Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 11. februar 2005 11 Opið bræv til Hans Paula Strøm, lands- stýrismann Maria Jacobsen Í grein við heitinum »Sosiala deild undir sjóneykuna« í Sosial- inum hin 5. juni 2004 úttalar Hans Pauli Strøm, landsstýris- maður, seg viðv. ávísum barnaverndar- máli, ið varð nógv um- talað í fjølmiðlunum í fjør. Úrslitið av málin- um gjørdist sum kunn- ugt, at tvær systrar vórðu verandi í Føroy- um, meðan beiggin hin 16. aug. 2004 varð fluttur til Danmarkar á samdøgursstovn. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sig- ur í samrøðuni, at hann »gjarna vil kanna, um Tórshavnar býráð hev- ur lýst málið nóg væl, og um Karup komm- una hevur fingið alt at vita í málinum, og tí er ein kanning sett í verk«. Víðari sigur lands- stýrismaðurin, at hann ikki veit, nær hann fer at fáa frágreiðingina um samskiftið millum Tórshavnar býráð og Karup kommunu. Mær kunnugt hevur einki verið at frætt aftur frá hesi kanning, og loyvi eg mær tí at seta landsstýrismann- inum hesar spurn- ingar: 1. Hvør varð settur at kanna oman fyri nevnda mál? 2. Hevur landsstýris- maðurin fingið endaligu frágreið- ingina? 3. Hvør var niður- støðan í frágreið- ingini? 4. Um frágreiðingin ikki er komin, nær kann hon so vænt- ast? Gott hevði verið, um Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevði viljað svarað mær hesum spurning- um í fjølmiðlunum. Takk fyri. Í greinarøð sínari um komandi Sandoyarhøll- ina, tykist tað sum um Dimma, eftir í eina tíð at hava verið eitt rættiliga trúvirðiskent blað, nú aftur loypir um teir lægstu og ridlandi stein- arnar í garðinum. Páll á Reynatúgvu borgarstjóri á Sandi Sambært heimildunum hjá blaðnum, so skal Sands Kommuna ikki hava pening til at fara undir at byggja høll fyri, ella rættari, ikki kunna útvega sín part av íløgupeninginum til felags Sandoyarhøllina. Hesar upplýsingar er ikki sannar og stava ikki frá okkum, sum umboða Sands Komm- unu, og higar hevur heldur ikki nakar frá Dimmu vent sær um hesi viðurskifti. Tað finst bæði politiskur vilji, og sanniliga eisini peningur hjá Sands Komm- unu til at byggja høll fyri. Í hvussu er nógmikið til at rinda tann partin av fe- lagshøllini, sum náttúrliga er okkara. Vit hava sein- astu 4 árini savnað pening saman til júst hesa høllina, sum er ein av grundtreyt- unum fyri trivnaði hjá ungdóminum í okkara oyggj, og sum er eitt vanligt tilboð til borgararnar aðra- staðni í landinum. Júst Sandoyarhøllin, er aðalmál- ið hjá nývalda kommunu- stýrinum á Sandi. Sands Kommuna er tí- betur í teirri støðu, at vit ikki nýtast lántøku til at rinda okkara part av høllini, og eftir øllum at døma nakað betur fyri enn tað. Kortini stendur nógv á í løt- uni, og vit eru sera fegin um at tað eydnaðist at endurreisa flakavinnuna í oynni, uttan alt ov nógv hóvasták. Tað er rætt, at Sands Kommuna framvegis dragsar gamla skuld eftir sær, men vit hava rinda øllum sítt farnu fýra árini, og fara framvegis at hava tann politikkin soleingi eg havi nakra ávirkan á tað. At vit í bestu tíðum samstund- is hava lagt nakað av pen- ingi til síðis, kann ikki last- ast fyri at vera ein vána- ligur politiskur eginleiki. At ein kommuna sum hevur verið heilt á blám- anum fíggjarliga, nú so spakuliga fótar sær aftur, er ein lítil sólskinssøga í gráa gerandisdegnum, og ynski- ligt var tíðindaáhugin hjá Dimmu her í Sandoynni, í størri mun bygdi upp, enn breyt niður. Nicolina Jensen Beder 29. august ár 2003 var eg bjóðað til fundar í Klaks- vík, og hoyrdi eg her fyri fyrstu ferð um verkætlanina »Ullvirking í Norðoyggj- um« – framleiðsla, frálæra, gransking og mentan. Tey høvdu gjørt ein so sera áhugaverdan faldara, ið átti at verið sendur í hvørt hús í Føroyum. Uttan at endur- geva faldaran út í æsir, vil eg bert taka einkult brot, sum lýsa grundgeving og endamál. Áhugabólkurin fyri ullvirking í Norðoyggj- um varð skipaður á vári 2001 við tí aðalmáli at keypa »Norðoyar Spinna- rí«. Mona Olsen, ið átti spinnaríið, var sera áhuga í hesum máli. Við støði í om- anfyristandandi, hevur ar- beiðsbólkurin gjørt so- ljóðandi endamálsorðing: Endamálið við at keypa »Norðoya Spinnarí« er: 1. At varðveita og menna spinnaríið, fyri at varðveita siðvenju og kunnleika um ullvirking og við støði í hesum at ganga nýggjar leiðir og skapa eina burð- ardygga framleiðslu. 