Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 30 - 12. februar 2005 Tað verður einki verkfall í fiskiflotan- um í hesum umfari, hóast bæði Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag vrakaðu seinna semingsuppskotið hjá semingsstovninum hósdagin. Feløgini samdust um at sam- ráðast undir aðrari skipan, samstundis sum verandi sáttmáli varð longdur fram til 1. apríl í ár SÁTTMÁLASTRÍÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin var á Hotel Hafnia hósdagin og loddaði »dýpið«, tá ið semings- stovnurin hevði kallað Før- oya Skipara- og Navigatør- felag og Føroya Reiðara- felag til fundar. Freistin hjá feløgunum at svara tí seinna semingsuppskotin- um hjá stovninum var úti klokkan 14 hósdagin, og tað var í hesum sambandi, at semingsstovnurin kallaði feløgini til fundar. Vit stóðu uttanfyri dyrn- ar, meðan spenningurin var størstur, um vit fóru at fáa semju - ella verkfall. Vónirnar um eina treyta- leysa semju, vóru einki ser- ligar, tí bæði feløgini høvdu vrakað fyrra semingsupp- skotið, og tað vísti seg at vera langt millum partarn- ar. Av og á hugdi onkur út um dyrnar hesa løtu, meðan vit bíðaðu, men eingin vildi siga eitt orð um, hvussu gekst at finna semju. Líkt var kortini ikki til, at stemningurin var so ringur, tí lagið á monnum vísti seg at vera hampiliga gott. Tað sá út til, at eitt hvørt var í umbúna, soleiðis at vit ikki fóru at fáa verkfall, Men tað var so bara giting, tí vit vistu einki sum helst. Vit vistu, at innanfyri dyrnar við tað langa borðið sótu fleiri umboð fyri bæði skiparar og navigatørar og fyri reiðararnar. Undan fundinum hevði semingsmaðurin, Terji Sig- urðsson, sagt, at semings- stovnurin hevði ongar ætl- anir í framhaldi av tí, sum fyrilá hendan dagin. Tað merkir, at stovnurin vildi hava at vita, um feløgini samtyktu ella vrakaðu sem- ingsuppskotið. Tá ið feløgini saman við semingsstovninum høvdu sitið við fundarborðið í ein góðan tíma ella so, kom Terji Sigurðsson út í gong- in, og júst tá ið hann steig út um dyrnar, segði hann við eitt av felagsumboðun- um, sum eisini stóð úti í gongini, at nú var klárt at skriva undir. Líkt var nú til, at tað óvæntaða fór at henda; at bæði feløgini høvdu sam- tykt semingsuppskotið og fóru at skriva undir. Vit spurdu Terja, um vit kundu sleppa innar at taka eina mynd, tá ið feløgini fóru at skriva undir - og hann játtaði. Løtu seinni vóru vit eis- ini inni í samráðingarhøl- unum, har hin semings- maðurin, Jóannes Djur- huus, á sínari teldu var í holt við at leggja seinastu hond á semjuna millum feløgini. Jú, feløgini samdust - og skrivaðu undir, men kanska var hetta ikki júst tann semjan, sum vinnan hevði vónað, soleiðis at friður kundi valda til næstu reglu- ligu samráðingar millum feløgini. Fyribils semja Á fundinum hendan dagin boðaðu bæði Føroya Skip- ara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag frá, at feløgini høvdu vrakað sem- ingsuppskotið. Undir van- ligum umstøðum høvdu vit tá havt verkfall í fiskiflot- anum. Men við hesum var ikki alt sagt. FSN vísti í fyrsta lagi á einstakar partar í semings- uppskotinum, sum felagið ikki kundi góðtaka. Felagið kundi eitt nú ikki góðtaka uppskotið um býtið av ser- liga høgum oljuútreiðslum, soleiðis sum tað fyrilá í semingsuppskotinum. Av tí, at hesin parturin av semingsuppskotinum við- víkur øll manningarfeløg- ini, skeyt felagið upp, at oljuútreiðslurnar verða lagdar til viks fyribils, og at málið verður tikið uppaftur í samráðingum millum reiðarafelagið og øll mann- ingarfeløgini. Um so verð- ur, skjeyt felagið upp, at restin av samráðingunum eisini vórðu útsettar, so- leiðis at støða kann takast til eina semju um onnur mál, samstundis sum spur- ningurin um oljuna eisini verður loystur. Yvirfyri semingsstovnin- um boðaði Føroya Reiðara- felag á fundinum hósdagin eisini frá, at limir felagsins á fundi høvdu samtykt at vraka semingsupskotið. Limafundurin hjá Føroya Reiðarafelag samtykti eis- ini, at framyvir skulu limir reiðarafelagsins, sum eru í sama veiðibólki, sjálvir standa fyri sáttmálasamráð- ingunum við manningar- feløgini. Á fundinum hósdagin tók