Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Eg eri púra paff av hjálpini – Eg eri sera takksom fyri allan stuðulin úr Føroyum. Og at bý- ráðið í Klaksvík nú eisini hevur stuðlað arbeiðinum, - tað er bara ótrúligt. Eg finni ikki orð fyri tí, sigur argjakonan Stella Zachariassen. Hon hevur sjálv tikið stig til eina innsavning til tey neyðstøddu á heimaoyggj hennara, Sri Lanka. Seinna- partin í dag kemur hon hagar á vitjan NEYÐHJÁLP Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Eitt av málunum, sum vóru á býráðsfundinum í Klaks- vík mánakvøldið var upp- skot um at lata pening til neyðhjálpina eftir flóðald- una í Asia. Á fundinum varð samtykt at lata 30.000 kr. í hjálp til tey neyðstøddu. Av hesum skuldu tær 20.000 kr. latast umvegis Reyða Kross. Hinar 10.000 kr. verða lætnar til hjálpartiltakið, sum Stella Zachariassen av Argjum hevur tikið stig til. Hon er sjálv ættað av Sri Lanka, og er gift við føroy- ingi. Av hesi orsøk fer allur peningurin beinleiðis til tey neyðstøddu á hesi oynni, sum eisini varð harðliga rakt av flóðalduni. Stella og maðurin, Petur, saman 1 1/2 ára gamla barni teirra, eru í løtuni á veg til Sri Lanka. Tey fóru úr London í gjárkvøldi, og skulu eftir ætlan lenda á Sri Lanka kl. 17 í dag. Tey koma aftur til Føroyar um tvær vikur. – Eg eri sera takksom fyri allan stuðulin úr Føroyum. Hann fer at koma sera væl við hjá nógvum fólkum, sig- ur Stella Zachariassen úr telefonini í London fyrra- partin í gjár. "Føroyskt" barnaheim Stella er sum nevnt ættað av Sri Lanka, har pápi hennara er prestur og leiðari í eini samkomu á staðnum. Hann er longu fult upp- tikin við at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp í sjálvari samkomuni. Hin- vegin so fer mamma Stellu at hjálpa henni við tí "før- oyska" hjálpararbeiðinum. Her hevur Stella longu lagt eina ætlan fyri, hvat peningurin skal brúkast til: Hon skal í fyrsta lagi seta á stovn eitt barnaheim fyri tey børnini, ið eru allar ringast fyri. Áðrenn hon kemur so langt skulu tey formellu viðurskiftini fáast uppá pláss. Hon er jú vorðin før- oyingur, og tí skal hon lúka nøkur serstøk krøv í so máta fyri útlendingar. Men Stella ætlar ikki at liggja á teirri latu síðuni, nú hon er á heimaoyggj síni. Longu í annaðkvøld skal hon á fund við ein umboðs- mann frá stjórnini um loyvi at fara undir hetta barna- heimið. Gongur sum ætlað, so verður miðað eftir at hetta barnaheimið skal hava pláss fyri íalt 20 børnum. Pakkar til neyðstødd Barnaheimið er bert ein partur av ætlanini. Men Stella ætlar eisini at onnur skulu fáa gleði av neyð- hjálpini, sum er savnað inn í Føroyum. Ein av fyrstu døgunum er tí ætlanin at hon og mamm- an skulu fara til handils at keypa inn mat og annað til tey neyðstøddu. Her er ætlanin at alt skal koyrast í serstakar pakkar, sum fara at kosta um 300 føroyskar krónur hvør. Í hesum pakkum eru ting, sum fólk hava brúk fyri í gerandisdegnum, men sum fyri ein stóran part hvurvu í herviligu flóðalduni. Her er t.d. talan um mat, heilivág, grýtur, seingjarklæðir og líknandi, sum er vanligt í einum heimi. – Tá vit hava keypt alt og hava pakkað tað inn, fara vit út á ein átta tíma langan koyritúr til eitt stað, har pakkarnir skulu latast teim- um neyðstøddu. – Íalt rokna vit við at einar 50 familjur fáa hjálp á henda hátt, sigur ein sera virkisfús Stella. Skal brúkast rætt Síðani Stella var frammi við ætlan síni um neyðhjálp til Sri Lanka hevur streym- að inn við peningi. Íalt hava fólk latið 172.000 kr. Men peningur streymar inn alla tíðina. Og sjálvt nú, tey eru ávegis til Sri Lanka kemur peningur inn. So seint sum mikukvøldið, í øllum vindinum og