fríggjadagur 11. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 29 - 11. februar 2005
Fiskiflotin: Sáttmáli ella sáttmálaloysi í dag
– Tað er ikki við sem-
ingsstovnin, at semjan
skal gerast, men mill-
um feløgini, sum eru
partar í málinum, sig-
ur Terji Sigurðsson,
semingsmaður, sum
ásannar, at Føroya
Skipara-og Navigatør-
felag og Føroya Reið-
arafelag hava staðið
rættiliga langt frá
hvørjum øðrum í sátt-
málaspurninginum
SAMRÁÐINGAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er torført at spáa um
úrslit, sum endalig støða
skal takast til eftir dead-line
á bløðunum, men sum kort-
ini eru avgjørd, tá ið blaðið
er á gøtuni.
Soleiðis er við sáttmála-
trætuni
millum
Føroya
Skipara-og Navigatørfelag
og Føroya Reiðarafelag.
Avgerð í gjár
Í gjár klokkan 14 skuldu
feløgini svara semings-
stovninum upp á nýggja
semingsuppskotið,
sum
stovnurin legði fyri part-
arnar týsnáttina.
Fyrra semingsuppskotið
varð vrakað av báðum pørt-
um fyri góðari viku síðan,
og í gjár skuldi so hetta
seinna semingsuppskotið
standa sína roynd.
– Sjálvandi gera vit eitt
semingsuppskot, sum vit
vóna, at partarnir kunnu
góðtaka, soleiðis at sleppast
kann undan verkfalli ella
verkbanni í fiskiflotanum.
Men tað er ikki við sem-
ingsstovnin, at semjan skal
gerast, men millum feløgini,
sum samráðast um nýggjan
sáttmála, sigur Terji Sig-
urðsson, sum fyrrapartin í
gjár ikki vildi gera nakrar
viðmerkingar til, um hann
væntaði semju ella verkfall.
Hann vildi heldur ikki
siga nakað um, hvat liggur í
hesum nýggja semingsupp-
skotinum í mun til tað fyrra,
sum bæði feløgini vrakaðu.
– Tað er ikki rætt av sem-
ingsstovninum at úttala seg
um innihaldið, og vit hava
eisini mælt feløgunum til at
siga minst møguligt, so-
leingi samráðingar eru.
Men skal nakað sigast um
detaljurnar í stríðnum mill-
um partarnar, nú roynt
verður at finna semju,
mugu tað vera feløgini
sjálvi, sum gera tað.
Gera støðuna upp
Terji segði fyrrapartin í gjár,
at semingsstovnurin fór at
gera støðuna upp, tá ið svar-
ið hjá feløgunum fyrilá.
– Vit hava kallað samráð-
ingarnevndirnar til fundar á
Hotel Hafnia í dag klokkan
14, og vit hava einki á
skránni í framhaldi av tí
svari, sum feløgini koma
við.
Hann sigur, at orsøkin til,
at flotin ikki longu er
lagdur orsakað av sáttmála-
trætuni, er, at feløgini hava
verið samd um, at sáttmálin
heldur fram, meðan sam-
ráðst verður.
– Skuldi tað hent, at fel-
øgini vraka semingsupp-
skotið í dag, er sáttmálaloysi
– um feløgini ikki semjast
um at gera eina nýggja av-
talu og nýggja semings-
roynd.
Terji sigur, at semings-
stovnurin hevur brúkt tær
heimildir, sum eru í lógini,
og tað hevur verið ein treyt
hjá stovninum, at sáttmálin
heldur fram, soleingi sam-
ráðst hevur verið.
Spurdur, um tað kann
hugsast, at annað felagið
góðtekur semingsuppskot-
ið, meðan hitt vrakar og
kortini ynskir at samráðast
víðari um onkrar detaljur,
sum so kunnu loysa málið,
um hesar fáast upp á pláss,
sigur hann:
– Eg vil ikki avvísa nøkr-
um, og tað er upp til fel-
øgini, um tey vilja halda
fram, um so verður.
Terji Sigurðsson endur-
tekur, at semingsstovnurin
hevði einki á skránni í
framhaldi av tí, sum verður
svarið
hjá
feløgunum
klokkan 14 í gjár.
Seming í trý ár
Terji Sigurðsson og Jóan-
nes Djurhuus eru tilnevndir
semingsmenn fyri privata
arbeiðsmarknaðin frá okto-
ber í 2004 at rokna – og trý
ár fram.
– Jú, tað er stríggið at
vera semingsmaður, tá ið
træturnar eru torførar at
loysa, sigur Terji Sigurðs-
son, sum ásannar, at rætti-
liga torført hevur verið at
rokkið eini semju millum
Føroya Skipara-og Naviga-
tørfelag og Føroya Reiðara-
felag í hesum umfari.
Í skrivandi stund vita vit
ikki, hvat hendi klokkan 14
í gjár, tá ið feløgini skuldu
svara semingsmonnunum
uppá seinna semingsupp-
skotið.
