leygardagur 12. februar 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 30 - 12. februar 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Aftur eitt ljóðband
Arabiska sjónvarpsstøðin al-Jazeera sendi gjáranáttina
enn eina ljóðupptøku frá yvirgangsfelagsskapinum al-
Qaeda.
Hesaferð var tað egyptiski læknin Al-Zawahiri, sum
átti røddina, og sum vant var tað USA, sum fekk toyggið.
Al-Zawahiri, sum verður roknaður sum næsti maður
Osama bin Laden, bað muslimar søkja at sendistovum
hjá USA, Bretlandi, Avstralia og Noregi og hand-
ilsáhugamálum hjá hesum londunum. Hetta er ikki fyrstu
ferð, at Al-Zawahiri hevur hótt Noreg, sjálvt um landið
ikki hevur hermenn í Irak. Í oktober í fjør segði hann á
einum ljóðbandi, at Noreg er eitt lógligt álopsmál.
Al-Zawahiri legði afturat, at amerikanska frælsis-
átakið í Miðeystri er ikki annað enn eitt skálkaskjól.
Hann vildi vera við, at amerikanararnir vilja hava
frælsi til at kúga muslimsk lond, og at teir geva Ísrael
frælsi til at kúga palestinar.
Hava illgruna til
norðmenn
Svenska løgreglan heldur seg hava fingið vissu fyri, at
tað vóru menn úr Balkan-londunum, sum burturfluttu
handilsmannin Fabian Bengtsson í Gøteborg tann 17.
januar. Hann varð funnin aftur fjúrtan dagar seinni.
Svensk bløð skriva frá løgreglukeldum, at nakrir av
monnunum, sum løgreglan hevur illgruna til, eru
norskir ríkisborgarar og búgva í Noregi. Menninir eru
limir í einum bólki, sum fæst við rúsevnahandil, og
sum eftir øllum at døma stendur á odda fyri einum
stórum parti av rúsevnasøluni í vestara parti av Svøríki
og í Oslo, skrivar Aftenposten.
Eftir boðum frá svensku løgregluni tók løgreglan í
Eysturríki fýra menn, sum vórðu settir í samband við
burturflytingina, og ein teirra situr framvegis í varðhaldi
í Wien. Svensku myndugleikarnir hava biðið um at fáa
hann útflýggjaðan. Tað er komið fram, at maðurin, sum
er 27 ára gamal, var ikki í Svøríki, tá Fabian Bengtsson
varð burturfluttur, men svenska løgreglan heldur, at tað
var hann, sum legði burturflytingina til rættis.
Rúmdarsteinur fer
framvið
Vísindafólk siga seg nú vera komin eftir, at ein rúmd-
arsteinur fer fram við Jørðini fríggjadagin tann 13.
apríl í 2029.
Kanningarnar benda á, at rúmdarsteinurin, sum er
einar 400 metrar í tvørmát, verður 30.000 kilometrar
frá Jørðini, tá hann fer framvið, og tað merkir, at hann
verður nærri Jørðini enn fleiri av teimum støðugu
fylgisveinunum, sum vanliga eru 36.000 kilometrar úti
í rúmdini. Vísindafólk siga, at tað er eingin vandi fyri,
at rúmdarsteinurin rakar Jørðina. Hevði hann rakt Jørð-
ina, hevði bresturin svara til meiri enn 2.000 megatons
TNT, og benið hevði vrið einar fýra kilometrar í
tvørmát.
Tey, sum hava aldur til tað, kunnu kanska gleða seg til
tann 13. apríl í 2029, tí sambært vísindafólkunum fer tað
at bera til at síggja rúmdarsteinin, tá hann fer framvið.
Hitler fingið postkort
Starvsfólkini á høvuðsposthúsinum í Berlin vildu illa
trúgva sínum eygum, tá tey nú um dagarnar fingu eit 60
ára gamalt postkort saman við hinum postinum úr
útlondum.
Tað sermerkta við postkortinum var ikki bara aldur-
in, men eisini at postkortið var stílað til "To Fuehrer
Adolf Hitler, Reichstag, German Parliamant, Berlin,
Germany". Tað stóð ikki, hvør hevur sent kortið. men
tað er greitt, at tað er sent úr Onglandi í 1945.
