fríggjadagur 11. februar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
70 ára føðingardagur
Í morgin, 12. februar verður Árni Johannesen, Tórs-
havn, 70 ár. Dagurin verður hildin frá kl. 10.00-
15.00 heima hjá Jørgini og Tóru, Faksagøta 5.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 13. februar hava Lilljan og Janus
Sørensen í Húsavík verið gift í 50 ár.
Dagurin
11. februar. Kongadagur. Ta náttina í 1659 søktu
svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin
miseydnaðist. Navnið kongadagur sipar til báðar
kongarnar, sum stóðu á odda í stríðnum, tann danska
Fríðrik III og tann svenska Karl X Gustav. Sagt varð,
at versta tíðin til veður var millum konganna, tað er
frá trettanda (teir tríggir heilagu kongarnir) og til
kongadagin.
Dagurin eitur eisini Euphrosyne eftir halgari
konu, sum doyði umleið ár 412 eftir at hava givið
teimum fátæku allar ognir sínar.
Kunngjørt verður, at kæri maður, pápi, abbi
og verpápi okkara
Atli P. Dam
andaðist mánadagin 7. februar 2005.
Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin 11. februar kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin 12. februar kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Sólvá
Tey, ið vilja minnast Atla, kunnu lata Amnesty International
eina gávu, konta í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
tá okkara kæra mamma, vermamma, omma
og langomma
Magda Bjarnastein
Fuglafjørður
doyði og fór til gravar.
Takk fyri blómur, kransar, telefonheilsanir og tykkum,
sum fylgdu henni til gravar.
Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar,
og tykkum í Thabor. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið
á Vesturstovu, sum fjálgaðu so væl um hana.
Eisini takk fyri gávur til Vesturstovu.
Takk øll somul.
Bjarni, Finn og Regin
Maður kemur í mans stað, plaga vit
at taka til. Óiva er tað soleiðis, men
tá ið ein hevur fylgt við arbeiðnum
hjá Atla á Realinum nú í fleiri ár,
hevur tú ringt við at góðtaka, at
nakar kann koma í hansara stað.
Hann var heilt ótrúliga arbeiðs-
samur. Tað var beinleiðis stuttligt at
koma á nevndarfund í Realinum,
og hoyra hann leggja mál fram,
sum stjórnin skuldi taka støðu til.
Hann var ikki tann, sum altíð hevði
skrivað so nógv niður um einstøku
málini, men vit hoyrdu altíð, at
hann hevði kannað málini væl, og
oftani hevði hann eisini havt ein
dialog við umsøkjarnar.
Sjálvandi kundu vit ikki altíð
fylgja honum, tí tað kom fyri, at vit
hildu hann vera nakað optimistisk-
an, tá tað kom til veiðimøguleikar
hjá ymsum skipabólkum, men hann
fylgdi væl við, og hevði greiðar
meiningar, um tað hann legði fram.
Oftani var tað bæði stuttligt og
hugaligt, um mann kann siga tað
soleiðis, at vera ósamdur við hann,
tí hann ikki bara var treiskur og
vildi treyðugt broyta støðu, um tú
ikki hevði klokkuklárar grundgev-
ingar fyri, hví tú ikki kundi taka
undir við hansara sjónarmiðum,
men tá hann sá hann ikki kom
longur í einum máli, so var skjótt
semja um, at málið var endað, og so
var tann ósemjan gloymd.
Tað kundi koma fyri, at hann í
telefonsamrøðu kundi gerast heldur
harðmæltur, um hann ikki fekk
undirtøku beinanvegin fyri einum
máli, sum hann vildi hava skjótt
avgreitt. Her legði tú beinanvegin
merki til, at Atli var menniskja-
ligur, vildi altíð finna eina loysn,
um loysnin kundi hjálpa einum,
sum var í minni ella størri trupul-
leikum. Hann royndi at finna
loysnir langt út um tað, vit onnur
hildu kundu lata seg gera. Ofta
fann hann loysnirnar, og hetta var
uttan mun til, um tað snúði seg um
ein politiskan mótstøðumann ella
partamann frá tíðini í politikki.
Her kann eg ikki lata vera við at
nevna kreppuna fyrst í 90unum,
hvar so gott sum øll tey bestu skip-
ini vóru við at fara av landinum.
Atli var beint frammanundan byrj-
aður aftur sum dagligur leiðari á
Realinum, sum átti nógv av teim-
um
skipum,
sum
endaðu
á
tvingsilssølu. Her galt um at finna
keypara til skipini, sum Realurin
fyri at tryggja sín ágóða var
noyddur at yvirtaka, og Atli, ið frá
síni tíð sum politikari, var ótrúliga
væl inn í tingunum, kendi flestu
skipaeigara, og visti hvørjar ráði-
ligt var at satsa upp á, legði seg í
selarnar við tí úrsliti, at Realurin
fekk hindra hópin av góðum skip-
um at fara av landinum. Skipaflotin
kom fyri seg aftur, og Realurin
misti ongan pening.
Eg ivist onga løtu í at siga, at
sjálvt um øll stjórnin í Realinum
tók undir við hansara innstillingum
tá, so átti hann so gott sum alla
æruna fyri at hetta eydnaðist so
væl. Eg føli meg eisini vísan í, at
allir skipaeigara, ið tá høvdu
samband við Realin, eru samdir við
mær í hesum.
Hvussu hann var at arbeiða
saman við politisk, eru tað onnur,
ið vita betur enn eg. Nú, tá eg
kanska upp til mangan fleiri fer um
vikuna var í samband við Atla,
kundi eg ikki annað enn leggja
merki til, at kreftirnar vóru ikki tað,
tær høvdu verið. Bert einaferð havi
eg spurt hann, hvussu tað føldist
næstan einsamallur at fáa skyld fyri
kreppuna í 90unum. Svarið var
nakað soleiðis. Ja, tað sær út, sum
eg havi verið einsamallur á polit-
iska pallinum. Uttan iva kundi
nógv verið gjørt betur, ella kanska
verið ógjørt, men framburður hevur
verið, og eg havi ongan persónligan
vinning havt, onki er enda í mínum
lummum, so í so máta er sam-
vitskan góð.
Øll hann hevur samstarvað við á
Realinum hesi árini føldu seg væl
saman við honum. Hann var góður
at samstarva við. Eitt, sum vit ikki
kundu annað enn leggja merki til,
var, at hann var ómetaliga familju-
kærur. Hann fyldi væl við allar
familjuni, so vit ivast ikki í, at
saknurin hjá tykkum verður stórur.
Vit á Realinum bæði stjórn og
starvsfólk koma at sakna hann
nógv. Hóast heilsan var farin at
bila, og tíðin sum aktivur á arbeiðs-
marknaðinum var farin at styttast,
so høvdu vit roknað við, at havt
hann í arbeiðnum enn eina tíð, men
so skuldi ikki verða.
Er okkara saknur stórur, so er
hann enn størri hjá tykkum í familj-
uni, men eitt kunnu tit ugga tykk-
um við, og tað eru minnini um ein
góðan mann og faðir. Nú hann er
farin, livir minni eftir um ein
persón, ið hevði virðing fyri øllum
menniskjum, sum ikki gjørdi mun á
høgum og lágum, og sum stríddist
til tað ítasta fyri tí hann helt vera
rætt.
Óli Heinesen
Atli Dam
farin