nevndin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag hetta til eftirtektar. Tí samdust feløgini hós- dagin um at leingja verandi sáttmála fram til 1. apríl 2005, samstundis sum feløgini eisini samdust um, at nýggjar samráðingar skulu byrja skjótast tilber. Vit kunnu skoyta uppí, at feløgini, sum eru limir í Føroya Reiðarafelag, og sum nú sjálvi skulu standa fyri samráðingunum við manningarfeløgini, eru hesi: Felagið Trolskip, Felagið Garnaskip, Felagið Rækjuskip, Felagið Ídnað- arskip, Felagið Lemmatrol- arar, Felagið Stállínuskip, Felagið Nótaskip og Felag- ið Verksmiðjuskip. Sostatt verður ikki verk- fall í fiskiflotanum í hesum umfari. Vrakaðu men samdust kortini Teir samdust, men bert fyribils. Her taka formenninir í hondina á hvørjum øðrum eftir, at hesin parturin av stríðnum er lokin Mynd: Jens Kr. Vang Semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Jóannes Djurhuus, hava havt eina tunga uppgávu at finna semju Mynd: Jens Kr. Vang Sólarkaffi í Leirvík SÓLARKAFFI tíðindaskriv Sunnudagin 13. februar kl. 15.00 verður árliga sólarkaffi í Bygdahúsin- um í Leirvík. Umframt tær nógvu køkurnar, er vanliga eitthvørt annað á skránni. Undanfarin ár hava málningar og gaml- ar myndir verið sýndar fram, umframt tónleika- framførslur. Í ár er ætlanin at vita, um til ber at fáa til vega gamlar lutir úr bygdini at sýna fram. Tískil verður heitt á bygdafólk- ið um at lána okkum for- vitnisligar lutir, sum kunnu vera við til at gera sólarkaffi til eitt minniliga løtu. Lutirnir kunnu vera alt millum himmal og jørð og aldurin hevur sum so ikki so nógv at siga. Tó skulu teir helst vera minst 30 ár. Ung í Føroyum í Fuglafirði Fyrsta »Ung í Føroyum Eystur«- stevnan verður 18.- 19. februar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði UNG Í FØROYUM tíðindaskriv Í vikuskiftinum 18.-19. februar verður Ung í Føroyum stevna á fyrsta sinni hildin uttanfyri høvuðsstaðin. Lista- og mentanarstevnan fyri ung millum 13 og 18 ár verður hildin í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði, og tað er Fuglafjarðar kommuna sum skipar fyri, í samstarvi við Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og aðrar kommur á Eystur- oynni og Norðoyggjum. Stevnan er tann fyrsta av ætlandi trimum stevnum um landið, sum verða hildnar støk ár, meðan stevnuna í Norð- urlandahúsinum heldur fram makað ár. Eins og í Norður- landahúsinum, er stevn- an í Mentanarhúsinum fullteknað, og bíðilisti er. Fjøruti ung eru sloppin við á stevnuna. Tey fara at á innanhýsis sýning at sýna fram egin avrik: fríggjakvøldið verða pallframførslur í Mentanarhúsinum og alla vikuna verður myndlistaframsýning í Ribarhúsi. Fleir enn 90% av teimum ungu hava meldað seg til við einhvørjum, tey vilja vísa. Leygardagin verður ein langur arbeiðsdagur – fimm yrkislistafólk leiðbeina teimum ungu á hvør sínum listaøki. Hesi eru Sjónleikaverks- miðja við Mikkjali Helmsdal, Tónleika- verksmiðja við ljóðtøkni við Kára Sverrasyni og Johannesi Steingrund, Fotoverksmiðja við Amy Hansen og Myndlista- verksmiðja har ein heil- ur veggur í Mentanar- húsinum verður prýddur við Karstini Olgar Lam- hauge. Opnar verksmiðjur verða leygardagin mill- um kl. 18 og 19 har vinir, familja og onnur áhugað fáa høvi til at vitja meðan arbeitt verð- ur. Soleiðis ber til at fáa ein hómig av, hvat verð- ur skapt og hvussu. Tað eru egnu hugskotini hjá teimum ungu sum eru grundarlagið undir tí, ið arbeitt verður við, og verður tað, sum er at síggja leygarkvøldið helst eisini umboðandi fyri, hvat yngsta ættar- liðið av føroyskum lista- fólki vilja og duga við kønari leiðbeining. Lærarar í listagreinun- um í fólkaskúlanum hava møguleika at melda seg sum eygleið- arar á stevnuni. Har verður fyrilestur og kjak í Ribarhúsi kl. 12 - 14.30, og fáa høvi til at vitja verksmiðjurnar. Evnið er »Hvussu kann áhaldandi undirvísing í listalærugreinum og til- tøk sum Ung í Føroyum skapa grundarlag hvørt fyri øðrum?« Myndlistaframsýning- in í Ribarhúsi verður at síggja eina viku eftir stevnuna, og tíðindi frá stevnuni verða løgd út á alnetið av ungum tíðindafólkum á Ungum í Føroyum.