Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2005 9 Hósdagin bjóðaði Sendistova Føroya í London til almennan fund á Hotel Hafnia, har ein frágreiðing varð løgd fram, sum lýsir toska- og hýsu- marknaðin í Stóra- bretlandi, eins og frá- greiðingin eisini lýsir okkara støðu sum útflytari. Nógv fólk var og lýddi á, og áhugin fyri fram- løguni var stórur FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Frágreiðingin hjá Sendi- stovu Føroya í London er upp á slakar seksti síður. Hon lýsir nógv ymisk við- urskifti við atliti til okkara fiskivinnu og marknaðin í Stórabretlandi. Í formælinum verður víst á, at nógv orðaskifti seinastu árini hevur verið um lutfalsliga stóra vøkst- urin í útflutningi av óvirkaðum toski og hýsu úr Føroyum til Stórabretlands. Ymiskar áskoðanir eru um, hvør orsøkin er til hesa gongd, og hvørt hetta fyri- brigdi er ein trupulleiki ella ikki. – Sendistova Føroya í London hevur sum partur av sínum virksemi fylgt gongdini í fiskivinnuni í Stórabretlandi seinastu árini, og greitt er, at stórar broytingar eru farnar fram. Talan er um broytingar í alheimssamfelagnum og lokalt í Stórabretlandi, sum ávirka føroyska fiskivinnu. Sagt verður í frágreið- ingini, at Stórabretland hevur síðan vinnuligur fiskiskapur tók seg upp kring Føroyar verið ein høvuðsmarknaður fyri ser- liga tosk og hýsu. – Ætlanin við hesi frá- greiðing er serliga at hyggja at rákinum á hesum marknaði, og hvussu vit kunnu vænta, at føroysk fiskivinna verður ávirkað av hesum. Frágreiðingin lýsir før- oyska útflutningsmynstrið, bæði hagtalsliga og við at- liti at marknaðinum. Ein viðgerð er av føroysku kappingarstøðuni, og mett verður um framtíðarútlit. – Greitt er, at sum støðan er í løtuni, eru útlitini ikki serliga bjørt. Tí verður eis- ini spurt í frágreiðingini: »Hvat er til ráða at taka?« Hvørji eru ráðini? Vit fara í hesum blaðnum at hyggja at tí partinum, sum eitur: »Hvat er til ráða at taka?« – Tað kann tykjast eitt sindur »abstrakt« at siga, at gongdin seinastu árini er eitt úrslit av broyttum kapp- ingarfyritreytum, sum er ein avleiðing av alheims- gerðini, men í stóran mun er hetta veruleikin. Spurn- ingurin, vit eiga at seta okkum, er tí: »Hvussu møta vit á bestan hátt hesari av- bjóðing, og hvussu tryggja vit, at okkara samfelag ikki bert verður ein útflytari av rávøru, men heldur kann mennast til eitt framkomið fiskivinnusamfelag? Í frágreiðingini verður hildið fram: - Vanliga, tá ið tosað verður um alheimsgerðina og ta hóttan, hon er fyri vinnulívið í vesturheimin- um, verður sagt, at talan er ikki um eina hóttan, um bert vinnulívið í vestur- heiminum klárar at flyta seg fram í virðisketuni - hetta frá sonevndari frum- framleiðslu til eina meira vitanartunga framleiðslu. Áherðsla eigur at verða løgd á høgan »produktivi- tet«, vøru- og marknaðar- menning, har vinnan ger sær dælt av tí høga kunn- leika og vitanarstøðinum í vesturheiminum. Alheims- gerðin skal vendast frá at vera ein hóttan til ein møguleika. At flyta eina vinnu fram í virðisketuni, er ikki nakað, sum hendir frá degi til dags - og møguliga ber hetta ikki til yvirhøvur. – Møguliga eru forðing- arnar ov stórar, og møgu- liga hava vit ikki neyðuga kunnleikan og vitanarstøð- ið, sum er neyðugt. Áðrenn hugt verður nærri at hesum viðurskiftum, eiga vit at gera okkum greitt, hvørjir møguleikar eru at velja ímillum. Ymiskir møguleikar – Vit hava sett upp nøkur uppskot, men greitt er, at ymisku møguleikarnir allir hava við sær týdningarmik- il samfelagslig árin. Í frágreiðingini verður víst á, at vit kunnu a. lata standa til og einki gera fyri at betra um kappingarførið hjá framleiðsluvinnuni. Vit kunnu b. loyva verksmiðju- skipum at fiska og fram- leiða tosk og hýsu, sum verður veidd á føroyska