leygardagur 12. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 30 - 12. februar 2005
Í dag, 12. februar, fyllir kendur sanda-
vágsmaður 85 ár. Tað er Niels Marius
Petersen, sum er ein rættilig bygdarmynd
í Sandavági
Mestsum øll, ið hava vitjað bara nakrar
fáar tímar í Sandavági, munnu hava hitt
Niels Marius. Hendan fryntliga, práting-
arsama eldri mannin, ið undir føroyskari
húgvu og við sigar kemur spákandi eftir
gongubreytini og steðgar á og prátar við
hvørt menniskja, hann møtir.
Soleiðis er, tá ein hevur góða tíð og
framvegis vil vita, hvat gongur fyri seg í
bygdini.
Niels Marius Petersen fór sum so
mangur til skips á ungum árum. Men
hetta gjørdist tó ikki lívsstarv hansara,
hóast hann hevði við bátar at gera, tað
nakar í bygdini minnist. Hann smíðaði
bátar í ein mansaldur.
Hann gjørdi so nógv í ein mansaldur.
Tí trúgvur hevur hann verið í tí, hann
hevur tykist við. Hóast fleiri jørn vóru í
eldinum samstundis, bar til at røkja øll
hesi álitisstørv, hann hevur havt. Varð alt
lagt saman, hvørt starvið sær, og árini
løgd hvørt eftir annað, hevði hann ikki
staðið pettið til árs aftan fyri teir gomlu
knarkarnar, vit lesa um í Gamla Testa-
menti.
Bátasmiður ein mansaldur. Linjumað-
ur í fleiri ár. Vegformaður eitt manna-
minni. Røktingarmaður annan mans-
aldur. Bygdarráðslimur og -formaður í
eitt mannaminni. Nevndarlimur og for-
maður í Sandavágs Ítróttarfelag í áravís,
umframt eisini nevndarlimur í ÍSF. Og so
hevur hann lisið málarar av í Sandavági,
tað nakar minnist.
Niel Marius var á yngri árum í Noreg
og lærdi at leggja el-linjur, og hann ar-
beiddi eisini nøkur ár við tí, áðrenn hann
fór í starv hjá Landsverkfrøðinginum í
Vágum, har hann var formaður í nógv ár.
Var millum annað við til at gera lands-
vegin av Oyrargjógv til Bíggjar.
Hann smíðaði bátar í mong ár. Fyrst
saman við pápanum, og seinni einsa-
mallur. Millum annað smíðaðu teir báðir
feðgarnir tveir kappróðrarbátar til SÍF.
Fýramannafarið Ørnina og áttamanna-
farið Sandavágsbátin. Tað mundi vera í
fimtiárunum.
Niels Marius hevur í mong ár verið
álitið, tá eitthvørt skuldi hjálpast upp á
kappróðrarbátarnar hjá SÍF. Hann róði
sjálvur sum ungur og spældi eisini fót-
bólt. Fyri sítt arbeiði fyri ítróttarfelagið
er hann útnevndur heiðurslimur í SÍF.
Í bygdarráðnum í Sandavági er hann
ein tann, sum hevur sitið longst yvir-
høvur. Frá 1. januar 1946 út í eitt til 31.
december 1976. Árini frá 1958 til 1970
og aftur í 1975/1976 var hann formaður.
Niels Marius røktaði í meira enn 50 ár
í Oknadali. Ikki bilti at ganga har,
illgongt og bratt var heldur. Skorarnar
norðanvert Slættanes var hann við til at
røkja, og mangan verður á skoraferðum í
dag tikið til, tá hann skuldi bera ein
skaddan veðr úr Skorini og líka á lend-
ingina á Slættanesi. Tað er ikki smávegis,
og rættilig kempa skal til slíkt.
Eisini hevur hann onkuntíð verið til
fugla, hóast tað ikki varð gjørt so nógv av
tí í Sandavági.
Honum dámar væl at vera saman við
fólki, og enn møtir hann trúliga í dansi í
Vága Dansifelag hóast høga aldurin.
Hann er framvegis fastur fúsur í sínum
føroyska búna á ólavsøku. Plagar at taka
til, at hann gjørdi einaferð eitt sovorðið
kvettið á ólavsøku, at har má hann vera á
hvørjum ári, so leingi hann livir.
Niels Marius er giftur við Julionnu,
sum er úr Havn, og tey eiga trý børn.