hegl- inginum sum tá var, kom eina kona við einum bræv- bjálva við peningi í, og gav hann til vermóður Stellu. Ein annar partur av ætlanini hjá Stellu er at gera ein film um neyðhjálp- ararbeiðið á Sri Lanka. Hon hevur tí fingið fatur á einum profesjonellum mynda- manni á Sri Lanka, sum kemur at fylgja teimum teir 10 dagarnar tey verða á oynni. Aftaná skal tað so klipp- ast saman til ein film, som hon ætlar at fáa vístan í Føroyum. – Eg meini, - peningurin er jú komin úr Føroyum. Og tí haldi eg eisini, at før- oyingar skulu fáa at síggja, hvat peningurin verður brúktur til, sigur Stella. 30.000 kr. til neyð- hjálp Klaksvík: Á fundinum mánakvøldið samtykti býráðið í Klaksvík at stuðla teimum van- lukkuraktu økjunum í Asiu við kr. 20.000,- umvegis Reyða Kross, og við kr. 10.000,- til hjálpartiltakið á Sri Lanka, sum Stella Zach- ariasen á Argjum hevur tikið stig til. Í skrivi, dagfest 05.01.2005, heitti minni- lutin í býráðnum á bý- ráðið um at lata hjálp til tey, sum eru rakt av flóð- alduni í Asiu. Málið var mánakvøldið á skránni fyri býráðs- fundin við tilmælum frá sosialu nevnd um at stuðla við kr. 15.000,- av kontuni "Serlig tiltøk", frá mentunarnevndini um at stuðla við kr. 10.000,- av kontu 450753, og frá fíggjarnevndini um at stuðla við kr. 5.000,- av kontu nr. 690200 "Ferðir og umboðan" til hesa neyðhjálpina. Á fundinum mána- kvøldið samtykti býráð- ið, vísandi til tilmælið frá Fíggjarnevndini, at stuðla við teimum til- mæltu kr. 30.000,- Eisini tók býráðið ta av- gerð at luta ta játtaðu neyðhjálpina sundur í tvær útgjaldingar: kr. 20.000,- til Reyða Kross og Kr 10.000,- til hjálpar- tiltakið á Sri Lanka, sum Stella Zachariasen á Argj- um hevur tikið stig til. Ein ferðsluvanlukka við Sandvíkarhjalla kravdi lívið á einum trimum mánaða gomlum pinkubarni FERÐSLUVANLUKKA Jákup Mørk Brádliga hálkan miku- kvøldið kom óvart á fleiri bilførarar kring landið. Í nógvum førum vóru bilar ikki skøddir eftir umstøð- unum, og í fleiri førum stóðust skaðar av hesum. Við Sandvíkarhjalla hendi ein vanlukka, sum kravdi lívið á einum tríggja mánaða gomlum barni. Um níggju tíðina á kvøldi fekk Alarmsentralurin boð um, at ein jeepur og ein per- sónbilur høvdu rent saman á landsvegnum norðanfyri Sandvíkarhjalla. Jón Klein Olsen, politi- kommiserur, sigur, at talan var um stóran materiellan skað. Tvey vaksin og eitt pinkubarn vóru í persónbil- inum, og tað stóð greitt, at støðan hjá barninum var vánalig. Ein persónur var í jeepinum. Alt fyri eitt vórðu fólkini í persónbilinum flutt á Landssjúkrahúsið. Støðan hjá barninum batnaði tó einki, og tað andaðist um seks tíðina hósmorgunin. Annars sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, at talan var um onnur smá- vegis óhapp í ferðsluni í býnum. Í hesum førunum var tó ikki talan um per- sónsskaða, men bert smá- vegis materiellan skaða. Pinkubarn doyði í ferðsluvanlukku Doyði av eldsbruna Klokkan 5.13 hósmorgunin fekk alarmsentralurin boð um, at eldur var í einum húsum á Argjum. Fráboðarin var ein 24 ára gamal maður, sum saman við 55 ára gamla pápa sínum var í húsunum. Tá sløkkilið, løgregla og sjúkrabilur komu á staðið, hevði ungi maðurin fingið pápan út í tún, men tað eydnaðist ikki at fáa lív í mannin aftur. Bergleif Brimvík sigur, at tey í løtuni eru í ferð við kanningararbeiðið, men við evstamark okkara var orsøkin til eldsbrunan ikki staðfest. - jm Persónbilurin var illa farin, tá ein ferðsluvanlukka við Sandvíkarhjalla kravdi lívið á pinkubarni mikukvøldið – Hjálpin úr Føroyum fer at koma væl við hjá nógvum fólkum á Sri Lanka, sigur Stella Zachariassen, sum seinni í dag sjálv kemur til heimaoyggj sína