Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 29 - 11. februar 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Anders Fogh um Atla Dam Í sambandi við at Atli Dam, fyrrverandi løgmaður er deyður, hevur danska forsætisráðið sent út hetta tíðindaskriv. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, omma og vermóðir Nicolina Jacobsen Svínoy lá sjúk, doyði og varð jarðað. Vit vilja hjartaliga takka starvsfólkunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum vóru um hana. Og til tykkum øll, sum vitjaðu hana. Tøkk til Páll R. Poulsen og Poul Færø fyri troystarrík orð í kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og til tykkum øll, sum komu at fylgja úr kapellinum. Tøkk til manningina á Másanum fyri ferðina út til Svínoyar. Tøkk til Bjarna Jacobsen og Jukim Olsen fyri troystarrík orð í salinum. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum og á annan hátt vístu samkenslu. Tøkk fyri blómur og kransar og gávur til Akurin. Tøkk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Poul Oddbjørg, Eyðun og Eileen Hósdagin 27. januar andaðist Kjartan, 77 ára gamal. Tað kennist so løgið, at Kjartan ikki er millum okkum longur. Kjartan var ein trúfastur vinur í samkomuni, góður við øll og øll vóru góð við hann. Hann var við, tá vit bygdu fyrra bygningin til Kelduna í 1985-86, og hevur verið aktivur í samkomuni øll árini. Hóast Kjartan nú var komin væl til árs, var hann undangongumaður, hann hevði ábyrgd av innleggingini av hita, ventilatión og vatni í ný- bygninginum, sum vit eftirhándini hava bygt í fýra ár nú. Hetta er ikki nakað smávegis bygningsverk, og krevur tí almikið av dugnaskapi og hegni. Kjartan gekk høgt upp í arbeiðið í Kelduni, hansara lutur lá ongantíð eftir. Hann vildi verða frammanfyri ætlanina, soleiðis at ongin skuldi bíða eftir honum. Hann var sera dugnaligur og nærlagdur. Henda myndin, har vit síggja Kjartan í teknikkrúminum arbeiða við hitarørum, varð tikin bert ein góðan mánaða áðrenn Kjartan fór frá okkum. Hann var sum altíð í góðum lag, hann hevði altíð ætlanir hvussu arbeiðið skuldi leggjast til rættis, og hvussu tey ymsu tingini skuldu gerast. Nú ein dagin kom Kjartan við eini tekning, hann hevði gjørt. Hann hevði roknað út hvussu rørini skuldu leggjast, og hvussu nógvar radiatorar vit skuldu hava í nýggja veitslusalinum, hann hevði gjørt eina ætlan hvussu rørini skuldu leggjast, hvussu langir, høgir og breiðir radiatorarnir skuldu vera fyri at vera nøktandi til at hita hølini upp. Síðani hevði hann verið og tosað við ein handilsmann, sum seldi lutirnar og biðið um tilboð uppá tað sum nýtast skuldi. Kjartan ordnaði alt, tað var ikki neyðugt at fara afturumaftur hjá nøkrum, hann hevði skil á øllum. Lutirnir vóru keyptir, og Kjartan var komin væl ávegis við inn- leggingini áðrenn hann nú ein dagin segði, at hann fór líka til læknan; men at hann kom skjótt aftur. Kjartan kom ikki aftur. Tíverri verður Kjartan ikki við, tá veitslusalurin verður tikin í brúk nú til páskar, og vit fara at merkja hitan, sum Kjartan varð við til at leggja inn í salin. Saknurin eftir Kjartan er stórur, serliga hjá tykkum Inger, børnun- um og abbabørnum. Vit hava mist bæði ein góðan vin, arbeiðsfelaga, og samkomufelaga. Kjartan er nú heima í Himlinum saman við øllum hinum, sum undan eru farin. Arbeiðsmenninir í Kelduni Kjartan Gregersen Syðrugøtu Leygardagin 5. febr- uar var árliga aftur- vendandi føstu- lávintstiltakið í SMS, sum byrjaði kl. 10 um morgunin við undir- haldi og endaði kl. 14, tá vakrastu grýlurnar vórðu kosnar FØSTULÁVINT Myndir: Jan Müller Undirhald, H.C. Andersen- parada og tunnusláing vóru á Torginum í SMS seinasta leygardag. Talan var um eitt afturvendandi tiltak, sum SMS hevur skipað fyri seinastu árini. Tiltakið byrjaði kl. 10 við at "Gita & Hannebal" und- irhildu, og kl. 11 var H.C. Andersen- parada, sum kanska serliga bergtók tey vaksnu, og kl. 13. var so tunnusláttur fyri børn upp til 13 ár á skránni við lut- tøku av nógvum vøkrum grýlum. Tríggir kattakongar vórðu kosnir, ein upp til 7 ára aldur og tveir millum 7 og 13 ár. Tiltakið endaði kl. 14, tá tríggjar tær vakrastu grýl- urnar vórðu kosnar. Fólk tóku væl undir við tiltakinum, og har vóru nógvar vakrar grýlur, sigur Rógvi Róin marknaðar- leiðari í SMS. Stórt føstulávintshald í SMS