Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2005 11 VIÐMERKINGAR Kunst kontra smag & behag Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir Innanduraarkitektur, Vestmanna Komedian á Listasavni Føroya er nú at enda kom- in. Vit, sum hava list sum áhugamál, standa undrandi og sum kánus. Okkara tjóðarsavn hevur nú fingið ein stjóra, sum hvørki er listamaður, ei heldur hevur nakra list- frøðiliga útbúgving. Hesi vóru annars krøvini, sum sett vóru umsøkjarum í starvslýsingini. Tað er sum at søkja eftir lækna og seta bakara í starv. Ein avleiðing, tá Helgi Fossadal bleiv innstillaður til stjórastarvið var, at 13 listafólk tóku seg úr Mynd- listafelagnum. Nú hann er settur, meldar Gunnar Hoy- dal pass. Tað má av sonnum sigast at vera ein høgur prísur fyri at fáa Helga settan í sessin. Hevði tað ikki verið meira relevant at sett Inger Smærup Sørensen sum stjóra og Helga Fossadal í eitt álitisstarv við fígging um hendi? Sum kunnugt er Lista- savnið sjálvsognarstovnur, men tað merkir ikki, at savnið sum útreiðslupostur ikki er á føroysku fíggjar- lógini og skal hava input frá Palliba. Tróndur Patursson skriv- ar í grein síni í Dimmu fyrst í árinum, har yvirskriftin er: »Gáttin er ov lág«. Við hesi starvssetanini er als ongin gátt, heldur eitt trin niðureftir. Í greinini hjá Trónda er eyðsýnt, at alt ruggar ikki heilt rætt í M y n d l i s t a f e l a g n u m . Kanska hevði tað verið eitt hugskot at deilt felagið upp í tvey. Tey etableraðu/proff- arnir, og so tey, sum eru á veg upp eftir stiganum. Tróndur leggur hart út og Øssur Mohr fær toyggið, so tað forslær. Hann kallar listina hjá Øssurin fyri plagiat, eftirlílkningar uttan sál, – bert nakað, sum selur væl. Um eg minnist rætt, var Kári Svensson í somu støðu fyri 5-6 árum síðani. Hann málaði skjótt og nógv – mest líkt akkordarbeiði. Hann seldi nógv, ja, tað gekk sum heitt breyð. Tá bleiv flent at honum og hann bleiv róptur skógva- málarin, garagumálarin og hvat veit eg. »Kært barn har mange navne«, men hygg at honum nú! Ein listamálari segði einaferð við meg: »Eg kann ikki taka mær av, hvat fólk viljahava, men noyðist at mála frá hjartanum og hetta er so úrslitið. So var tað danin, sum segði á sinni: »Der findes skønne ting, og så det folk køber«. Í hesum føri var tað møblar hann meinti við, men tað kundi eins væl verið list. Definatiónin av list er torfør. Hvat er tað, sum ger málningin til list og ikki maks? Natúrtalent er eitt sermerkt fyribrigdi, ein gáva, sum tær er givin. Tað at hava evnir er í sjálvum sær ei heldur ikki nokk, tí at aðrir faktorar gera seg galdandi. Van Gogh er tó eitt gott dømi um, at tær ikki tørvar høga útbúgving fyri at verða góðtikin sum listamálari. Kunstforstáilisi er eitt sera áhugavert fak, men ein lærir ikki listina við bert at lesa. Ein lærari segði við meg á sinni: »Mange mennesker ser kunst og forstår intet; få ser kunst og forstår at værd- sætte dens sprog, uanset tiden for dens opståen«. Yvirhøvur eri eg tó samd við Tróndi. Sera óheppið at gáttin er ov lág, so støðið lækkar og harvið virðingin fyri listini. Skilji eg grein- ina rætt, sita fólk í Mynd- listafelagnum, uttan at hava kompetansu til tess. Men tróndur sjálvur er eisini farin inn á eitt øki, har hann ikki er kompetentur. Har meini eg við Vertshúsið í Havn. Eitt gott dømi um skilaleysa innrætting, fyri at siga tað bart út, heilt út av lagi vánaligt. Alt gott um Trónd, sum er ein av okkara bestu listamonnum, men sum innanduraarkitektur dugir hann ikki. Mynd og ramma skulu helst hóska saman. Rákið innan innrætting er í løtuni, at alt ber til. Litsa- mansetingar og samanset- ingar millum nýtt og gam- alt. Ongin generell regla er fyri hesum, men tó nakrar óskrivaðar reglur, ein skal fylgja, so alt ikki endar í einum hurlivasa. Tað krevst ein hárfín balansa at fáa tað at eydnast. Fert tú yvir um strikuna, oyðileggur tú alt. Innrættingin hevur størri týdning fyri trivnaðin, enn fólk flest geva sær far um. Á arbeiðsplássum økist vælveran hjá teimum, sum har halda til. Og í handlum mennist keypihugurin hjá kundum munandi. Nógvastaðni í handlum, fyritøkum, bankum osfr. er innrætting so lágt priorit- erað, at tað er bæði synd og skomm. Ofta er tað ikki so nógv, sum skal til, men tað er broytingin, sum ger munin. »Form, Farve og Funtion« skal ganga upp í eina hægri eind, tá verður úrslitið væleydnað. Hví ikki einskilja SEV ? Petur í Gong Brúkarasamtakið