fríggjadagur 11. februar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 29 - 11. februar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ikki vardi tað meg sunnukvøldið, at Atli
og eg høvdu okkara seinastu samrøðu. Tí
komu boðini mánakvøldið um, at Atli var
deyður, sera dátt við.
Við hesum endar eitt tíðarskeið í polit-
isku søgu Føroya – eitt skeið eyðkent av
stórum broytingum og stórum framburði.
Men eisini eitt skeið við ógvusligum bú-
skaparligum og politiskum brotasjógv-
um.
Lívið hjá politikaranum og menniskj-
anum Atla Dam var óvanliga virksamt,
hugsjónarligt og politiskt ríkt.
Atli Pæturssonur Dam, ella Atli, sum
vit øll róptu hann, varð føddur á Tvøroyri
í 1932. Foreldrini vóru Ragnhild og Petur
Mohr Dam, ið tvær ferðir var Føroya løg-
maður. Atli vaks soleiðis upp í einum
sera virknum politiskum umhvørvi á
Tvøroyri – javnaðarháborgin, har verka-
mannarørslan hevði tikið stór og tung tøk
við glæsiligum úrsliti.
Atli fekk sær útbúgving sum maskin-
verkfrøðingur og starvaðist í Kuwait, tá
boð vóru eftir honum at gerast lands-
stýrismaður. Hetta var við ársbyrjan í
1970, og her byrjar hansara sera virkna
og drúgva politiska lívsleið.
Longu í desember sama ár gjørdist
hann løgmaður. Atli var Føroya løgmað-
ur í samanlagt 16 ár, og tvær ferðir varð
hann valdur á Fólkating.
Borgarliga starv hansara var at vera
stjóri í Føroya Realkreditstovni.
Hugsjónarliga var Atli sosialdemokrat-
ur um ein háls. Hansara fremsta mál var
Føroyar sum vælferðarsamfelag - á sama
støði sum grannalondini. Tí var neyðugt
við stórum og djúptøknum samfelags-
broytingum.
Hann var visionerur og væl framman
fyri sína tíð. Við sínum góðu samstarvs-
evnum og við stórari arbeiðsorku fekk
hann framt sín politikk á flestu økjum.
Føroyar vórðu nútíðmansgjørdar og
kundu eftir fáum árum teljast millum
norðurlendsku vælferðarsamfeløgini.
Eingin einstakur politikari í nýggjari
tíð hevur sum Atli sett sín dám á okkara
samfelag.
Atli var tiltikin samráðingarleiðari.
Hann stóð á odda í samráðingunum við
ES og mongu fiskiveiðuavtalunum í
70’árunum. Sum fáur dugdi hann at
síggja, nær rætt var at halda fast, og nær
stund var at slaka. Hansara framúr
analytisku evni vóru sera hent í samráð-
ingum við útlendskar samráðingarnevnd-
ir.
Ein varði, ið kemur at standa yvir av-
rikini hjá Atla Dam, er undirgrundar-
avtalan við danir, ið gav okkum rættind-
ini til ráevnini í føroysku undirgrundini.
Avtalan prógvaði, at hansara grund-
leggjandi áskoðan á ríkisfelagskapin var
røtt. At tá tað kemur til skarpskeringar,
ber til at vinna alt við samráðingum. Her
var talan um satt statsmanskynstur.
Atli vann sær stóra virðing hjá mót-
støðumonnum eins og hjá viðhalds-
monnum. Tí Atli helt orð, hann var sera
vitugur, dugdi væl at argumentera, var
áhaldin og erligur. Og ikki vóru tað fá
vinarløg, hann vann sær úti og heima.
Sum løgmaður og sum floksformaður
spardi Atli seg ikki, samstundis sum
hann mangan var í hørðum andgletti –
ikki minst tá kreppan herjaði sum ring-
ast.
Atli goymdi nógvar mótsetningar í sær,
sum vit, sum kendu hann væl, sóu. Hann
var sterkur, men eisini kensluborin. Hann
var avgjørdur, men samstundis semju-
søkjandi. Hann var støðufastur, men opin
fyri tí nýggja. Hann hevði fráleika til
onnur, men var eisini nærverandi. Hann
var álvarsamur, men samstundis skemt-
ingarsamur maður.
Fyri meg persónliga hevði Atli stóran
týdning. Hann tordi at vísa mær álit, og
hann lærdi meg nógv. Hann var altíð
góður í ráðum og legði altíð dent á
grundleggjandi virðini í politiska arbeið-
inum. Hóast tíðin fyrst í 90’árunum var
sera trupul, so kendi eg tað sum ein
framíhjárætt at arbeiða saman við tí
manni, sum eisini var ein av mínum
politisku fyrimyndum.
Seinni gjørdist okkara politiska sam-
starv eisini til eitt persónligt vinarlag.
Eitt vinarlag, sum hóast aldursmun, var
grundað á virðing og trúskap. Næstan
dagliga kjakaðust vit um politisk evni, og
hann var altíð søkjandi eftir úrslitum og
loysnum.
Og samrøðan sunnukvøldið var einki
undantak, tá hann við stórum áhuga
segði sína hugsan um Fólkatingsvalið,
sum tað ikki untist honum at uppliva.
Føroyar hava mist ein av sínum stóru
synum. Ein statsmann, sum í ríkiligan
mun gav landi og fólki av síni ómetaligu
orku og góðu evnum.
Sum Petur Mohr Dam so væl yrkti um
Janus Djurhuus:
Fagrari flog yvir aldarflóð
veitti ei sonur sínari tjóð
Hugur okkara leitar til næstringar og tey,
sum stóðu honum nær.
Vit lýsa frið yvir minnið um hug-
sjónarmannin, stríðsmannin og parta-
mannin Atla P. Dam.
Minningarorð løgmans um
Atla P. Dam