Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2005 7 Tveir kilometrar av Norðoyatunlinum eru asfalteraðir, og Leir- víksmegin eru teir við at koma á lægsta punkt í tunlinum NORÐOYATUNNIL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Um einar fýra mánaðir verður Norðoyatunnilin skotin ígjøgnum. Uppruna- liga ætlanin um, at ar- beiðsliðini Leirvíksmegin og Klaksvíksmegin skulu hittast undir Leirvíksfirði í juni mánaði í ár, heldur í løtuni. – Leirvíksmegin hevur arbeiðið gingið støðugt alla tíðina, og Klaksvíkmegin gongur eisini betur nú, eftir at vatnlekar hava órógvað arbeiðið nakað, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri fyri Norðoyatunnilin. – Í løtuni heldur tíðarætl- anin, og vit rokna fram- vegis við at skjóta tunnilin ígjøgnum í summar, sigur hann. Tveir kilometrar asfalteraðir Leirvíksmegin hevur ar- beiðsliðið borað einar 2600 metrar av tunlinum, og um einar 400 metrar eru teir komnir til lægsta punktið í tunlinum. Klaksvíksmegin eru boraðir um 1700 metr- ar. Eitt strekkið á tveir kilo- metrar er longu asfalterað. Arbeiðið Leirvíksmegin er eitt sindur frammanfyri arbeiðið Klaksvíksmegin, og har eru einir 1500 metr- ar asfalteraðir. Klaksvíks- megin er fyrsta strekkið eisini asfalterað, og har eru einir 500 metrar lagdir við asfalti. Sprekkur og lekur Arbeiðið at gera Norðoya- tunnilin gongur sostatt eftir ætlan. Leirvíksmegin hevur fjallið so at siga alla tíðina verið gott at spreingja ígjøgnum. Tað kemur tó fyri, at stórar sprekkur eru, sum volda nakað av trupul- leikum. Summar av hesum kunnu í einstøkum førum verða fyltar við leiri. Klaksvíksmegin hava tað serliga verið vatnlekar, sum hava seinkað arbeiðnum, og tað eru framvegis lekar, hóast tað er frægari nú. Ætlanin er, at vatnið úr Háfjalli skal gagnnýtast, og tí verður ein vatnleiðin løgd inn, har lekarnir eru. Norð- oyatunnilin ger eisini eina kanning av grundvantinum í Háfjalli. Nærkast botninum í Norðoyatunlinum Í Føroyum ber ikki til at testa fyri orð- blindni, og tí eru tey orðblindu ikki til, sambært hagtølum. Men eitt er hagtøl, eitt annað er veruleikin, sum vísir, at tað í hvørjum skúlaflokki sita 2-3 orðblindir næmingar. Felagið fyri lesi- og skriviveik varpar ljós á burtur- tagda trupulleikan við tveimum fyrilestr- um um vikuskifti LESI- OG SKRIVIVEIK Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Onkusvegna kenna vit tað, sum vit verða tagd í hel. Spyrt tú teg fyri á einum skúla til dømis, fært tú uttan iva at vita, at tey ongan orðblindan næming hava, sjálvt um vit við vissu vita, at tað í hvørjum før- oyskum skúlaflokki í miðal sita 2-3 lesi- og skriviveikir næmingar. Tað finst nevni- liga ongin máti at testa teir í Føroyum, sum tey gera aðrastaðni, og tí eru tey orðblindu ikki til sambært hagtølum, sigur Anna Karin Kjeld, formaður í felagnum fyri lesi- og skriviveik. Í eini roynd at varpa nýtt ljós á henda burturtagda trupulleikan hevur felagið fingið formannin fyri danska orðblindafelagið, Hans Paula Christensen, til Føroya at halda tveir fyri- lestrar. Tann fyrri var í Vest- manna skúla í gjár og leyg- ardagin kl.14.00 verður aft- ur høvi at hoyra Hans Paula í hølunum hjá MBF í Havn. Rópa politikarnar upp – Eitt av aðalmálunum við okkara arbeiði er at fortelja teimum lesi- og skrivi- veiku, at tað ber til at fáa hjálp, so tey ikki skulu líða undir hesum trupulleikan- um. Hinvegin, hjálpin kost- ar pengar, men so leingi, politikarar og aðrir mynd- ugleikar ikki vita av trup- ulleikanum, er tað næstan ógjørligt hjá okkum sum felag at liva upp til okkara endamál, sigur Anna Karin og vísir á, at felagið higartil ongan peningaligan stuðul hevur fingið til sítt arbeiði. Síðsta á gjørdist felagið fyri lesi- og skriviveik limur í MBF, men heldur ikki har hava pengar verið at heinta, tí MBF eisini varð skert á fíggjarlógini. Tískil er vitjanin hjá for- manninum í danska orð- blindafelagnum ikki minst ein roynd at rópa politikar- nar upp. Hans Pauli Christ- ensen kann nevniliga á ein rættiliga ítøkiligan hátt greiða frá, hvussu ovur- honds stóran týdning rætta hjálpin hevur fyri tey lesi- og skriviveiku. Umframt arbeiðið í orðblindafelagn- um, hevur Hans Pauli eisini drúgvar royndir við at hjálpa lesi- og skriviveikum í sinum dagliga starvi sum stjóri á einum orðblinda- skúla fyri vaksin. Eg dugi ikki at lesa! Hóast fíggjarliga orkan darvar arbeiðnum hjá fel- agnum almikið, setast tey ikki hendur í favn. Felagið fylgir væl við í tí, sum hendir á hesum økinum í londunum rundanum okku- m, og eru tey altíð fús at kunna sínar limir um eitt nú nýggj hjálpiamboð, hóast felagið ikki sjálvt hevur møguleika at veita limun- um fíggjarligan stuðul til slík keyp. Eitt tað nýggjasta innan hjálpiamboð er til dømis tann sokallaði lesi- pennurin, sum skannar tekstir inn á telduna, sum síðani lesur tekstin upp. Lesipennurin kann lesa alt frá bókum og bløðum til nýtsluvegleiðingar ella sjálvuppgávuna og lættir tí sera nógv um hjá teimum lesi- og skriviveiku í ger- andisdegnum. Tíverri finst hetta forritið ikki á før- oyskum enn, tí fíggjarliga orkan ikki røkkur til at fáa hetta arbeiðið gjørt. Annars standa útbúgv- ingarmøguleikar fyri lesi- og skriviveik ovaliga á skránni í sambandi við vitj- anina hjá Hans Paula Christensen. Hann fer millum annað at kunna um møguleikarnar fyri fjar- lestri umframt teir mongu eftirskúlarnir fyri lesi- og skriviveik í Danmark. – Tey lesi- og skriviveiku eru jú ikki øðrvísi, enn onnur. Tey hava júst teir somu dreymarnar um til dømis útbúgving, og tí skulu tey sjálvsagt hava somu møguleikar. Tíverri er tað enn soleiðis, at sigur tú: "Eg dugi ikki at lesa" verður tað hugt uppá teg, sum komst tú frá eini aðrari planet. Fekst tú hinvegin røttu hjálpina longu sum barn, var trupulleikin kanska als ikki til staðar, sigur Anna Karin Kjeld. Arbeiðið í Norðoyatunlinum gongur eftir ætlan, og tunnilin verður væntandi skotn ígjøgnum um einar fýra mánaðir Mynd: Álvur Haraldsen Orðblind verða tagd burtur