Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 29 - 11. februar 2005 Børn duga væl at skyna á, nær foreldr- ini hava fingið sær eina kenning. Nógv betri, enn vit halda. Tey siga tað bara ikki, tí tey eru bangin og ótrygg. Átakið "Børn í vanda", sum nú fer av bakkastokki í Klaks- vík, hevur sett sær fyri at vera røddin hjá børnunum, sum rópar varskó BØRN Í VANDA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í næstum fara øll húski í Klaksvík at finna nakrar heldur øðrvísi faldarar í postkassanum. Næstu trý árini verður Klaksvíkin nevniliga royndarkommuna í átakinum "Børn í vanda" hjá Bláa Krossi - eitt átak, sum snýr seg um míni og tíni børn og um, hvussu vit best tryggja teimum ein barndóm, har rúsdrekka ongan lut eigur í gerandis- degnum. Ikki ein privat søk Vit vita tað væl, men vit tosa helst ikki um tað - at børn verða bangin og ótrygg, tá tey vaksnu smakka sær á. Sjálvt heilt lítil børn kenna á sær, at okkurt er galið. Tey hoyra tað á tosingarlagnum, síggja tað á gongulagnum, og meðan tey vaksnu hugna sær, gerst kvøldið meir og meir óhugnaligt fyri børn- ini. Men tey fortelja tað ikki fyri nøkrum, og onnur blanda seg ikki uppí. Nýtsla av rúsdrekka er jú ikki mis- nýtsla, og at fáa sær eina kenning av og á er ein priv- at søk. Ella er tað nú tað? – Nei, ikki longur í tí løtuni, mamma, babba ella onkur annar í heiminum hevur drukkið so mikið, at barnið verður ótrygt. Og tann støðan kann lættliga henda, sjálvt um talan ikki er um beinleiðis misnýtslu, ella um at babba kemur heim fullur og slær mammu. Átakið "Børn í vanda" miðar í grundini móti teimum 80% av før- oyskum familjum, har rús- drekka ikki verður hildið at vera ein trupulleiki, men av og á er orsøkin til, at tey vaksnu bera seg øðrvísi at, enn vanligt. Meir skal ikki til, áðrenn børnini fáa ilt sálarliga, og tá eru tey í vanda, sigur Tórhild Bjark- hamar, leiðari fyri átakið. Øll hava ein leiklut Allar kanningar benda nevniliga á, at børn, ið vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka javnan er ein partur av samveruni, eru í størri vanda enn onnur fyri at gerast misnýtarar. Í Bláa Krossi hitta tey hvønn dag misnýtarar, sum eru komnir so langt út, at tað illa vendst aftur. Tí er eyðsæð at at spyrja seg sjálvan, hví tað kom har til, og hvat kundi verið gjørt fyri at fyribyrgt hesum sorgarleikinum. Tað finst nevniliga altíð ein or- søk til, at lagnan hjá hesum menniskjanum gjørdist júst hendan, greiðir Tórhild frá. Og orsøkin er sum oftast at finna í uppvøkstrinum, har foreldur ikki hava givið sær nóg nógv far um innara tørvin hjá barninum. Tí spæla foreldrini eisini ein avgerandi leiklut, tá "Børn í vanda" átakið fer út við sín- um boðskapi. Ein av høv- uðstáttunum í átakinum er tí foreldrafundir, har for- eldrini sjálvi skulu koma við sínum hugskotum til, hvussu vit best kunnu verja børnini móti rúsdrekka. – Tað ræður um at fáa fólk at síggja seg sjálvan aftur í hesum trupulleikan- um, tí vit hava øll ein leik- lut í honum. Vit ætla ikki at skapa ræðumyndir ella lyfta fordømandi peikifingrar, men vísa á, at vit øll eru partur av einum gerandis- degi, har vandarnir við rús- drekka ongantíð eru langt burturi, og har børnini ofta verða fyrstu offrini. Tí royna vit bæði at vísa á, hvat foreldrini sjálvi kunnu gera, men ikki minst skipa nakrar felags mannagongd- ir, so lærarar, pedagogar, ítróttarvenjarar og onnur, sum dagliga eru um børn- ini, vita, hvørjum tey skulu halda eyga við, sigur Tór- hild. Vandamikli tómleikin Ikki bara aðrastaðni, men eisini í Føroyum síggja vit dømi um 10 ára gomul børn, sum mestsum eru slept uppá fjall. Tey eru von við, at ongin er inni, tá tey koma heim úr skúla, og í stóran mun seta tey sjálvi dagsskránna fyri restina av degnum. Familjan dugir illa at finna neyðugu tíðina til veruliga at vera saman, og spakuliga halda foreldrini uppat at fylgja við í tí, sum fyriferst í lívinum og í høvdinum á barninum. – Øll foreldur vilja sínum børnum bara tað allarbesta. Tað eri eg als ikki í iva um. Men tíverri eru vit ikki altíð líka tilvita um, hvussu stóra ábyrgd vit í grundini hava, sum foreldur. Vit hava skyldu til at tryggja, at okkara børn fáa kærleika, nærleika og tryggleika, men hetta eru jú stór orð, sum illa rúmast í einum gerandisdegi, har familjan nóg illa hevur tíð at eta saman, sigur Tórhild. Hon leggur afturat, at í berum skundi og tankaloysi kunnu vit verða orsøkin til, at barnið situr eftir við eini kenslu av tómleika, sum skal fyllast út við onkrum, og tá eru rúsevni ofta skjót- asta og lættasta "loysnin". – Hesin trupulleikin snýr seg eisini um, at vit øll eru partur av einum livihátti, sum fá ella ongin veruliga kennir langtíðaravleiðing- arnar av. Føroyska samfel- agið og livimynstrið er broytt so ógvusliga eftir so stuttari tíð, at vit illa duga at ímynda okkum, hvørjar avleiðingar tað fer at hava um eini 20 ár. Men tað gevur okkum ikki rætt til bara at lata standa til og bíða eftir, hvat fer at henda. Hóast "Børn í vanda" átakið er føtt av einum veruligum trupulleika er tað í so máta samstundis ein roynd at taka hond um ein samfelagstrupulleika, áðrenn hann uppstendur, sigur Tórhild Bjarkhamar. Tá mamma og babba drekka ... – Rúsdrekkanýtsla í heiminum er ikki ein privat søk longur, tá hon elvir til ótryggleika hjá børnunum, sigur Tórhild Bjarkhamar, leiðari fyri átakið "Børn í vanda" Nýtt fyribyrg- ingarráð Landsstýrismaður- in í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur sett Fyribyrgingar- ráðið av nýggjum FYRIBYRGINGAR- RÁÐ tíðindaskriv Í Fyribyrgingarráðnum eru 7 limir. Tey, ið nú manna Fyribyrgingar- ráðið, eru Pál Weihe, yvirlækni, Marjun Berg, sosialráðgevi, Kári Ras- mussen, kommunu- lækni, Bjarta Vilhelm, leiðandi heilsufrøðing- ur, Beinta Mohr Leo, kostráðgevi, Torfinn Højgaard, lærari og Jens Jensen, løgreglumaður. Landsstýrismaðurin hevur valt Pál Weihe til formann, og Beintu Mohr Leo til næstfor- kvinnu í Fyribyrgingar- ráðnum. Fyribyrgingarráðið hevur til uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsu- fremjing, sjúku- og van- lukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverk- inum. Lógargrundarlagið undir Fyribyrgingar- ráðnum er løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000.