Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2005 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Millum føringar tykist áhugin fyri tí søguliga, fyri tilburðum og viðurskiftum í farnum tíðum, at vera stór- ur. Um enn tað ikki røkkur so langt aftur í tíðina, er forvitnisligt eitt nú at lesa tað, sum Birgar Johannesen eftir nágreiniligar gransk- ingar í bløðunum frá sein- astu øld hevur funnið fram til og nú leggur fram í ljósið aftur í Sosialinum undir heitinum "Havnar leksi- kon". Undir hesum teigi í blað- num nakað herfyri greiðir Birgar frá um gamla bio- grafin hjá Dia Bø í Tórs- gøtu, Føroya fyrsta biograf, sum hann nevnir hann, og sum vit eldru hava so liv- andi minnir um. Men les- andi henda stubba datt mær í huga, at kanska átti eg at skoytt nakað uppí um hesi viðuskifti, sum mamma fortaldi okkum frá sínum barnaárum í Vestmanna. Í heiminum uppi á Heyg- um eins og á handilsvirk- inum niðri á Heyganesi streymaði fólk til og frá í vælmaktsdøgunum hjá abba okkara Ólavi á Heyg- um. Ólavur var maður við fjølbroyttum og impulsiv- um lyndi. Einaferð var norðmaður komin framvið at vísa fólki ljósbíløt. Um hann kom av sínum ein- tingum, ella um abbi, sum í sambandi við sínar hug- sjónir og ætlanir um el-út- bygging í Føroyum hevði nógv samband við Noreg, hevði elvt honum til at koma, veit eg ikki. Men hetta á einum lørifti at kunna síggja myndir og hendingar uttan úr heimi hugtók fólk so nógv, at abbi gjørdi stutt av og keypti tól- ini frá norðmanninum. Eftir hetta kundu nú vestmenn- ingar meira og minni reglu- liga fara í biograf, um tað so hevur verið í skúlanum, í onkrum pakkhúsrúmi á Heyganesi ella kanska í stovuni "har Frammi", har sum bygdafólkið kundi samlast til ymisk serhøvi. Johannes Didriksen, van- liga kallaður Hvítanes-Jó- annes, var tiltikin hegnis- maður, fyrst og fremst jarn- smiður, men eisini hand- verkaligur álitismaður í bygdini í so mongum øðr- um førum. Hann fekk nú eisini tað upp í hendur at passa myndatólið. Mamma greiddi frá, hvussu hugna- ligt og stuttligt tað var hjá teimum børnum at savnast til hesar myndasýningar, og ikki minst var tað skemti- ligt, tá ið brendi saman og slitnaði, og Hvítanes-Jó- annes mátti brúka allar snildir at fáa tað at mala aftur. Tá ið hóttafall kom á virksemið hjá abba - ikki minst av øvund og persón- ligum ágangi og forfylging vegna hansara tjóðskapar- ligu hugsjónir -, fall so mangt niðurfyri har í um- hvørvinum, eitt nú hetta at ljósmyndasýningarnar hildu uppat. Abbi hevði nógv samband við vin- mannin Jóannes bónda í Kirkjubø. Kanska var tað tann vegin, at Dia úti á Bø var komin í arbeiði hjá honum. Veit onki meira um hesar umstøður; men mær er nú sagt, at Dia, sum mín heimildarmaður meinti at hava verið á landbúnaðar- skúla, var m.a. óførur at handfara ross til pløgingar, sum ikki var vanligt tá. Bragdligur maður skuldi hann vera, og hann gjørdist tá eisini fyristøðumaður í arbeiðinum at fáa lagt tele- fonsamband út um landið - abbi fekk jú fyri egna rokn- ing lagt fyrstu telefonlinj- una í Føroyum úr Vest- manna til Havnar og hevði tey fyrstu árini hesa kon- cessión um hendur. Eftir hesa samvinnu við Ólav bónda fekk Dia so eisini tað burturúr, at hann kundi flyta kykmyndatólini við sær úr Vestmanna til Havn- ar og byrja sýningar í Tórs- gøtu. Áhugavert er at skoyta uppí, at tá biografurin "Dia Bø" í Tórsgøtu varð niður- lagdur, og Sjónleikarhúsið fekk hetta biografloyvi í 1947, komu gomlu mynda- tólini aftur til Vestmannar. Tað var Ásmundur á Rógvu, sum tá fór undir myndasýningar í Dansi- stovuni har í bygdini. Og hevur onkur hug at hóma aftur á henda tátt í Vest- manna søgu, so eru tólini í dag til skjals á Vestmanna Bygdarsavni. Mangt og hvat kundi ver- ið at fest á blað um merkis- mannin Ólav á Heygum í Vestmanna. Høvi var fram til fyri 10-15 árum síðan at komið á tal við fólk, sum høvdu kent Ólav bónda. Hetta høvið varð tíverri ikki nóg væl nýtt - kanska eisini tí, at hansara lagna var ein so sár søga at nema við. Men um onkur, lesandi hesar reglur, skuldi komið í huga um okkurt áhugavert um mannin - tað kann vera bæði til tað positiva og tað negativa, tí hann var ein kontroversiellur persónur - ella kanska hevur okkurt aktuelt skjal liggjandi - abbi hevði m.a. handils- samband við so nógvar bygdir -, so hevði eg verið takksamur at frætt um