2. At varðveita mentan og siðaarv til gagns fyri fólkið, ið her býr, eins og vitjandi. 3. At nýta spinnaríið í samband við frálæru innan ull og ulltilvirkan, soleiðis at øllum skúlum kann standa í boði at gera nýtslu av útbúnaði og vitan. 4. At menna førleikan innan tógvframleiðslu við at skipa fyri gransking og nýggjar royndir verða gjørdar við ull og ullaúr- dráttum og leita upp nýggj- ar marknaðir. Spinnaríið kann partvíst gerast eitt »fornminna- spinnarí«. Tá verður spinnaríið eitt stað, sum er opið fyri almenninginum, tað verður undirvíst og greitt frá fakinum ull og ulltilvirkan, søgu og ment- an. Hetta er serliga áhuga- vert í sambandi við ferða- vinnuna og kann eisini gerast ein inntøkugevandi partur av virkseminum. Nú er so spunavirkið til sølu, og vóni eg inniliga, at tað eydnast at gera dreymin til veruleika. Sjálv haldi eg, at vit eru komin á evsta mark fyri at missa alla okkara siðvenju, bæði hvat seyði og ull viðvíkur. Uni Danielsen sigur í Dimmu, at eitt ferðafólk hevur sama virði sum eitt tons av toski. Um so er, er ikki minni um- ráðandi, at vit verja okkara egnu siðvenju og søgu, so vit hava nakað at bjóða teimum, ið koma. Ferða- fólk ynskja vanliga at keypa nakað sermerkt. Vónandi fara allir peninga- og mentanarstovnar at stuðla Sp/f Ullvirking 2002. Nevndin í Sandoyar Ítróttarfelag, B71 Vit skulu her koma við nøkrum stuttum spurning- um til formannin í kapp- ingarnevndini hjá FSF. Upp/niðurflyting - Hvussu leingi hevur skipanin við upp/niðurflyt- ingardystum verið roynd, siga tit? - Hvørjir ítøkiligir trupul- leikar hava verið at avgreitt dystirnar? Broytt kapping hjá 1.deild monnum Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av at broyta kappingina hjá 1.deild monnum. Spælast skulu 27 dystir í staðin fyri 18. Millum lítið og onki hevur verið at frætt um hesa broyting. Petur Simonsen, Finnur Helmsdal og for- maðurin í kappingarnevnd FSF´s Bjarki Mohr hava í sjónvarpi og bløðum við- gjørt spurningin. Í tí sambandinum seta vit formanninum í kappingar- nevndini nakrar spurningar, sum hann passandi kann svara undan ella á sjálvum aðalfundinum. Petur Simonsen hevur víst á, at broytingin helst hevur við sær, at royndu (eldru) leikararnir gevast fyrr, tá ið teir skulu vera í gongd 10 mánaðir um árið. Men Bjarki vísir hesum aftur í samtali við sjón- varpssendingina 3-2. Bjarki sigur m.a.: "Eg haldi, at hasin óttin er ógrundaður. Teir meira royndu leikararnir - í eldra endanum - eru í gongd stórsta partin av árinum í forvegin, og tað eru júst hesir leikararnir, ið hava víst á, at vit noyðast at gera broytingar, skulu vit koma víðari" - Bjarki, hvørjir eru júst hesir leikarar, tú vísir til, og hvar hava teir úttalað seg um málið? Petur Simonsen hevur eisini víst á, at kanska skuldi kappingin byrjað í august og enda í góða veðrinum í juni mánaði. Til hetta sigur Bjarki Mohr í somu sjónvarpssending: "Orsøkin til, at man velur hetta modellið er, at tað er kanska hetta modellið, man hevur skrivað mest álit um seinastu árini í FSF" - Er tað møguligt hjá fe- løgunum at fáa hesi álit at síggja? Petur Simonsen hevur víst á, at málið um broyt- ingina í 1.deild hjá monn- um hevur millum lítla og onga viðgerð fingið. Kapp- ingarformaðurin sigur í SVF-sendingini: "Tað hevði ikki gjørt sak- ina verri, men hinvegin kann man siga, at hetta málið hevur verið diskuter- að í so nógv ár, farið gjøg- num langa búningar-pro- cess, so spurningurin er, um tað hevði broytt so nógv upp á viðurskiftini" - Kann formaðurin í kappingarnevnd FSF vinar- liga vísa á, hvar hetta málið hevur verið diskuterað í so nógv ár? Við ítróttarkvøðu VIÐMERKINGAR Greiða, heldur enn fløkja. Vegleiða, heldur enn villleiða - Dimma! Norðoya spinnari til sølu FSF-aðalfundur