fríggjadagur 11. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 29 - 11. februar 2005
Ringa støðan í Suðuroynni við arbeiðsloysi og mótloysi
hevur fingið politikarar, vinnulívsfólk oo. at koma við
hugskotum um, hvussu vit betra støðuna í oynni. Her eru
nógv góð hugskot, men spurningurin er, hvussu vit byggja
brýr millum hugskotini og veruleikan – gerandisdagin. Og
hvussu vit fáa gjørt nakað, ið munar uppá longri sikt.
Tað mest umráðandi er, at vit ásanna veruleikan og hava
vilja til at vísa á ábøtur og betringar. Eitt er so tað, sum
kemur "uttanífrá". Tað mest umráðandi er, at suðuroyingar
sjálvir gera nakað ítøkiligt fyri at betra um støðuna. At teir
ganga á odda at fáa framt broytingar. Standa saman sum
ein maður. Tað vil tí vera ein blandingur av suðriskari
ígongdsetan og viljanum hjá øðrum at fáa virksemi í
Suðuroynni, ið skal vera drívandi megin í eini Suðuroyar-
ætlan, eitt slag av Marshallætlan fyri oynna.
Spurningurin er so, hvat kann koyrast í eina slíka ætlan, ið
veruliga munar uppá longri sikt. Her eiga vit m.a. at
hyggja at eini komandi oljuvinnu og spyrja, um ikki hon
kundi verið partur av ætlanini. Men av tí at vit enn ikki
hava nakra vissu fyri, at um vit fáa nakra oljuvinnu - og
um hon kemur, so liggur hon nøkur ár frammi í tíðini -
eiga vit ikki at kalkuera við henni her og nú.
Men spurningurin er, um tað ikki er rætt longu nú at gera
eina alternativa ætlan fyri Suðuroynna sum oljuoyggj. Væl
vitandi at avgjørt var at lata vinnuna sjálva ráða, hvar hon
vildi hava eina oljuútgerðarhavn, so ber til at seta út í
kortið av nýggjum. Vit eiga at taka spurningin upp, nú
tørvur veruliga er á eini loysn fyri Suðuroynna uppá longri
sikt, um ikki landið eigur at reka virknan regionalpolitikk
nettup á oljuøkinum. So mikið nógv virksemi er í megin-
økinum, at tað má bera til landspolititiskt at siga, at Suð-
uroyggin skal vera framtíðar oljuoyggin tvs. at virksemi
við tilknýti til oljuleiting og seinni vónandi útbygging og
loksins framleiðslu, skal stýrast til Suðuroynna. Hóast
hetta ikki loysir nakran trupulleika her og nú, kann tað
kortini vera við til at halda lív í vónini og verða partur av
eini trúgv uppá, at tað fer at bera til. At suðringar, sum
útbúgva seg, kunnu síggja ein møguleika at koma heim-
aftur. Savnar tú oljuvirksemið til eina ávísa oyggj, so kann
hetta skapa nógv beinleiðis men eisini avleidd arbeiðs-
pláss.
Taka vit Runavíkina, er greitt, at har er gjørd íløga í eina
oljuhavn. Taka vit Suðuroynna, so liggur Drelnes eisini
nærum klárt til at brúka til oljuhavn. Hví ikki royna at
stinga út í kortið av nýggjum. Gerið t.d. Runavíkina til
ferðamannahavn, nú tað er vorðið ov trongligt í Havn. Og
gerið so Drelnes til oljuhavn.
Vit mugu hava dirvi og vilja til at vísa landsplanlegging í
verki. Kommunusamanlegging er ein partur av hesum.
Vit mugu eisini tora at broyta tiknar avgerðir. Landsins
hægsti myndugleiki eigur at seta út í kortið, hvussu og
hvar vit menna hetta landið, uttan alla tíðina at skula taka
hædd fyri egináhugamálum hjá vinnufyritøkum, komm-
unum og plássum. Føroyar hava brúk fyri eini regionalari
heildarætlan, har vit t.d. gera greitt, hvar farmaskipini,
ferðamannaskipini og oljuskipini skulu halda til í fram-
tíðini. Kemur tunnil millum Skálafjørðin og høvuðsstað-
arøkið, er tað uppaftur ein grundgeving fyri, at Runavík
kann gerast ferðavinnuhavnin. Okkara boð eru tí: hugsið
uppá longri sikt, setið út í kortið og gerið Suðuroy til olju-
oyggj.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Oljuoyggin Suðuroy!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Annfinn Hansen
Vísandi til heimatíðindi í
Dimmalætting
seinasta
fríggjadag á blaðsíðu nr.
10 undir yvirskriftini "
Rættvísi endaði við eini
rokning".
Eg skal leggja fylgjandi
afturat hesi blaðgrein, sum
ikki er komið fram í dag-
sins ljós. Bjørg hevur
hvørki áðrenn ella eftir
tvingsilssøluna
hevur
skylda P/F Føroya Banka
pening, hetta viðgongur
bankin fyri fyrstu ferð í
2003.
Fyrv. advokatur bankans
sum hevði tvingsilssøluna
um hendi, hevur sjálvur
undir málsviðgerðini boðað
frá, at bankin er komin við
villleiðandi upplýsingum í
sambandi við innheinting
og úttøku.
"Villeiðandi
upplýs-
ingar". Hetta kann ikki
skiljast annanleiðis enn at
hava sagt ósætt, ella lygnir.
Nevndu
upplýsingar
kann eg skjalprógva.
Vísandi til nevnda, so
hevur tað eydnast P/F Før-
oya Banka at fáa Bjørg
skrásetta sum skuldari út-
tøkudagin 21. mars 1994,
sum eisini samsvarar við
Fútabókina.
