fríggjadagur 11. februar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • fríggjadagur • 11. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Á samkomu á
Dimmalætting miku-
kvøldið var avdúkað,
at lesararnir hjá
Dimmu høvdu valt
Argja Róðrarfelag til
at hava framt ársins
ítróttarbragd 2004
ÍTRÓTTARBRAGD
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fimm ymisk ítróttarfólk,
lið ella feløg vóru í upp-
skoti til ársins ítróttarbragd,
sum lesararnir hjá Dimmu
so kundu velja millum.
Umframt Argja Róðrarfel-
ag vóru tað flogbóltsspæl-
arin Rúni Weihe, kvinnu-
landsliðið í hondbólti, 1.
deild menn hjá HB og
súkklarin Gunnar Dahl
Olsen.
Vunnu trý
føroyameistaraheitir
Tað var royndi ítróttarskriv-
arin á Dimmu, Emil L.
Jacobsen,
ið
avdúkaði,
hvørji trý tey fremstu í
atkvøðugreiðsluni vóru.
Nummar
trý
gjørdist
kvinnulandsliðið í hond-
bólti, sum í fjør vár gjørdist
nummar tvey í Challenge
Cup Trophy kappingini í
Italia.
Næstfremstur
gjørdist
flogbóltsspælarin
Rúni
Weihe, sum fór til Tromsø í
lestrarørindum, og so fór at
spæla flogbólt við Tromsø,
sum í fjør gjørdist bæði
norskur meistari og steypa-
vinnari.
Vinnarin av ársins ítrótt-
arbragdi gjørdist sum áður-
nevnt Argja Róðrarfelag, ið
hevði fingið 27 prosent av
atkvøðunum. Argja Róðrar-
felag hevði eitt framúr gott
róðrarár í fjør, tá ið felagið
vann trý av teimum seks
føroyameistaraheitunum, ið
kappast verður um í kapp-
róðri.
5-mannafarið Blikur hjá
argjamonnum
gjørdist
føroyameistari bæði hjá
gentum og dreingjum, og
flaggskipið hjá felagnum,
Argjabáturin,
gjørdist
føroyameistari
hjá
8-
mannaførunum, har báturin
vann allar róðrarnar uttan
ólavsøkuróðurin.
Eftir at heiðursskriv og
blómutyssi var handað for-
manninum í Argja Róðrar-
felag, Sigurd Andreasen,
tók forsetin í Ítróttarsam-
bandi Føroya, Heðin Mor-
tensen, orðið. Heðin er
gamal róðrarmaður, og
hann greiddi eitt sindur frá
søguni hjá Argja Róðrar-
felag, og hann bar eisini
vegna ÍSF eina heilsu til øll
hini, ið vóru í uppskoti, tí
tey eisini høvdu tænt før-
oyskum ítrótti í 2004.
Argja Róðrarfelag heiðrað
Sterki verjuleikarin,
Niclas Niclasen, sum
eftir farna kapping-
arár skifti úr KÍ til
B36, er nú aftur farin
at venja í Klaksvík
SPÆLARASKIFTI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Seint í heyst boðaði B36
frá, at felagið hevði gjørt
avtalu við sterka verjuleik-
aran hjá KÍ Niclas Niclasen
fyri komandi kappingarár.
Nú kappingin nærkast, er
støðan tó ein onnur, og
Niclas er farin aftur til
Klaksvíkar og KÍ.
Støðan eitt sindur
fløkt
Søgan er tann, at Niclas í
sambandi við arbeiðsviður-
skifti síni flutti til Havnar,
og tí valdi hann at skifta til
B36, sum hann so gjørdi
sáttmála við. Nú eru ar-
beiðsviðurskiftini broytt,
uttan at Niclas hevur havt
nakra ávirkan á tað, og tí er
hann fluttur aftur til Klaks-
víkar og arbeiðir har norð-
uri.