Tvey búgva í Havn og eitt í Sandavági.
ej
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ein av hesum gomlu baksarunum, sum
ikki vil góðtaka, at verðin er broytt sein-
astu hálvu øldina, Eivind Gudmundsen í
Sandavági, fyllir 85 ár sunnudagin 13.
februar
Eivind flotnaði, tá hann var so frægur,
og hann fleyt, til knøini fóru undan, og
ikki var standandi á maskindúrkinum
meira. Men enn kemur neyvan »fartøj«
inn um Presttanga, sum hann ikki so ella
so skal hava eyguni eftir. Huginum bilar
einki.
Eivind fór til skips áðrenn seinna
heimsbardaga og sigldi eisini undir kríg-
num. Fekk at kenna álvaran í hesi tíðini,
tá einasti bróðurin, Gudmund, fórst við
Sólarris undir Íslandi. Men Eivind helt á
at sigla.
Hann var seinni í smiðulæru og á
maskinskúla. Og síni manndómsár sleit
hann á ymsum maskindúrkum. Bæði við
trolarum og línubátum.
Eivind var við, tá Sandavágs Trolara-
felag varð stovnað í seinnu helvt av fýra-
tiárunum, og trolarin Torkil Ønundarson
varð keyptur. Honum var hann so við, ta
tíð hann var í Sandavagi. Í 1952 var hann
við at stovna felagið Nípuna, sum keypti
trolaran Eiðiskoll, ið fekk stjørnunavnið
Venus. Eitt navn, sum fylgdi Eivindi alla
hansara reystastu tíð.
Trolarin Venus varð seldur seinast í
fimtiárunum, og Eivind var eitt stutt
skifti við øðrum skipum. Millum øðrum
línubátinum Gamla Andrasi. Hetta sum
liður í at læra slíkt skip at kenna, tí hann
hevði saman við øðrum í hyggju at lata
skip av sama slagi smíða í Noreg.
Í 1961 var Eivind í Noreg og hevði
eftirlit, meðan línuskipið Venus varð
smíðað. Og hetta skip gjørdist hansara
arbeiðspláss komandi nógvu árini.
Tíggju ár seinni, í 1971, var hann við
til at keypa Eirik Jall, sum fekk navnið
Mars. Mars hevur so verið í »familjuni«
til í seinastu viku, tá hann varð seldur til
Hósvíkar. Venus er enn nakað nær, hóast
hann eitt stutt skifti fyrst í nítiárunum
hevði heimstað í Miðvági.
Eivind var við Venusi til 1977, tá hann
fór við Mars. Og har var hann so, til hann
í 1983 mátti leggjast flatur og skifta bæði
knøini. Tá fór hann ikki aftur til skips.
Men frið bant hann ongan. Baksaði
altíð við eitthvørt. Bátar, kálvar, seyð,
dunnur, og sanniliga um ikki eitt ross
eisini einaferð var í húsinum. Men tað
átti ein av synunum, sigur hann.
Hóast høgan aldur og heldur vánaligt
gongulag, er hann framvegis klárur í erva
og fylgir rættiliga væl við, hvat skipini
gera. Enn veit hann, hvør er innan fyri
Tangan, og til teirra, sum á feltinum eru,
ringir hann javnan. Veit mestsum akku-
rát, hvussu nógvar kurvar eru í hvørjum
háli, og hvussu nógvar greipur hanga á
gelendaranum.
Og hann hevur ongar ætlanir um at
leggja inn enn. Hevur júst ognað sær ein
jeep afturat. Tí ein keitúr má hann sleppa,
tá hann ætlar sær tað.
Ella oman í Undirhúsið at spæla kort,
sum er tað stóra frítíðarítrivið hesa
myrku tíðina.
Tað er ikki keðiligt at kenna Eivind.
Bráður sum hann er, er einki við at bíða
við nøkrum, til tað liggur fyri at avgreiða
tað. Tá hann heldur, at tað skal gerast, so
er bara at vera klárur. Telefonin kann
ringja nær sum helst.
– Nú gamli. Nú manglar ein makkari.
Hann vil spæla kort, og um tú ert
staddur í Sørvági ella á Strondum ger tað
sama. Hann situr klárur at geva, tá tú
møtir.
Sambandsmaður er hann um ein háls
og vil hvørki síggja ella hoyra grett eitt
einasta orð um um fullveldi ella nakað av
tí slagnum. Tað kann ikki brúkast til
nakað sum helst, heldur hann uppá.
Eivind er giftur við Jonu, ið er av
Dunganum í Sørvági. Tey eiga níggju
børn, og eina rúgvu av ommu- og abba-
børnum. Øll børnini búgva í Vágum,
uttan ein dóttir, sum býr á Álandi.
Eivind og Jona eru burturstødd á
føðingardegi hansara.
ej
Niels Marius Petersen 85 ár
Eivind Gudmundsen 85 ár