias
Wang vísti í blaðnum í gjár
á tann veruleikan, at hetta
var fyrsta ferðin, at hvørgin
av stóru heimastýrisflokk-
unum - Javnaðarflokkurin
og Sambandsflokkurin -
fingu umboð á fólkating,
síðani Føroyar í 1948 fingu
møguleika at velja tveir
fólkatingslimir. Á øllum
teimum 22 undanfarnu val-
unum hava Javnaðarflokk-
urin ella Sambandsflokk-
urin átt umboð, og fleiri
ferðir er tað komið fyri, at
hesir báðir flokkarnir hava
vunnið umboðini.
Tjóðveldisflokkurin lut-
tók ikki í fólkatingsvalun-
um fram til og við valinum
í 1971. Á valinum í 1973
bjóðaði Tjóðveldisflokk-
urin seg fram, og hann hev-
ur verið á listanum á øllum
valunum síðani tá.
Síðani 1973 hava Sam-
bandsflokkurin og Javnað-
arflokkurin vunnið hvør sítt
umboð á valunum í 1977,
1979 og í 1981.
Valið hesa ferð var altso
tað fyrsta, tá ið Tjóðveldis-
flokkurin og Fólkaflokk-
urin vunnu hvør sítt umboð
á danating.
Tjóðveldið tríggjar
ferðir næstfremst
Valið hesa ferð var eisini
merkisvert á tann hátt, at
hetta var fyrsta ferðin yvir-
høvur, at Tjóðveldisflokk-
urin var størsti flokkur á
fólkatingsvali.
Frammanundan hesum
valinum hevði Tjóðveldis-
flokkurin tríggjar ferðir
vunnið sess í Fólkatingin-
um. Tvær tær fyrstu ferðir-
nar vóru, tá ið flokkurin
fyrstu og aðru ferð bjóðaði
seg fram - í 1973 og í 1975.
Á báðum hesum valunum
vann Tjóðveldisflokkurin
seinna umboðið, og í báð-
um førum átti Javnaðar-
flokkurin fyrra umboðið.
Johan Nielsen umboðaði
Javnaðarflokkin, og Er-
lendur Patursson umboðaði
Tjóðveldisflokkin í Fólka-
tinginum.
Í 1973 vann Javnaðar-
flokkurin 28,6 prosent av
atkvøðunum, og Tjóðveld-
isflokkurin vann 25,1 pro-
sent av atkvøðunum. Í 1975
vann
Javnaðarflokkurin
29,7 prosent og Tjóðveld-
isflokkurin 25,7 prosent av
atkvøðunum.
Í 2001 endurvann Tjóð-
veldisflokkurin umboðið í
danska tinginum. Ta ferð-
ina fekk flokkurin 24,9 pro-
sent av atkvøðunum, og
Høgni Hoydal var næst-
valdi føroyski fólkatings-
maðurin. Fyrst vald var
Lisbet L. Petersen. Sam-
bandsflokkurin vann 27,3
prosent av atkvøðunum og
var harvið størsti flokkur.
Nú er Tjóðveldið
størst
Tá ið Tjóðveldisflokkurin
fyrstu ferð vann umboð í
Fólkatingið,
eydnaðist
teimum á næsta valinum at
endurvinna umboðið.
Í 2001 eydnaðist tað aftur
Tjóðveldisflokkinum
at
vinna umboð í Fólkatingin-
um. Týsdagin eydnaðist tað
Tjóðveldisflokkinum
at
endurvinna umboðið, og
hesa ferð er Høgni Hoydal
fyrst valdi føroyski fólka-
tingsmaðurin. Tjóðveldis-
flokkurin fekk 25,4 prosent
av atkvøðunum og gjørdist
harvið størsti flokkur. Tað
hevur hann ongantíð verið
áður. Fólkaflokkurin fekk
24,1 prosent av atkvøðun-
um og eigur næstvalda
mannin.
Hóast Tjóðveldisflokk-
urin hesa ferð fyri fyrstu
ferð er størsti flokkur á
fólkatingsvali, so er lutfals-
liga undirtøkan hjá Tjóð-
veldisflokkinum hesa ferð
ikki tann størsta, sum hon
nakrantíð hevur verið. Tá ið
Tjóðveldisflokkurin í 1975
endurvann
sessin,
sum
hann fyrstu ferð hevði
vunnið í 1973,var undir-
tøkan 25,7 prosent ella 0,3
prosent størri, enn hon var
týsdagin.
Sambandið
søguliga lágt
Valið týsdagin var eisini
merkisvert á tann hátt, at
Sambandsflokkurin
var
minstur av teimum fýra
stóru flokkunum. Tað var
hann eisini í 1973, sum var
fyrsta ferðin, at allir teir
fýra stóru flokkarnir bjóð-
aðu seg fram.
Týsdagin var lutfalsliga
undirtøkan hjá Sambands-
flokkinum tann næstlægsta,
sum hon nakrantíð hevur
verið, síðani allir teir stóru
flokkarnir fóru at bjóða seg
fram. Undirtøkan hjá Sam-
bandsflokkinum hesa ferð
var 19,9 prosent. Í 1973 var
hon 19,2 prosent.
Í 2001 var Sambands-
flokkurin størstur. Ta ferð-
ina tóku 27,3 prosent undir
við honum ella 5,9 prosent
fleiri enn hesa ferð.
Tjóðveldið fyrstu ferð
størsti flokkur
Sigurin hjá Tjóðveldisflokkinum og Høgna Hoydal týsdagin var merkisverdur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at
Tjóðveldisflokkurin gjørdist størstur á fólkatingsvali
Orkesturvitjan á Eiði