fríggjadagur 11. februar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 29 - 11. februar 2005
Ein heldur ókendur
spíri kom undan kavi
í singer/songwriter
kappingini í fjør. Nú
fløga er komin og
ymsar framførslur
eru á skránni, er
Kristleif Zachariassen
gerandisgestur í
útvarpi og við sterku
manning síni verður
hann í kvøld í Rex í
Havn
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Kristleif Zachariassen var
sum so eitt óskrivað blað, tá
hann vann Singer/songwri-
terkappingina í fjør. Tó so,
hann hevði fleiri skrivað
bløð liggjandi í skuffuni og
komu hesir sangir á fløgu
fyri stuttum og hava nakrir
teirra síðani ljóðað ofta í
útvarpi. Og hetta kundi
merkt, at væl verður tikið
ímóti
tónleikinum
hjá
Kristleifi.
Fløgan og tónleikaslagið
er eisini lættur og væl
gloypiligur tónleikur. Løtt
løg, har teksturin tó mang-
an hevur eitt og annað at
siga lurtaranum, uttan tó at
krevja ov mikið.
Talan er um fólksligan
guitarfestan tónleik, ið er
væl framførdur og væl
swingandi oftast.
Sterka manningin í bólk-
inum, sum Kristleif hevur
savnað afturat sær, ger ikki
tónleikadygdina verri. Her
er ikki gjørt ov nógv burt-
urúr við at biða bæði »Per
og Pól« koma og spæla og
syngja hetta og hatta. Nei,
ein sterkur og einfaldur
bólkur - her hugsað um
instrumentering. Trummur,
bass og guitar. Og so skal
tað vera, tí hetta hóskar væl
til júst henda tónleikin, sum
er festur í guitarframførslu
og rødd og tekst.
Sjálvur sigur Kristleif um
tekstirnar, at hann leggur
stóran dent á at fáa teir at
sita væl og at teir eru sera
persónligir.
- Ein kennir seg ofta eitt
sindur naknan, tá ein lesur
teir aftur sjálvur. Men
annars er upp til hvønn
einstakan at fáa okkurt
burturúr, og tað vísir seg
eisini, at tað er sera ymikst,
hvussu fólk lesa og uppliva
tekstirnar, sigur Kristleif.
Rex í kvøld
Í kvøld verður konsert í
Rex í Havn, ein sonevnd
útgávukonsert, har løg av
útgávuni eru at hoyra.
Kristleif og manningin fara
á pall á leið klokkan 22.
Maningin er Heðin Z.
Davidsen, guitar, Arnold
Ludvig, bass og Rógvi á
Rógvu, trummur. Og so
Sjálvandi Kristleif Zachari-
assen, sang og guitar.
Prix
Kristleif og manning verð-
ur við til Prix Føroyar
kappingarumfarið tann 5.
mars. Har verður stórt sæð
talan um sama slag av
tónleiki, men ein munur
verður, at allir tekstir tá eru
á enskum.
Kristleif hevur nóg mikið
av tilfari at taka av, og alt
tilfarið til kappingina verð-
ur nýtt. Manningin og
Kristleif eru farnir at venja
til Prið Føroyar, men fyrst
skal útgávukonsertin í Rex
í kvøld leggjast afturum. So
kunnu teir veruliga fara at
hugsa um Prix, upplýsti
Kristleif í gjár, tá hann var á
veg til Havnar til næstu
venjingina hjá bólkinum í
samband við Prix Føroyar.
Kristleif Zachariassen í Rex
Maningin, sum spælir í Rex í kvøld, er Heðin Z. Davidsen, guitar, Arnold Ludvig, bass og Rógvi á Rógvu, trummur. Og so Sjálvandi
Kristleif Zachariassen, sang og guitar
Grýlur og
DJ-show
Stór konsert við
Grýlum og DJ-
show verður í
Badmintonhøllini
í Havn
leygarkvøldið
KONSERT
tíðindaskriv
Leygarkvøldið tann 12
feb. verður eitt brak av
einum tiltakið í Bad-
mintonhøllini.
Tá
verður bæði konsert,
DJ-show og grýlu-
kapping.
PARADOX, Prixlut-
takarar sum onkur helt
átti eitt sikkurt finalu-
pláss, fara at spæla.
Teir
hava
rættiliga
prógvað, hvat ein góð-
ur tónleikabólkur anno
2005 er. Longu nú
hava teir ein sera
stóran fjepparaskarða
rundanum seg, og tað
sigst, at tveir stúgvandi
fullir bussar komu úr
Havn, bert fyri at
lurtað eftir teimum í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði.
Tann nógv umbiðni
DJ-Switch hevur verið
við til at seta nýggja
dagsskrá í Føroyum
innan hetta yrki, at
vera DJ. Hjá DJ-
Switch ella Pæturi
Magnussen sum hann
vanliga eitur, er tað
ikki bert ein spurning-
ur um at leggja nakrar
fløgur á, man skal eis-
ini duga »skratch« og
miksa løgini saman.
Við tí fær tónleikurin
sostatt eitt persónligt
og øðrvísi snið enn
upprunaliga.
Elin í Stórustovu,
eisini kend frá ZIP í
ÚF, er ein av fremstu
frásøgufólkunum vit
hava í landinum, hon
saman við DJ-Swicth
fara at skipa fyri einari
grýlu-kapping,
har
bestu grýlurnar fáa
vinning.
Sum vant, so koyra
bussar
til
og
frá
Badmintonhøllini
í
samband við tiltakið.
Næsta innleiðandi
umfarið í Prix
Føroyum verður
hildið leygarkvøldið,
og í blaðnum í
morgin ber til at lesa
meira um bólkarnar í
hesum umfari
PRIX
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Prix Føroyar tónleikakapp-
ingin 2005 er farin av
bakkastokki. Farna leygar-
kvøld var fyrsta innleiðandi
umfarið í Prix Føroyum, og
tveir bólkar vunnu sær
pláss í hálvfinaluni í kapp-
ingini.
Leygarkvøldið
verður
annað av fýra innleiðandi
umførum, og hesaferð fara
seks bólkar at kappast um
tey næstu tvey plássini í
hálvfinaluni.
Bólkarnir, sum eru við
hesaferð, eru bæði nýggir
og meira royndir. Teir eru
pH 5,5, All That Rain,
Makrel, MMM, Róp og
Side Effect.
Í blaðnum í morgin ber ti
at lesa meira um hesar
bólkar og um umfarið
leygarkvøldið annars.
Prix-upptakt
í morgin