Fyri at kunna gjøgnum-
føra úttøkuna, hevur tað
helst verið neyðugt hjá P/F
Føroya Banka at skráseta
Bjørg sum skuldara úttøku-
dagin, og hetta má sigast
hevur eydnast bankanum
sera væl.
Tá úttøka er gjørd og
eftirfylgjandi tinglýst, so
er tvingsilssølugrundarlag-
ið til staðar.
P/F Føroya Banki hevur
sambært galdandi lógar-
reglur ábyrgdina av at út-
tøkugrundarlagið er í lagi,
og tað varð tað ikki úttøku-
dagin.
Undanførsla
bankans
viðv. úttøkugrundarlagnum
skjalprógvan og vitnisfrá-
greiðing, sum hevur seink-
að málinum síðani 1999, og
heilt framm til dómsvið-
gerðina í oktober 2004,
hjálpti einki nú dømt varð
29. nov. 2004
Dómurin staðfesti at út-
tøkan var gjørd av órøttum.
Peningaliga
tapið
og
órætturin elvdur av bank-
anum harmar Bjørg sera
nógv, men stívrenda støða
bankans eftirfylgjandi
harmar Bjørg minst líka so
nógv, her verður hugsað um
tað brævaskifti, sum er
farið fram, har bankin als
ikki vildi hoyra talan um, at
hann hevði gjørt Bjørg
órætt.
Rætturin hevur nú talað.
Bankin hevur framt grovan
órætt móti Bjørg og elvt til
stórt peningatap. Eg skal
lata vera við at koma inn á
tær ónáðir annars hesin
órættur hevur verið at-
voldin til havandi í huga,
at tvingsilssølan gjørdi
familjuna heimleysa, og
sum av somu orsøk noydd-
ist at flyta av landinum.
Rætturin staðfestir, at
einans ásetingar um for-
eldilsi forðar Bjørg í at
krevja ognina aftur frá ver-
andi eigara ella krevja
bankan eftir endurgjaldi
fyri missin. Talan er tí um
meira ella minni tilvildar
ligar
umstøður,
sum
"bjarga" bankanum undan
endurgjaldi. Men hvat við
etikkinum og moralinum?
Kennir bankin onga skomm
av hesum máli?
Hvat siga almennu mynd
ugleikarnir sum varða av
bankanum, til ein banka,
sum av órøttum hevur
framt eina tvingsilssølu?
Hvørjar avleiðingar fær
hetta fyri teir persónar, sum
í bankanum hava varðað av
hesum máli?
Vegna vindikatiónskrav
og dóm, so hevur bankin
neyvan áhuga í at veita
fígging, ella hava áhuga í
at gerast eigari ognini matr.
20 c í Fuglafirði aftur.
Vindikatiónskrav í hes-
um sambandi merkir, at um
Bankin gerst eigari av
ognini aftur, so kann Bjørg
við lógini í hondini gera
krav uppá ognina aftur.
Eg kann í hvussu so er
ikki lata vera við at hugsa
um núverandi eigaran av
ognini, sum hevur keypt
sethúsini í góðari trúgv frá
Føroya Banka. Hesin fær
helst beiskan ráka í munnin
av at vera komin til ognar
av sethúsunum upp á ein so
óetiskan máta.
Støðan hereftir er so
tann, at viðkomandi stend-
ur eftir við einum sethús-
um, sum hann neyvan fær
selt aftur, tí hvør vil verða
eigari av einum sethúsum,
sum í veruleikanum kunnu
kallast "tjóvagóðs".
Sum sæst á dóminum, so
hevur bankin brúkt nógva
tíð til at prógva hvørju skjøl
lógu frammi úttøkudagin
21. mars 1994, og pástand-
ur bankans hevur verið, at
bæði eitt veðbræv og eitt
skaðaloysisbræv
lógu
frammi í Fútarættinum í
Rúnavík
úttøkudagin.
Dómurin
staðfestir,
at
einans eitt skuldarbræv lá
frammi uttan nakra veð-
seting, sum Annfinn per-
sónliga hefti fyri.
Tað er eisini mín meting,
at P/F Føroya Banki hevur
drigið hetta málið út við
vilja, vælvitandi um fyrn-
ingarfreistina, og at teir
høvdu gjørt nakað ólógligt.
Tað sær eisini sera løgið
út, at bankin ikki fyrenn
næstan 5 ár eru umliðin frá
tvingsilssøluni, sendir mál-
ið í Fútarættin í Gladsaxe í
1999.
Peningakravið móti und-
irritaða bleiv sett fram í
Fútarættinum í Gladsaxse í
1999, men advokatur bank-
ans møtti ikki á rættar-
fundinum, og málið bleiv
harvið burturvíst. Málið
bleiv endursent til Fúta-
rættin í Gladsaxe í 2000,
men í hesum tíðarskeiðnum
er málið fyrnað, sostatt
hevur bankin einki rættar-
krav ímóti Annfinn Hansen
longur.
Mær vitandi er ikki loyvt
at skráseta skuld í RKI,
sum er stovna í Føroyum,
hetta gjørdi bankin beinan-
vegin, men advokaturin hjá
undurritaða
fekk
hetta
strikað.
Matr nr. 20c bleiv sam-
bært hjúnasáttmála serogn
hjá Bjørg í 1983.
Føroya
Banki
bleiv
stevndur 14. november
2002, og dómurin fall 29.
november 2004.
Eg skal til seinast siga, at
tað er undirritaði sum frá
byrjan av hevur tikið sær av
hesum máli, vegna konu
mína Bjørg.
Faroe Law tók sær av
sakarmálinum.
Eg kann til seinast ikki
lata verða við at hugsa um
allar hinar familjurnar, har
sethúsini fóru á tvingsils-
sølu, er alt farið so rætt
fram her?
Rættvísi endaði við rokning