Í dag er greitt, um vit hava
verkfall, verkbann – ella um
sáttmálin millum Føroya
Skipara-og Navigatørfelag og
Føroya Reiðarafelag er
endurnýggjaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Menninir, sum eg
havi tosað við, siga, at
Jøkulfelli legði seg eini
50 stig í einum og
koppaði síðan upp á
minni enn 5 minuttir,
sigur Árni Dam, russ-
iskur konsul í Føroy-
um
SKIPSVANLUKKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Alt bendir á, at farmaskip-
ið, Jøkulfelli, sum mána-
kvøldið fórst í ein land-
nyrðing úr Føroyum, fekk
slagsíðu og koppaði eftir
heilt fáum minuttum. Hetta
hevur gjørt umstøðurnar
hjá teimum 11 monnunum,
sum við vóru, ógvuliga
truplar. Jøkulfelli sendi út
eitt stutt og sjálvvirkandi
neyðarkall, har trýst verður
á ein knøtt. Síðan boðar
skipanin sjálvvirkandi frá
hvat skip, talan er um, og
hvør positiónin er. Tað var
hetta neyðarkallið, sum alt
fyri eitt setti leitingina og
bjargingina í verk.
Í gjár kom Vædderen á
Havnina við teimum fimm
monnunum, sum bjargaðir
vórðu eftir herviligu skips-
vanlukkuna – 4 estlend-
ingar og ein russari.
Árni
Dam,
russiskur
konsul í Føroyum, sigur, at
bjargaðu menninir hava
greitt frá, at Jøkulfelli legði
seg eini 50 stig í einum og
koppaði eftir minni enn
fimm minuttum.
– Tíðin var ógvuliga
knøpp, men sum eg havi
skilt, sóu teir, sum vórðu
bjargaðir, allar ellivu menn-
inar, áðrenn teir fóru av
skipinum. Teir sóu eisini
teir fýra menninar, sum lík-
ini eru funnin aftur av – og
teir báðar, sum ikki spurd-
ust aftur.
Árni sigur seg eisini hava
skilt, at teir fimm, sum
komu frá ræðuligu hend-
ingini við lívinum, hildu í
hvønn annan, meðan teir
lógu á havinum og bíðaðu
eftir bjargingini.
– Hvussu leingi teir hildu
saman, veit eg ikki, men
teir hava so roynt at havt
samband við hvønn annan
soleingi, tað hevur borið til,
sigur hann.
Spurdur, um hann veit,
um allir ellivu menninir
sluppu í yvirlivilsisdraktir-
nar, áðrenn teir fóru av
skipinum, sigur hann, at tað
veit hann ikki við vissu,
men hugsandi er, at onkur
av manningini ikki hevur
havt stundir til tess, áðrenn
skipið koppaði.
Sosialurin skilti í gjár á
Djóna Weihe, sum starvast
hjá
Sjóbjargingarstøðini
MRCC-Tórshavn, at allir
menninir ikki høvdu havt
stundir at komið sær nóg
væl í yvirlivilsisdraktirnar,
og tí vórðu teir vorðnir
vátir, kaldir – og deyðir.
Góð hjálp
Árni Dam sigur, at tá ið teir
fimm bjargaðu sjómenninir
komu av Vædderen og
niðan á Hotel Hafnia í gjár,
var sálarfrøðingurin, Jegv-
an Bæk har eins og prest-
urin, Meinhard Bjartalíð.
Her fingu sjómenninir ta
hjálp, sum sálarfrøðingurin
og presturin kundi veita
teimum.
– Sum russiskur konsul,
hevði eg mest við russaran
at gera, og hóast hetta er ein
ræðulig vanlukka, haldi eg,
at hann í neyðini og eftir
umstøðunum hevði tað
hampiliga gott. Men lagið
var skiftandi, sum náttúrligt
er, og maðurin var troyttur.
Árni sigur, at hann ætlaði
at fáa russaran heim við sær
mikukvøldið,
men
tað
orkaði maðurin ikki.
– Eg vil takka føroysku
myndugleikunum og løg-
regluni fyri stóra vælvild
og forstáilsi undir slíkum
umstøðum, sigur russiski
konsulin og vísir á, at løg-
reglan altíð hevur verið at
tosað við, tá ið brúk hevur
verið fyri forstáilsi í sam-
bandi við arbeiðið sum um-
boðsmaður í Føroyum, sig-
ur hann.
At enda sigur Árni Dam,
at arbeitt hevur verið við at
fáa pappírini hjá bjargaðu
monnunum upp á pláss,
soleiðis at hesir kunnu
sleppa heimaftur til familj-
ur sínar í heimlandinum.
Av teimum fimm, sum
yvirlivdu skipsbrotið, eru
estlendingarnir ávikavsit
50, 30, 28 og 24 ára gamlir
og russarin er 38 ára gam-
alur.
Teir bjargaðu við Jøkulfelli:
Hildu í hvørjum øðrum á opnum havi
Tað var her, einar 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr
Fugloynni, at Jøkulfelli fekk slagsíðu og koppaði eftir minni
enn fimm minuttum. Krossurin vísir, hvør positiónin var, tá ið
teir sendu út neyðarkall
Her koma teir bjargaðu
sjómenninir í land av
Vædderen mikudagin
Mynd: Jens Kr. Vang