Kappingarráðið verður biðið um at blanda seg uttanum. Hetta skal SEV sjálvt avgerða. Vit tosa her um prísin á hvørjum kilo- watt tíma, ið vit keypa frá einasta ravmagnsveitara á føroyska marknaðinum. Málið hevur verið fyri í kærunevnd, men SEV fekk ikki viðhald. Nú verður tosað um at fara í rættin. Onkursvegna tykist hetta mær bert at vera enn eitt dømi um, at SEV ikki til fulnar megnar at flyta seg fram í nútíðina, við tí opin- leika og gjøgnumskygni, ið samtíðin krevur. Her gongur snøgt sagt ov seint við umstillingini, og brúk- arin og náttúran verða í síðsta enda tey, ið mugu gjalda ein alt ov høgan prís fyri kilowatt tímarnar. Her hjá okkum kenna vit ikki til annað, enn at al- menna SEV skal standa fyri allari framleiðslu av ravmagni. At ímynda sær møguleikan at kunna geva SEV durafjórðingin, og keypa streymin frá onkrum øðrum, er púra burtur við í dag. Men í hinum norðan- londunum er støðan ein heilt onnur. Har er rav- magnsmarknaðurin fyri langari tíð síðani latin upp fyri fríðari kapping. Ymiskt er hvussu langt londini eru komin á leiðini, men í øllum londunum stendur tað brúkaranum frítt í boði at skifta veitara, uttan í Íslandi, har møguleikin ikki kemur fyrr enn í 2007. Í stuttum verður hetta gjørt við at skipa sjálvt ravmagnskervið í eina eind, sum samstundis skal tryggja javnvágina millum framleiðslu og nýtslu. Ver- andi ravmagnsveitarar fáa við serloyvi veitingar- skyldu á sínum øki, og viðurskiftini millum veitara og brúkara kunnu halda á fram á sama hátt sum higartil. Í og við at aðrir rav- magnsframleiðarar sleppa fram at kervinum, kunnu hesir nýggju veitarar bjóða brúkaranum teirra vøru, og kann brúkarin harvið fáa ein lægri prís ella grønari orku. Her verður gingið út frá, at eingin sleppur at bjóða eina vøru út undir verri treytum enn verandi útboð. Hvørki fyri náttúru ella brúkara. Størsti trupulleikin hjá hinum norðanlondunum var, hvussu mann skuldi avrokna, tá veitarin brádliga varð útskiftur. Í Føroyum hava øll hús sín málara, so hetta skuldi ikki verði nakar trupulleiki. Ætlanir eru tó frammi um fjaravlestur av málara, og longri frammi í tíðini liggur tvívegis samskifti, ið gevur r av m a g n s ve i t a r a n u m møguleika at stýra orku- nýtsluni á eitt nú vaski- maskinuni, soleiðis at henda einans vaskar um náttina. Hugskotini eru mong, og munnu vit eisini á hesum økinum fara at síggja eina samantvinning av ymsari tøkni. Spurningurin er so, um nakað grundarlag er fyri hesum ynskidreyminum. Svarið man vera, at tað er tað. Seinastu nógvu árini hava vit fleiri ferðir gjøgn- um fjølmiðlar frætt um fel- øg ella einstaklingar, ið vilja sleppa at framleiða ravmagn. Men oftani kann tað tykjast, sum um tey, ið hætta sær at nerta við okkara aldargomlu rav- magnseinkarsølu, til ein og hvønn prís skulu steðgast. Varð hinvegin roynt at skunda undir eitt breiðari úrval av orku og veitarum, hevði tað tænt bæði landi og fólki, og givið okkum brúkarum ein valmøgu- leika. Anita Schwader Vágur Hvad fanden er det for et system. Min søn ligger med 39.3 i feber, har ondt i halsen når han trækker vejret. Drengen er 5 år. Jeg ringer til lægevagten på Tvøroyri. Får den besked at jeg selv kan komme, da det nok ikke er andet end en hals- betændelse, selv om jeg ikke har kørelejlighed. Jamen jeg kan tage bussen eller en taxi. Hvad he… er det for et system. Sygekassen skal i nok sørge for at indkassere. Jeg tror der er andre der har det som jeg. Zakarias Wang Í 1939 varð í hvørt hús í Føroyum borin ein bók frá Føroya løgtingi. Hon var skrivað av Jóannesi Paturs- syni, sum í 30 ár hevði verið formaður í Sjálv- stýrisflokkinum og síðan gjørdist fyrsti formaður Fólkafloksins. Bókin var "Føroya søga I. Úrdráttur úr stjórnarlagnum". Eitt av tí, sum hann har førdi fram, var at tað var ringt fyri Føroyar tá ís- lendingar í 1843 fingu sítt egna alting og tí ikki longur høvdu umboð á stættar- tinginum í Roskilde. Hann vísti á, at hóast tað bert vóru tríggir kongsvaldir limir úr Norðuratlantshavi (2 fyri Ísland og 1 fyri Føroyar), so var tað ein stór styrki fyri okkum, at vit høvdu íslendingar at vera saman við í hesi samkomu, har eingin annar kendi nakað til okkara viður- skifti, og har vit tí við at standa saman kundi fáa nakað av ávirkan. Hann er sostatt fyrsti maður at bera fram hugs- anina um, at vit í Norður- høvum hava nakað at vinna við at samstarva á dana- tingi. Jeg er lige så jeg raser Norðuratlantssamstarv