Tann almenna viðmerkingin hjá týska postverkinum
er, at postkortið var so nógv seinkað, tí adressan hjá
móttakaranum var skeiv. Sendarin átti at brúka
adressuna "German Bundestag, 11011 Berlin", sigur
týska postverkið.
Hinvegin vil týska postverkið ikki upplýsa, hvat
stendur í kortinum til Adolf Hitler.
Tað verður sum í Helviti
Iranska prestastýrið
slakar ikki fyri trýsti
úr Evropa og USA,
men hóttir við "ein-
um brennandi helv-
iti", verður landið
álopið
IRAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyrradagin vóru 26 ár liðin
síðani kollveltingina í Iran,
og í einari røðu nýtti Mo-
hammad Katami, forseti,
høvi til at minna fólkið á, at
fíggindin hóttir við álopi
fyri at fáa iranar at gera,
sum Vesturheimurin sigur.
– Øll tann irakska tjóðin
fer at svara øllum hóttanum
og álopum. Koma álops-
menninir inn um mark
okkara, fara vit at svara
teimum við einum brenn-
andi helviti, segði forsetin.
Hann nevndi einki land,
men tað var eingin ivi um,
hvat mannfjøldin hugsaði.
– Amerika skal doyggja!
Amerka
skal
doyggja,
rungaði tað frá teimum
túsundtals áhoyrarunum.
Tær seinastu vikurnar
hevur George W. Bush,
forseti, hvest orðalagið, tá
hann hevur tosað um Iran,
og mikudagin segði hann,
at iranar mugu skilja, at
umheimurin
kann
ikki
góðtaka, at Iran fær sær
kjarnorkuvápn.
Amerik-
anska stjórnin heldur, at tey
evropeisku londini eiga at
leggja størri trýst á stýrið í
Teheran, og hetta var eisini
eitt av evnunum á Evropa-
ferðini hjá Condoleezzu
Rice, uttanríkisráðharra í
vikuni.
Vesturlendskir diplomat-
ar í Teheran siga við tíð-
indastovuna
Reuter,
at
vandin fyri einum amerik-
onskum álopi á Iran er lítil.
Harafturímóti bendir nógv
á, at Iran og trygdarráðið
hjá ST kunnu bresta saman,
tí ST er sera misnøgt við, at
leiðarin fyri iransku kjarn-
orkuverkætlanini
hevur
sagt, at Vesturheimurin
kann ikki steðga iransku
verkætlanini.
Amerikonsk bløð vildu í
síðsta mánað vera við, at
servandir amerikanskir her-
menn hava longu verið í
Iran og skrásett møgulig
bumbumál har.
Gloprarregn har
suðuri í Pakistan
hevði við sær, at ein
byrging skrædnaði.
Fleiri bygdir eru
skolaðar burtur.
ILLVEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Áhaldandi gloprarregn í
pakistanska landspartinum
Baluchistan gjørdi, at Sha-
dikor-byrgingin skrædnaði.
Myndugleikarnir siga, at
minst tjúgu fólk eru drukn-
að, men teir bera ótta fyri,
at talið er størri, tí umleið
700 fólk búðu í bygdunum,
sum vórðu skolaðar burtur,
tá byrgingin skrædnaði.
– Bygdirnar eru heilt
einfalt strikaðar av kort-
inum, segði ein talsmaður
hjá myndugleikunum í gjár.
Umleið 1.200 fólk eru
flutt burtur, og í gjár sendi
stjórnin hermenn at hjálpa
bjargingarliðunum.
Yvirhøvur hevur veðrið
verið ringt í Pakistan ta
seinastu vikuna við nógv-
um vindi, gloprarregni og
vátakava. Meiri enn hundr-
að fólk eru deyð, og nógva-
staðni eru vegirnir ímillum
teir stóru býirnar skolaðir
burtur. Nógvar brýr eru
eisini farnar.
Pakistonsku veðurmenn-
inir siga, at illveðrið er tað
ringasta seinastu sjey árini.
Fleiri bygdir skolaðar
burtur
Illveður við gloprarregni og vátakava hevur gjørt stóran skaða í Pakistan ta seinastu vikuna