landgrunninum – og vit kunnu c. menna landfram- leiðsluna soleiðis, at hon kann flyta seg fram í virkisketuni. - Vit hava valt bert at hyggja at møguleika c. Vit meta tað ikki vera skilagott bara at lata standa til, og til tess at meta um møguleik- an at loyva verksmiðjuskip- um at fiska og framleiða tosk og hýsu, sum verða veidd á føroyska land- grunninum, krevur hetta eina neyva kanning. Um hesin møguleiki er skila- góður, bæði vinnuliga og samfelagsliga, hava vit ikki kannað. Og sagt verður víðari: – Hyggja vit nærri at møguleika c., sum er at menna landframleiðsluna, soleiðis, at hon kann flyta seg fram í virðisketuni, so hevur hesin møguleiki við sær, at framleiðsluvinnan fer undir øðrvísi framleiðlu av toski og hýsu. Nýggjar vørur mugu framleiðast - til nýggjar marknaðir. Uttan at fara í smálutir, tykist greitt, at framleiðsla av virðisøkt- um vørum, sum t.d. feskum køldum vørum, innballað- um – ella coated – vørum, royktum vørum og lidnum verðum, eru hóskandi møguleikar. Sosialurin fer at venda aftur til frágreiðingina hjá Sendistovu Føroya í London og framløguna á Hotel Hafnia í komandi viku. Fríggjamorgunin fekk Bárður Oskarsson hand- aðar 60.000 kr., úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum GÁVUGÓÐS Jákup Mørk Hetta er fimta ferðin, at gávugóðs er latið úr grunninum, og varð av- gerðin hesaferð, at eitt listafólk fekk alla upp- hæddina. Og hesaferð gjørdist tað teknarin, Bárður Oskarsson, sum fekk handað stóra kekkin. Í grundgevingini fyri hesum segði nevndin »Bárður Oskarsson var blaðungur, tá ið hann vísti eyðsýndar gávur at tekna og mála. Higartil hevur hann myndprýtt fýra bøkur, sum onnur hava skrivað: »Undir tussafjøllum« hjá abban- um, Oskari, í 1992, »Margreta og mjólkin« hjá Siggu Vang í 2002, »Um svidnu Pussifelluna og øvuta kúvingin« og »Um træskoytur og føð- ingardagsgávuna, sum hvarv« báðar eftir Guðruna Gaard í 2003 og 2004. Fyri jól í fjør kom fyrsta bókin, sum hann sjálvur hevur bæði skrivað og teknað: »Ein hundur, ein ketta og ein mús.« Bárður hevur ment sín egna, sermerkta stíl, eyðkendan av hugflogi og humor, sum nógv, bæði í Føroyum og uttan- lands, hava givið sær far um. Tað er fyri at Bárður skal fáa umstøður at menna seg á hesum list- arliga øki, at Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum letur honum hesa gávu.« Thorvald Poulsen á Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list, og hann stovnaði grunnin sum ber navn hansara og sum hevur til endamáls at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgvingar. Grunnurin kann lata stuðul sum gávugóðs og eftir um- sókn. Nevndin hevur samtykt fyri fyrst at lata gávugóðs úr grunninum til evnarík listafólk, sum stuðul til víðari útbúgv- ing. Thorvald Poulsen av Steinum hevur ásett, at nevndin hjá grunninum skal vera mannað við rektaranum á Fróðskap- arsetirnum sum for- manni, formanninum í LISA og formanninum í Føroya Lærarafelag. Tey eru í løtuni Jóan Pauli Joensen, Jenny C. Peter- sen og Jóhannes Eli Iver- sen. Peningaupphæddin, sum varð latin, stavar frá rentunum av stovnfæn- um. Nevndin ásetur upp- hæddina, sum verður lat- in til gávus, og sær til at realvirðið á stovnsfænum ikki lækkar í virði. Bárður fekk 60.000 krónur Bárður Oskarsson hevur ment serkenda persónliga stílin nógv seinnu árini. Ikki minst er tað humor og ein farri av speisemi, sum eyðkennir myndir hansara Mynd: Jens Kr. Vang Alheimsgerðin: Skal vendast frá hóttan til møguleika Nógv fólk var til framløguna hjá Sendistovu Føroya í London á Hotel Hafnia hósdagin. Her prátar John Rajani við fólk, sum vóru komin at lýða á Mynd: Jens Kr. Vang Kreppan í føroysku fiskivinnuni heldur ikki fólki aftur at møta til fundar um teir trupulleikar - og møguleikar - sum eru Mynd: Jens Kr. Vang