leygardagur 12. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 30 - 12. februar 2005
Á fundinum fyrr í vikuni um útflutning av óvirkaðum
fiski legði løgmaður fram visión samgongunnar fyri
føroyska samfelagið. Sambært hesi visión hevur
landsstýrissamgongan sett sær sum mál, at Føroyar
um 15 ár skulu vera millum heimsins fremstu lond.
Hetta er eitt gott mál at seta sær og øll kunnu taka
undir við einum slíkum máli. Soleiðis sum samfel-
agsgongdin er um allan heim, er neyðugt hjá eini-
hvørji stjórn at seta sær eitt mál og at hava eina strat-
egi á øllum samfelagsøkjum fyri at náa hesum máli.
Í framløgu síni nam løgmaður við flestu av teimum
evnum, sum eru uppi í tíðini. Eitt hitt heitasta evnið
er altjóðagerðin. Henda tilgongd fevnir um vandar og
møguleikar. Vandarnar finna vit í hesum, at heimurin
er vorðin ein arbeiðsmarknaður. Hetta merkir, at
framleiðslan fer har, sum kostnaðurin er lægstur, eitt
nú Kina. Henda støða er ein stór avbjóðing til
vinnulív og myndugleikar. Arbeiðspláss í túsundatali
verða nú flutt til Kina, har tímalønin bert er ein brot-
partur av tímalønini t.d. í Norðurlondum ella í Týsk-
land. Tað er øllum greitt, at henda tilgongd gevur
myndugleikum stórar trupulleikar, tí úrslitið av
gongdni er vaksandi arbeiðsloysi.
Tað eru tó ymisk viðurskifti, ið kunnu mótvirka hesi
gongd. Kina er eitt nú av álvara farið undir at end-
urskoða allar tær skattalættaskipanir, sum eru við til
at draga útlendskar fyritøkur til Kina. Tað hevur ging-
ið ov skjótt og vinningurin fyri kinesiska samfelagið
av mongu útlendsku íløgunum er lítil og eingin. Hetta
merkir, at íløguhugurin í vesturheiminum við atliti at
Kina fer skjótt at minka. Eftir verður so hóttanin frá
lága lønarlagnum, sum vit einki fáa gjørt við. Tað
einasta, vit kunnu gera, er at broyta vinnumynstur og
síggja til, at vit fáa meira burturúr tí fiskiríkidømi,
sum vit eiga. Hetta leiðir til positivu avleiðingarnar av
altjóðagerðini.
Altjóðagerðin merkir eisini møguleikar. Men fyri at
kunna troyta hesar møguleikar er neyðugt við ný-
hugsan, nýskapan og kreativiteti - ikki bert í vinnu-
lívinum men í øllum samfelagnum. Meginfortreytin
fyri at kunna taka við avbjóðingini liggur í eini mið-
vísari og sterkari satsning uppá útbúgving og gansk-
ing. Útbúgving og gransking eru fortreytir fyri ný-
skapan og fyri, at vit skulu megna at troyta møgu-
leikarnar, sum altjóðagerðin ber við sær. Løgmaður
og hansara samgonga noyðast tí at leggja á annan
bógv, tá um útbúgving og gransking ræður. Her skal
heilt onnur bót gerast út á súpanina. Í staðin fyri sum
nú at spara og skerja útbúgving og gransking eigur
hetta økið at verða høgt raðfest. Hetta merkir í fyrstu
atløgu, at nógv meira peningur skal játtast í fram-
tíðíni og hetta merkir, at skúli og útbúgving eiga at
verða raðfest nógv hægri enn í dag. Hetta er gald-
andi fyri alt økið - frá barnagarði til hægru læru-
stovnarnar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt gott mál
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Anfinn Kallsberg danskur ráðharri!
Áheitan á okkara fólkatingsumboð um at
krevja, at flogvøllurin verður útbygdur nú
Kann tað hugsast at
Anfinn Kallsberg,
fólkatingsmaður, fær
tilboð um at gerast
ráðharri í nýggju
donsku stjórnini, við
Norðuratlandsøkjunu
m sum málsøki
Ísak Mikladal
Politikkur er millum annað
at hava dirvi at ganga
nýggjar leiðir, tora at taka
við avbjóðingum, bjóða seg
fram og til einhvørja tíð at
virka fyri heilum loysnum.
Tað er eingin loyna at
Anfinn Kallsberg er ein av
royndastu politikarunum
sum vit hava í løtuni. Hann
er viðurkendur her á landi
og í Danmark fyri at søkja
semjur, samanhald og at
fara eftir so breiðum polit-
iskum loysnum sum gjør-
ligt. Eisini er hann ein vird-
ur politikari millum donsku
starvsfelagar sínar, bæði
teir í andstøðu og sam-
gongu.
Spurningurin er, um hetta
ikki júst er rætta løtan at
ganga heilt nýggjar leiðir,
fyri at loysa upp og fyri at
fáa eina endaliga og var-
andi loysn á viðurskiftun-
um millum norðuratlants-
økið Føroyar/Grønland og
Danmark.
Er tað hugsandi, at polit-
iska leiðslan í Danmark við
Anders Fogh Rasmussen á
odda fer at bjóða royndum
føroyskum politikara at
umsita málsøkini viðvíkj-
andi Norðuratlandsøkjun-
um á Fólkatingi? Við tí fyri
eyga at fáa eina breiða
politiska loysn á málinum
viðv. ríkisfelagsskapinum -
og harvið fáa málið loyst
innanífrá heldur enn við
áhaldandi trýsti útifrá. Tað
sær tíverri út til, at danir
hava ilt við at koma víðari,
meðan íblástur útifrá hevði
helst tænt málinum best.
Á nýggju ráðharrastov-
uni kundu bæði donsk og
føroysk/grønlendsk embæt-
isfólk starvast, á tann hátt
høvdu eisini føroyskir og
grønlendskir serfrøðingar,
saman við donskum em-
bætisfólkum, havt møgu-
leika fyri at tilevna neyðug
tilmæli og álit eins og at
vegleitt ráðharran.
Um Anfinn Kallsberg og
Fólkaflokkurin ikki bjóða
seg fram, tí teir meta hetta
at blanda seg uppí danskan
politikki, er tó umráðandi
at teir eru fyri sjálvum
tankanum og til reiðar um
møguleikin gerst veruleiki.
Harnæst er neyðugt at
Føroya- og Grønlendska
Landsstýrið vísa jaligan
hugburð og eru við í møgu-
ligari tilevning av kon-
septinum, hevði hildið at
bæði føroyska og grøn-
lendska fólki vildu staði
aftanfyri Anfinn Kallsberg
í einum møguligum nýggj-
um slóðbrótandi arbeiðið
føroyskum og grønlendsk-
um viðurskiftum at frama.
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Nú valstríðið er lokið,
byrjar arbeiðið Annfinn
Kallsberg
og
Høgni
Hoydal.
Eg fari at biðja tykkum
báðar sum fólkatingsum-
boð um at bera so í bandi,
at til í tykkara "åbnings-
tale" so miriliga heita á
stjórnina um at fáa útbygt
Vága floghavn til 1800
metrar sum skjótast.
Stór skomm er, at staturin
ikki hevur røkt sína upp-
gávu á hesum øki meira
nøktandi.
Eg haldi, at rætta staðið
at nevna hesi viðurskiftir er
fólkatingsins talarastólur -
umframt,
at
landstýrið
sjálvandi eisini er áhugað í
at ein útbygging verður
framd sum skjótast.
Enn einaferð: Tillukku
við valinum. Royni at nýta
ríkisfelagsskapin positivt
til gagn fyri Føroyingar.