Seinastu vikurnar hevur
Niclas tí vant við KÍ, og
formaðurin í fótbóltsdeild-
ini hjá KÍ, Símun Gullak-
sen, sigur, at teir rokna við
honum komandi kapping-
arár, og felagið hevur eisini
bjóðað Niclas sáttmála fyri
komandi kappingarár, sum
hann hevur tikið av.
Trupulleikin er tó tann, at
Niclas kann ikki gera sátt-
mála við KÍ, fyrr enn hann
er blivin leysur av sáttmála
sínum við B36. Formaðurin
í B36, Kristian á Neystabø,
sigur, at felagið hevur
sáttmála við Niclas, og at
hann ikki enn hevur sagt
sáttmálan upp. Formaðurin
í B36 sigur tó, at støðan er
eitt sindur fløkt, og at
Niclas er púra ósekur í tí,
sum er farið fram.
– Tað er ein keðilig støða,
sum Niclas er komin í, men
vit fara at seta okkum niður
og tosa um tingini, og sam-
an við honum fara vit óivað
at finna út av tí, sigur
Kristian á Neystabø. Sum
tað skilst á formanninum í
B36, so tykist tað ikki
verða nakað ivamál um, at
árstalsfelagið, Niclas og KÍ
í felag fara at finna eina
loysn, sum allir partar
kunnu góðtaka.
Nevndin í Ítróttavedd-
ing hevur sett Petur
Elias Petersen sum
stjóra frá 1. februar
2005 at rokna.
Heðin Mortensen,
hevur søkt um at fáa
farloyvi úr starvi sín-
um
sum
stjóri
í
Ítróttavedding,
nú
hann er vorðin borgar-
stjóri í Tórshavn.
Til kunnleika kann
nevnast at umsetning-
urin og tað sum føroy-
ingar spældu fyri í
2004 hjá Dansk Tips-
tjeneste er á sama
støði sum undanfarin
ár.
Í
2004
útlutaði
Ítróttavedding 9,5 mió
krónur til føroysk
ungdómsarbeiði, sum
varð
býtt
soleiðis
samb. almenna býtis-
lyklinum:
Ítróttasamband
Føroya 60%
svar-
andi til kr. 5,7 mió kr.
Føroya Ungdóms-
ráð 20% svarandi til
kr. 1,9 mió kr.
Mentamálaráðið
20% svarandi til kr.
1,9 mió kr.
Leygardagin 12. feb-
ruar 2005 verður ár-
liga steypakappingin í
bridge leikt í
Bridgehúsinum
í
Havn. Kappingin, ið
byrjar kl, 10.00, verð-
ur skipað sum ein
m i n i l i ð k a p p i n g .
Freistin at boðar frá
luttøku er fríggjadag-
in kl 12.00, á telefon
744741.
Vinnandi
liðið
vinnur 4 ferðaseðlar,
ið skulu nýtast til risa-
stóru donsku bridge
vikuna, sum verður
hildin í Vejle í summ-
ar.
Seinni í hesum mán-
aðinum verður árliga
stórkappingin í fim-
leiki. Sum vanligt eru
tað bæði tey yngru og
tey eldru liðini, ið fara
at kappast. Kappingin
hevur verið eitt aftur-
vendandi tiltak seinnu
árini, og undirtøkan
millum
fimleikarar
hevur verið sera góð.
Í ár verður kapping-
in í Ítróttarhøllini á
Hálsi,
og
kappast
verður í vikuskiftin-
um 26. og 27. februar.
tn
Nýggjur stjóri
í Ítrótta-
vedding sp/f
Bridge
Árliga
stórkappingin
nærkast
Niclas aftur í KÍ
Emil L. Jacobsen, h.m., ítróttarskrivari á Dimmalætting, handar her formanninum í Argja Róðrarfelag, Sigurd Andreasen,
heiðursskjal og blómur í sambandi við, at felagið vann heiðurin at hava framt ársins ítróttarbragd 2004
Mynd: Álvur Haraldsen
Nú bendir alt á, at sterki verjuleikarin, Niclas Niclasen, kom-
andi kappingarár framhaldandi verður at síggja í bláu troyggj-
uni hjá KÍ