leygardagur 12. februar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 30 - 12. februar 2005
Hóskvøldið varð
Vágatunnilin stongd-
ur í eitt korter, tí ein
ávaringarskipan
gjørdi vart við, at
okkurt var galið. Tað
vísti seg tó, at einki
var áfatt, og tunnilin
varð latin uppaftur
VÁGATUNNIL
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hóskvøldið stóð ein lang
røð av bilum og bíðaði eftir
at sleppa ígjøgnum Vága-
tunnilin.
Bummurin var farin nið-
urfyri, og bilarnar máttu
bíða í eitt korter fyri at
sleppa um Vestmannasund.
– Vit gjørdu reint í Vága-
tunlinum hósdagin. Tað
varð vaskað og ruddað, og á
onkran hátt hevur hetta
ávirkað ein følara í tunlin-
um, sigur Dávid Reinert
Hansen, stjóri í Vágatunl-
inum.
Ein følari boðaði Al-
armsentralinum
frá,
at
okkurt var galið, og Al-
armsentralurin ringdi eftir
fólki fyri at kanna hetta.
Tað vísti seg tó, at einki var
galið, og tá ið tað var stað-
fest, var tunnilin latin upp-
aftur fyri ferðsluni.
Til goymslu okkara á Kambsdali
søkja vit eftir einum goymslu-
lærlingi.
Lærutíðin er 3 ár, um tú hevur
FHS, og 2 ár um tú hevur HH.
Ert tú ágrýtin, hevur áræði og
hug til at útbúgva teg á einum
dynamiskum virki, so ert tú
møguliga tann, ið vit leita eftir.
Ert tú áhugað/áhugaður, send
skrivliga umsókn, saman við evt.
prógvi, innan 26. februar 2005.
Eru spurningar, ert tú vælkomin
at seta teg í samband við Viggo
Johannesen, søluleiðara,
fart. 588828, ella Ólav Asafsson
Olsen, stjóra, fart. 588817.
Umsóknir viðgjørdar í trúnaði.
Postsmoga 110 . 530 Kambsdalur
Tel +298 444 170 . Faks +298 444 265
info@kj.fo . www.kj.fo
KJ er ein fyritøka við serkunnleika innan hydraulik og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar
útgerð til fiski- og alivinnnuídnað á sjógvi og landi, umframt til flutnings- og byggivinnuna. Sum
ein av størru fyritøkunum á maskintekniska økinum í Føroyum, veitir KJ eisini útgerð og tæn-
astur til útlendskar marknaðir, eitt nú til Íslands, Skotlands, Hetlands, Grønlands, Danmarkar og
Norra. Í løtuni starvast 56 fólk í fyritøkuni.
Goymslulærlingur til KJ
Vágatunnilin
stongdur í eitt korter