Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 30 - 12. februar 2005 Jógvan við Keldu er róligari, nú hann hevur verið á fundi við ovasta stjóran í skipasmiðju- samtakinum, sum byggir nýggja Smyril NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit høvdu ein rættiliga góðan fund og nú síggi eg ljósari upp á tað. Jógvan við Keldu hevur verið í Keypmannahavn á fundi við skipasmiðjusam- takið, sum byggir nýggja Smyril. Skipið er nógv seinkað og nú vildi landsstýrismað- urin í samferðslumálum hava fulla greiði á, hvussu landið liggur. Tí sendi hann boð eftir sjálvum ovasta stjóranum fyri øllum skipasmiðju- samtakinum, sum eigur skipasmiðjuna, har Smyril verður bygdur. Tað er ein skipasmiðja í San Fernando í Spania, sum byggir nýggja Smyril. Hendan Skipasmiðjan er ein partur í stóra og um- fatandi Izar-samtakinum, sum eigur nógvar skipa- smiðjur. Og Jógvan við Keldu boðsendi stjóranum fyri alt samtakið á fund í Keyp- mannahavn mikudagin fyri at fáa varpað ljós á bygg- ingina og fyri at fáa greið boð um, hvussu er vorðið við byggingini. Umframt ovastu leiðsl- una í Izar, vóru eisini umboð fyri Knud E. Han- sen, sum hava teknað nýggja Smyril og Maersk Brokers, sum hevur eftir- litið við byggingini. Og Jógvan við Keldu er væl nøgdur við fundin. Tað hevur annars ivi tikið seg upp um byggingina og summi spyrja enntá, um vit yvirhøvur fáa nakað skip. – Eg eri nógv róligari nú, vit hava havt fundin við ovasta stjóran í Izar-sam- takinum, tí eg haldi, at fundurin var góður, sigur Jógvan við Keldu. Og hann leggur afturat, at tað er als ongin ivi um, at nýggi Smyril verður gjørd- ur liðugur og at vit fáa hann. Tað tóku annars stórir trupulleikar seg upp í øllum skipasmiðjusamtakinum eftir at samtakið gjørdi nak- rar royndir at skilbøta raksturin. Í tí sambandi var talan um at lata skipasmiðjuna, sum byggir nýggja Smyril, aftur og tað skapti nógvan ófrið við arbeiðssteðgum og verkføllum. Sostatt hev- ur lítið skil verið á arbeiðn- um at byggja nýggja Smyril í fleiri mánaðir í heyst. – Stjórin í Izar vissaði meg um, at allir trupulleik- ar nú eru loystir. Skipa- smiðjan í San fernando verður ikki stongd og avtala er gjørd við 4000 arbeiðs- fólk av teimum 11000, sum eru í øllum samtakinum, um at fara úr starvi. – Sostatt hevur verið ar- beitt sum vanligt uppá nýggja Smyril síðani á nýggjárinum í tvey skiftisvaktum. Framvegis óvist Men tað er framvegis óvist, nær hann verður liðugur. – Ovasti stjórin í Izar sam- takinum lovaði mær, at nú skuldi hann sjálvur upp í málið, sigur Jógvan við Keldu. Hann sigur, at eitt enda- mál við fundinum var eisini at fáa eina nýggja dagfest- ing fyri, nær nýggi Smyril verður liðugur. – Men eg gjørdi heilt greitt, at tað var sera um- ráðandi fyri meg at tann tíðarætlanin, sum vit hesu- ferð, eisini má vera ein tíð- arætlan, sum fer at halda, sigur Jógvan við Keldu. – Tað kundi ovasti stjórin í Izar ikki siga við vissu nú. – Men hann lovaði, at nú skuldi hann sjálvur taka sær av málinum. Og tað fyrsta, hann fer at gera, at er at gjøgnumganga alt projekt- ið sum tað er, saman við leiðsluni á skipasmiðjuni í San Fernando og teimum, sum hava eftirlitið fyri Strandferðsluna, fyri at fáa fulla greiði á, hvussu landið liggur. Tá ið tað arbeiðið er liðugt, fer at bera til at gera eina neyva tíðarætlan fyri, nær nýggi Smyril verður liðugur. Samstundis lovaði stjórin í Izar, at hann hereftir fer at hava fund við skipasmiðj- uni í San Fernando hvørja viku fyri at fylgja bygingini upp. Harafturat eru tað ymiskt í sambandi við byggingina, sum Strandferðslan ikki er nøgd við. – Skipasmiðjan í San Ferando hevur játtað at ganga Strandferðsluni á møti á summum økjum, men annað vildu teir sam- ráðast um. Jógvan við Keldu sigur, at eisini hesi viðurskifti lovaði ovasti stjórin í IZAR at taka sær av. – Samstundis vissaði hann meg um, at IZAR ætl- ar sær at handa føroyingum eitt skip, ið lýkur øll klassa- krøv og øll krøv, sum danska skipasýnið setir, umframt øll krøv, sum ann- ars verður sett til bygging- ina. Jógvan við Keldu sigur, at hann fegnast um hetta lyftið frá stjóranum í IZAR. – Sjálvandi hevur tað al- stóran týdning, at Smyril verður liðugur. Men tað hevur líka stóran týdning, at talan er um eitt skip, ið lýkur øll dygdarkrøv, sum vit hava sett, um tað so kemur ein mánað fyrr ella seinni. Jógvan við Keldu sigur eisini, at hann hevur fingið at vita frá skipakønum, at trupulleikarnir, sum hava tikið seg upp í sambandi við nýggja Smyril, als ikki eru óvanligir í samband við skipabygging. Høvdu ein góðan fund um nýggja Smyril Jógvan við Keldu fegnast um fundin við stjóran í IZAR-samtakinum, sum byggir nýggja Smyril. Hann fer nú sjálvur upp í byggimálið og hann hevur lovað landsstýrismanninum, at nýggi Smyril verður gjørdur liðugur. Hann lovaði eisini, at talan verður um eitt skip, sum lýkur øll krøv