leygardagur 12. februar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 30 - 12. februar 2005
70 ára føðingardagur
Í dag, 12. februar, verður Árni Johannesen, Tórs-
havn, 70 ár. Dagurin verður hildin frá kl. 10.00-
15.00 heima hjá Jørgini og Tóru, Faksagøta 5.
50 ára føðingardagur
Sunnudagin 13. februar verður Niels Olgar Joensen
í Sandavági 50 ár. Dagurin verður hildin við hús
leygardagin 12. februar. Opið hús verður frá kl.
18.00 og kl. 22.00 verður grannaveitsla.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 15. februar hava hjúnini Lis og Zacharias
Zachariassen í Norðragøtu verið gift í 25 ár. Dagurin
verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík leygar-
dagin 19. februar, har opið hús verður frá kl. 16.00
til 22.00.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 13. februar hava Lilljan og Janus
Sørensen í Húsavík verið gift í 50 ár.
Prógv
Marita Regsinsdóttir av Steinum, Argjum, hevur 19.
januar lokið læknaprógv á universitetinum í Keyp-
mannahavn.
Siri Mortensen, Hvalba, hevur 20. januar á Esbjerg
Seminarium tikið professionsbachelor prógv sum
pedagog.
Jensia Augustinussen úr
Sandavági hevur tann 28.
januar 2005 lokið prógv
sum 'chartered accountant'
(ríkisgóðkendur
grannskoðari) á 'Chartered
Institute of Public Finance
and Accountancy' (CIPFA)
í London.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í sambandi at Anfinn
Kallsberg hevði eitt
við framúr gott valúr-
slit til fólkatingsvalið,
beyð hann til opið
hús á Hotel Norð á
Viðareiði miku-
kvøldið
OPIÐ HÚS
Myndir: Helena Kallsberg
Hóast storm og kavarok
mikukvøldið møttu umleið
150 fólk til opið hús á
Hotel Norð á Viðareiði í
samband við at Anfinn
Kallsberg gjørdist stóri
atkvøðuslúkurin við valið
hesuferð við ikki færri enn
3276 persónligum atkvøð-
um.
Anfinn Kallsberg beyð
øllum gestunum vælkomn-
um og fleiri nýttu høvið at
siga nøkur orð, tey vóru:
Eyðun
Elttør,
Jógvan
Gerðalíð, Jákup Mikkelsen,
úr Klaksvík, Rúna Sivert-
sen, úr Streymnesi, Helena
Kallsberg, av Viðareiði, og
Óli Breckmann av Argjum.
Anfinn Kallsberg, fólkatingslimur:
Opið hús á Hotel Norð
Anfinn Kallsberg gjørdist
stóri atkvøðuslúkurin við
valið hesuferð við ikki færri
enn 3276 persónligum
atkvøðum
Hóast storm og kavarok mikukvøldið møttu umleið 150 fólk til opið hús á Hotel Norð á
Viðareiði
Jógvan Gerðalíð úr klaksvík
heldur røðu
John Júst á Marknagili og Óli Breckmann
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 13. februar hava Lilljan og
Janus Sørensen í Húsavík gullbrúdleyp.
Gullbrúdleypsveitslan verður hildin í
ungmannafelagshúsinum leygarkvøldið.
Tey búðu í Havn til 1987, tá ið tey fluttu
til Húsavíkar.
Lilljan fødd í Havn 1934, dóttir Betti
og Jens Paula Rein. Hon valdi sær
skrivstovuyrki sum lívsstarv, og arbeiddi
hon á skrivstovunum hjá Poul Hansens
heilsølu,
Dronning
Alexandrines
Hospital, Føroya Fiskimannafelag, Dóm-
araskrivstovuni, Advokatskrivstovuni á
Bryggjubakka og tá ið skattadeild varð
stovnað í Skopun í 1987, fekk hon starv
har.
Janus er føddur í Húsavík 1933, sonur
Annu og Antinis Sørensen. Antinis var
tingmaður fyri Fólkaflokkin í Sandoyar
valdømi frá 1940 til 1954. Janus fór 14
ára gamal til Havnar at læra til snikkara
hjá Hartvig Hansen, snikkarameistara.
Útlærdur arbeiddi Janus á verkstaðnum
hjá Jóhan Ziska, og tá ið Jóhan Ziska
gjørdist stjóri á tekniska skúla, høvdu
hann og Tórálvur Fagradal eina tíð verk-
staðið undir navninum Fagradal og
Sørensen. Janus fór síðani at arbeiða á
Snikkaraverkstaðnum í Grønlandi, og
arbeiddi hann har til tey flutti til Húsa-
víkar at búgva. Í Sandoynni arbeiddi
Janus fyrst saman við Ólavi Groth og
síðani hjá byggivirkinum J. & K.
Petersen.
Bæði Lilljan og Janus gjørdi á ungum
aldri fimleik í Havnar Fimleikarfelag, tá
ið hjúnini Kirsten og Martin Holm vóru
leiðarar. Janus róði eisini kapp, fyrst við
áttamannafarinum "Royndin Fríða" úr
Húsavík, sum ungir Húsavíkingar í Havn
høvdu lænt norður at rógva við, seinni
róði hann við 10-mannafarinum "Stu-
denturin". Lilljan og Janus dáma væl at
dansa, bæði føroyskan og útlendskan
dans, og dansaðu tey í "Dansifrøi", og í
Húsavík hevur Lilljan, saman við øðrum,
skipað fyri dansiskeiðum.
Einaferð skóti, altíð skóti verður sagt.
Lilljan hevur verið KFUK-skóti alt sítt
lív, nú í fjórðu grein, og tá ið hon flutti til
Húsavíkar, skipaði hon fyri, at skótalið
varð stovnsett í bygdini.
Lilljan og Janus eiga fýra børn, Finnur,
Tórkil og Marita búgva í Havn, og Sólvá
býr í Danmark.