leygardagur 12. februar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2005
17
Sosialurin hevur
tosað við nakrar av
politisku samstarvs-
feløgunum hjá Atla
Dam í politiska yrki
hansara
VANGAMYND
Marjun Dalsgaard
Svend Auken: – Stórt
tap fyri Føroyar
– Atli Dam hevði eitt polit-
iskt yvirlit, sum var heilt
ótrúligt, og hann hevði eina
klóka áskoðan á sambandið
millum Føroyar og Dan-
mark - nevnliga, at styrkja
Føroyar, so tær kunnu
gerast ein sjálvstøðugur
partur av ríkinum, sigur
Sevnd Auken, fólkatings-
limur og fyrrverandi for-
maður í danska Javnaðar-
flokkinum.
Auken hevur samstarvað
við Atla Dam í nógvum
ymiskum førum, men fyri
hann var Atli ikki bert ein
starvsfelagið.
– Atli var ein vinur fyri
meg, og eg havi mangan
vitjað heim hansara, bæði
tá ið hann búði í Suður-
oynni og í Tórshavn. Sein-
ast eg var í Føroyum í ar-
beiðsørindum, prátaðu vit
saman í fleiri tímar á skriv-
stovu hansara á Real-
kredittstovninum, og hóast
at hann var viknaður likam-
liga, var hann líka sterkur
andaliga. Aftanfyri hansara
álvarsama yvirbrá var eitt
heitt og humoristiskt menn-
iskja, sigur Svend Auken
og leggur aftrat, at hann er
sera glaður um at fáa høvi
at siga nøkur orð um Atla
Dam.
– At Atli er farin er eitt
stórt tap fyri Føroyar, sigur
hann at enda.
Poul Nyrup Rasmus-
sen: – Atli Dam setti
land sítt fram um alt
– Atli Dam stríddist fyri
sínum landi, og hann var
ein av teimum mest karis-
matisku politikarum, eg
havi hitt. Vit fara at minnast
hann, sum mannin, ið fekk
rættindini til oljuna í før-
oysku undirgrundini heim í
samstarvi við Poul Schlüt-
er. Eg veit, at hann sjálvur
metti hetta vera sína størstu
politisku ger, og hesum eri
eg samdur í, tað havi eg
eisini sagt við hann, meðan
hann enn var á lívi, sigur
Poul Nyrup Rasmussen og
leggur aftrat:
– Atli Dam setti gongd á
føroyska búskapin. Hann
hevur eftir mínum tykki
ofta verið fyri órættvísum
atfinningum, tí hóast før-
oyska samfelagið hevur
havt trupulleikar, millum
annað orsakað av altjóða
viðurskiftum og tupulleik-
um við fiskinum, stendur
eftir, at tá tú kemur til Før-
oyar í dag, kemur tú til eitt
nútímans land, vælútbygt
og við einum góðum infra-
strukturi. Atli var ein stórur
politikari, sum eg hevði
stóra virðing fyri. Tú kundi
altíð líta á hann – ein avtala
var ein avtala. Vit fara at
minnast hann sum ein
stóran javnaðarmann, sum
altíð setti land sítt fram um
alt. Hann var eisini ein
góður vinur, og hann hevur
uppiborið eina stóra tøkk
fyri alt tað, sum hann hevur
nátt. Hann stóð altíð stinn-
ur, og vit fara at minnast
hann, fyri alt hann hevur út-
int bæði í Javnaðarflokk-
inum, í Føroyum og í Dan-
mark.
Anker Jørgensen:
– Hann læt sær
ikki lynda
– Eg havi kent Atla Dam,
síðan hann var helt ungur,
sigur 83 ára gamli fyrrver-
andi forsætismálaráðharrin
Anker Jørgensen, og heldur
fram
– Hann var so øgiliga
stillur. Hann var støðugur
og róligur, men undir tí
stillisliga lá eisini eitt
temperament. Hann lat sær
ikki lynda, og hann var
aldri ein sligin maður – var
hann fyri ósigri, so sletti
hann tað av sær – rysti sær
á og helt síðan áfram við
sínum støðuga arbeiði.
Hann hevði sosialar hug-
sjónir, sum hann bar fram
uttan nakað hovasták. Hann
var trúðfastur, og ein mað-
ur, sum var sera veruleika-
kendur. Hann visti, hvat lat
seg gera og talaði beinleiðis
til fólk – eingi ”svink-
ørindi” – einki roks. Hans-
ara samband við danska
Javnaðarflokkin og Dan-
mark var møguliga ikki
stormandi, men tað var
hjartaligt, sigur Anker Jørg-
ensen at enda.
Hans Jørgen Jensen:
– Atli hevur lært
meg nógv
Hans Jørgen Jensen, fyrr-
verandi fólkatingslimur fyri
danska
Javnaðarflokkin,
hevur samstarvað við Atla
Dam í umleið 30 ár bæði í
politikki og í sambandið
við Realkredittstovnin, har
hann sat í stýrinum.
– Eg var skakaður, tá eg
hoyrdi, at Atli var farin. Tað
fyrsta, ið rann mær í hug,
var hansara stóra arbeiði í
sambandið við at fáa krígs-
pensjónina gjøgnumførda í
Føroyum, og hetta at hann
fylgdi pápa sínum í yrkin-
um – teir hava báðir gjørt
nógv fyri Føroyar. Hann
var eins og pápin ein av
teimum heilt stóru innan
politikk, sigur Hans Jørgen
Jensen.
– Atli var eitt hugnaligt,
heitt og deiligt menniskja.
Hann førdi seg ikki fram,
men hevði stóra ávirkan
bert við at vera til staðar.
Vit vóru ungir, tá vit hittust,
og eg vildi fram her í lívin-
um, hann lærdi meg, at tær
ikki altíð nýtist at seta teg
sjálvan í fokus fyri at vísa,
at tú er dugnaligur, sigur
Hans Jørgen Jensen og
leggur aftrat:
– Atli Dam var ein
dugnaligur politikari og
góður demokratur. Styrki
hansara var evnið til at
kjakast um tingini á sømu-
liga hátt, men ikki minst at
sláa ígjøgnum, tá ið nokk
var kjakað – og tá stóð hann
altíð stinnur við báðum
beinum plantaðum væl í
jørðini. Hann var fram-
síggin og hevði gott tak
bæði í sínum yrki sum
politikari og á Realkreditt-
stovninum.
Knud Heinesen:
– Atli var góður sam-
ráðingarfelagi
Knud Heinesen, fyrrver-
andi fólkatingslimur og
næstformaður fyri danska
Javnaðarflokkin,
hevur
mangan sitið í samráðing-
um við Atla Dam.
– Eg havi mangan hitt
Atla Dam í samráðingum,
og eg kendi hann sum ein
politikara, ið fylgdi reglun-
um og helt sítt orð. Okkara
samband var vinarligt og
merkt av góðum lagi. Eg
metti okkara samstarv høgt,
sigur Knud Heinsen
– Atli Dam var ein sosial-
demokratiskur politikkari
av gamla slagnum, sum
visti, hvat hann umboðaði
og hvønn, men hann vísti
kortini tann vilja til at
samráðast, sum skal til, fyri
at tú kanst vinna nakað úr-
slit, sigur Knud Heinesen.
Nyrup: Atli setti land sítt fram um alt
Atli Dam og Anker Jørgensen á 75 ára haldinum hjá Sosialinum
Atli Dam og Svend Auken eina hugnaliga løtu
Poul Nyrup Rasmussen og Atli Dam í Tinganesi
Hans Jørgen Jensen og Atli Dam