tað. Mín telduáskrift er olavasa@post.olivant.fo telefonnummarið er 31 18 19 og bústaðurin Heiða- vegur 18 í Havn. Ólavur Hátún Føroya fyrsti biografur Hósdagin 10. februar fylti Signar á Brúnni í Fuglafirði 60 ár. Hann er vælkendur um landið sum løgtings- maður og landsstýrismaður í til- samans 28 ár. Signar er sonur Siggu og Jógvan Hansen í Fuglafirði. Hann hevur verið móðurloysingur frá fyrsta degi, tí mamman doyði í barsils- song við honum. Hann vaks tí upp hjá pápabeiggjanum, skiparanum Hans David Hansen, og konu hansara Kristiannu. Og væl man hann hava trivist, tí hann hevur roknað og kallað tey foreldur, og systkinabørnini Atla og Katrinu hevur hann kallað systkin. Signar er útbúgvin lærari og var fyrst lærari á Strondum í fýra ár. Síðani hevur hann havt fast starv í Fuglafjarðar Skúla. Boð hava tó verið eftir honum at vera skúla- leiðari í styttri skeið á Eiði, í Lor- vík og í Vestmanna. Tað sigur eitt sindur um tað álit, sum skúla- myndugleikarnir hava á honum, at hann hevur verið boðsendur, tá á stóð. Eisini er hann ítróttamaður og spældi við á 1. liði hjá ÍF í mong ár. Hann var góður spælari. Vit báðir Signar komu at kennast, tá hann 25 ára gamal varð valdur inn á ting í 1970 fyri Tjóðveldis- flokkin í Eysturoynni. Hann var tingmaður til 2002, tá hann ikki stillaði uppaftur, tó árini 1980-84 undantikin. Hann læt varamann møta fyri seg á tingi tey trý umfør- ini, hann var landsstýrismaður í 1989-90, 1993-94 og 1998-2000. Av øðrum álitisstørvum kann nevn- ast, at hann var limur í Landsskúla- ráðnum í 12 ár og í Mentanar- grunninum í 16 ár. Signar hevur víðan sjónarring og hevði tí eisini sum politikari áhuga fyri øllum samfelagsmálum, men serligan áhuga hevði hann fyri skúla- og mentanarmálum. Hesi mál umsat hann í fleiri umførum sum landsstýrismaður. Tey torføru árini 1993-94 hevði hann eisini kommunumál um hendi, og tað var ikki tað lættasta at umsita tá. Tað var hansara hugskot at stovna ein kommunalan láns- og veðhalds- grunn, eins og hann eisini setti bæði hámark og lágmark fyri kommunalu skattaprosentunum. Hann gloymdi heldur ikki tað valdømið, hann umboðaði, Eystur- oynna. Altíð fúsur at styðja, tá tann oyggin skuldi hava okkurt. Og útbyggingin av studenta- og hand- ilsskúla á Kambsdali var eitt av hansara hjartamálum. Signar er ikki givin heilt sum politikari, hóast hann ikki situr á tingi longur. Á seinasta kommunu- vali varð hann valdur inn í býráðið í Fuglafirði, og har er hann við í einari breiðari samgongu. Signar er álitismaður og góður vinur. Politiskt hevði hann eitt tev sum fáur og dugdi í allari stillheit at fáa sítt ígjøgnum. Hann veipaði ikki nógv við ørmunum, og harð- mæltur var hann heldur ikki, men at fáa úrslit, tað dugdi hann. Signar er giftur við Gunnvør av Skipanesi, dóttir, Marin og Andreas Skipanes. Gunnvør og Signar búgva í Fuglafirði og eiga børnini Hans David, Marin og Jógvan Andreas og ommu- og abbabørnini Jákup, Barbu Signar. Hjartaliga tillukku, Signar, ynskja Ása og eg! Finnbogi Ísakson Signar á Brúnni 60 Sunnudagin 13. februar 2005 fyllir Niels Olgar Joensen í Sandavági 50 ár. Niels Olgar er føddur og uppvaksin í Sanda- vági. Foreldrini, Hjørd- is, f. Heinesen, og Finn Joensen, eru bæði úr Sandavági. Eftir loknan barna- og realskúla fór Niels Olgar til Havnar, og tók hann studentsprógv í Hoydøl- um. Ætlanin hjá honum var at lesa til verkfrøð- ing, men hann fór heldur at hjálpa pápanum í fyritøkuni við hýrivogn- um, lastbilum og buss- um. Seinni yvirtók Niels Olgar sjálvur fyritøk- una, sum eisini rekur Ferðamannheimið á Giljanesi. Hann hevur verið virkin í fráhaldsrørsluni á Føroyum og var við til at stovna UTF (Ung- templarasamband Før- oya) og sat í nevndini har í mong ár. Hann er eisini limur í Javnaðarflokkinum og hevur verið stillari hjá flokkinum í Vágum. Niels Olgar syngur í Vágakórinum og Sanda- vágs Sangkóri. Hann er ein sera ar- beiðssamur maður, sum hevur tað best, tá hann hevur nokk at takast við. Niels Olgar er giftur við Sólvá, f. Jacobsen, úr Sandavági. Tey eiga trý børn, Heidi 20 ár, Brian 17 ár, og Fríð- finnur 5 ár. Føðinardagurin verð- ur hildin í heiminum í Sandavági leygardagin 12. februar. Opið hús verður frá kl. 18, og kl. 22 verður grannaveitsla. Niels Olgar Joensen 50 ár Ólavur á Heygum (1866–1923) Handilsvirkið hjá Ólavi á Heygum í Vestmanna