Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2005 3 Kalsoyingar fáa nýtt samband við umheimin Í næsta mánaði verð- ur nýggja samferðslu- havnin á Syðradali klár at taka alment í nýtslu. Tá fáa kalsoy- ingar regluligt sam- band við Klaksvík og eisini við Leirvík SAMFERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað verður eitt stórt fram- stig fyri kalsoyingar, tá teir í næsta mánaði fara at fáa regluligt rutusamband við umheimin. Barsskor hevur so trúliga tænt hesi farleiðini í mong ár, men við teirri nýggju samferðsluhavnini á Syðra- dali eru møguleikar skaptir fyri einum betri og víðk- aðum sambandi hjá fólki. Ferðaætlanin fyri farleið- ina er klár, og sambært henni verða fimm túrar sigldir hagar um dagin, og leygarkvøld verður eisini ein túrur sigldur, um tørvur er á tí. Fyrireikingarnar til sam- ferðsluhavnina byrjaðu fyri fimm árum síðani. Nú er arbeiðið komið so væl áleiðis, at tað í roynd og veru bert er eftir at laða og hampa um á staðnum. Arbeiðið er mett at kosta 21 mió. kr. Hóast seinking- ar orsakað av veðri, er tað ikki dýrkað. Túrar á morgni og kvøldi Tey á Strandferðsluni hava eisini fyrireikað seg til hesa havnina og hvussu ferða- ætlanin skal síggja út, tá arbeiðið verður liðugt. Upplýst verður, at henda ferðaætlanin longu hevur verið til hoyringar hjá av- varðandi pørtum, og er góðtikin har, og er sostatt klár at seta í nýtslu í næsta mánaði. Sambært ætlanini fær fólkið á Kalsoynni m.a. ein morguntúr, soleiðis at tey kunnu vera í Klaksvík, tá klokkan er farin beint av hálvgum átta. Á hend hátt kunnu tey hava sítt dagliga arbeiði í Klaksvík, og kunnu eisini sleppa til húsa aftur um kvøldið. Fyrrapartin og seinna- partin verða túrar gjørdir úr Klaksvík til Syðradals og hagani tvørtur um fjørðin til Leirvíkar. Hesir eru meiri at rokna sum farma- túrar, tí siglt verður eisini av Leirvík til Syðradals á heimleiðini. Kl. 19 verður so aftur ein túrur gjørdur av Klaksvík, men tá verður bara siglt til Syðradals og aftur. Leygar- kvøld verður eisini møgu- leiki at gera ein túr í Kals- oynna, men so skal boðast frá hesum frammanundan, tí hetta er ein sokallaður tilkalli-túrur. Sambært teirri komandi ferðaætlanini verður eisini skipað busssamband við nakrar av túrunum í Kals- oynna. Riggar væl Hóast samferðsluhavnin ikki alment er tikin í nýtslu enn, so hevur hon kortini longu staðið sína roynd. Í arbeiðinum hevur verið lagt upp til, at báðir brim- garðarnir skulu tryggja hesa nýggju havnina bæði ímóti brimi av lágætt og av høgætt. Strandfaraskipið Sam og grótbáturin Siri hava verið fleiri ferðir í havnini, við m.a. tilfari til arbeiðið, sum enn er í gerð. Og Sam hev- ur somuleiðis tikið sær av flutninginum hjá eitt nú IRF. Sum skilst hevur hetta riggað avbera væl. Ætlanin var upprunaliga at arbeiðið skuldi vera lið- ugt í desember í fjør, men var tað nakað seinkað av brimskaðum og vánaligum veðri. Hóast hetta er ar- beiðið ikki dýrkað. 21 mió. kr. Tað er Landsverk, sum stendur sum byggiharri fyri nýggju havnini á Syðradali. Á heimasíðuni hjá Landsverki sæst, at verk- ætlanin hevur fevnt um fleiri ymisk arbeiði: Gerð av tveimum brimgørðum, sum eru ávikavist 100 og 120 metrar langir og gerð av eini 40 metra langari at- løgusíðu. Umframt hetta fevndi ar- beiðið um gerð av ferjulegu við tilhoyrandi rampu, dýp- ing og planering av havna- økinum. Fyrireikingarnar fóru í gongd í 2000, tá forkann- ingar vórðu gjørdar. Hesar kanningar fevndu um mát- ingar av aldu og streym- viðurskiftunum, og kann- ingar av umstøðunum undir flóð og fjøru. Modellroynd- ir eru haraftrat gjørdar á Danmarks Meteorologiske Institut. Landsbyggifelagið hevur staðið fyri prosjekteringini, sum byrjaði á sumri 2002, meðan byggifelagið hjá J & K Petersen vann lisitatión- ina 10. apríl 2003 og fór síðani til verka. Kostnaðurin av sam- ferðsluhavnini er 21 mió. kr. Samferðsluhavnin á Syðradali hevur longu staðið sína roynd og er í brúki, í samband við arbeiðið sum enn er í gerð. Alment verður hon tikin í nýtslu í næsta mánaði