leygardagur 12. februar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KÍ ætlast í fyrsta um-
farinum at skula fáa
vitjan av HB, meðan
tað er lagt upp til stríð
um Havnina, tá ið B36
í 27. og síðsta umfar-
inum skal eiga heima-
vøll ímóti grannun-
um, sum trý tey sein-
astu árini hava verið
meistarar, meðan B36
tvey tey seinastu árini
hevur vunnið silvur-
krónurnar
FÓTBÓLTSSKRÁIN
Jóannes Hansen
Einki punkt í skránni á FSF
aðalfundinum, sum verður
hildin í dag, snýr seg um
landskappingina í fremstu
deildini og tær broytingar,
sum ætlast at verða framd-
ar. Tá verður sæð burtur frá
uppskotinum um at strika
upp- og niðurflytingardyst-
irnar, sum Fótbóltssam-
bandið vil hava feløgini at
taka undir við í dag.
FSF og kappingarnevnd-
in hava gjørt av, at lands-
kappingin í bestu deildini í
ár skal økjast við 50 pro-
sentum. Í staðin fyri átjan
skulu í fremstu deildini
spælast 27 umfør. Onkrar
røddir hava undrast og
spurt, hví hetta hevur havt
sovornan skund, tí tað
hevur ikki verið mett, at
málið hevur verið liðugt
viðgjørt. Tað eru FSF og
kappingarnevndin
ikki
samd við teimum undrandi
í, og uppskot til kappingar-
skipan fyri nýggja og víðk-
aðu kappingina er gjørt.
Um kappingin verður so-
leiðis, sum uppskotið legg-
ur upp til, so fer B36 í 27.
og síðsta umfarinum, sum
er sett at vera 22. oktober,
at eiga heimadyst ímóti
grannunum í HB. B36 hev-
ur tvey tey seinastu árini
vunnið næstfremsta pláss-
ið, og HB hevur verið
meistari tríggjar tær sein-
astu ferðirnar. Hinir fýra
dystirnir í síðsta umfarin-
um ætlast at verða hesir:
Skála-GÍ, VB-EB/Streym-
ur, ÍF-TB og KÍ-NSÍ.
Fyrsta umfarið er sett at
vera 28. mars, sum er 2.
páskadagur. Tá er ætlanin, at
tey bæði feløgini, sum í fjør
fóru um tey hundrað, skulu
hittast í Klaksvík. Umframt
KÍ-HB eru hesar uppgerðir
á skránni 28. mars: VB-ÍF,
GÍ-EB/Streymur, Skála-TB
og B36-NSÍ.
2. umfarið ætlast at verða
spælt 3. apríl, og tá ætlast
skráin at síggja soleiðis út:
KÍ-VB, HB-NSÍ, TB-B36,
EB/Streymur-Skála og ÍF-
GÍ.
Síðsta umfarið undan
summarsteðginum,
sum
verður tað 17., ætlast at
verða spælt 17. juli, og
fyrsta umfarið eftir summ-
arsteðgin er á skránni 7.
august.
Ætlanin er, at fyrsta um-
farið í 2. deild skal spælast
30. apríl. Tá sær skráin so-
leiðis út: B36-B68, Royn-
FSV, AB-B71, LÍF-Sumba
og GÍ-HB. Átjanda og
síðsta umfarið í næstbestu
deildini er ásett at vera 22.
oktober. Tá sær skráin so-
leiðis út: B36-FSV, Royn-
B71, AB-Sumba, LÍF-HB
og B68-GÍ.
Møguleiki er at
viðgera málið
Hóast spurningurin um
landskappingina ikki er á
aðalfundar skránni, so er
møguleiki fyri, at málið
kann verða viðgjørt á aðal-
fundinum, um tað eru nóg
nógv feløg, sum ynskja tað.
Sambært grein sjey í lóg-
unum fyri Fótbóltssamband
Føroya, sum tað eitur í
skipanini, so ber hetta til.
Har verður sagt, at uppskot
um mál at seta á skránna
skulu vera FSF í hendi í
seinast lagi 14 dagar fyri
aðalfundin. Men so verður
lagt afturat eitt sindur
seinni í somu grein, at mál,
ið ikki standa á skránni,
kunnu verða tikin til við-
gerðar og avgjørd, um tveir
triðingar av umboðsfólk-
unum játta tí.
Í FSF hevur fatanin ver-
ið, at tað er rætturin og
ábyrgdin hjá nevndini at
leggja kappingarnar til
rættis, og at hetta ikki er ein
spurningur, sum eigur at
verða viðgjørdur á aðal-
fundinum. FSF heldur seg á
fundinum við feløgini í
heyst at hava fingið upp-
bakking til at broyta kapp-
ingina. Orðaskiftið í vetur
hevur bent á, at hesum eru
ikki øll feløgini samd við
leiðsluni í FSF í, og so fæst
at síggja á aðalfundinum í
dag, hvussu hetta fer at laga
seg.
Nr. 30 • leygardagur • 12. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
B36 og HB hittast í síðsta umfarinum
Tað líkist einum braki, tá
B36 og HB í 27. og seinasta
umfarinum av
landskappingini hittast í
Gundadali
Eingi mótvalevni eru,
og tí er tað undan
fundinum greitt, at
næstformaðurin og
tveir nevndarlimir
verða afturvaldir á
FSF aðalfundinum í
dag
FSF AÐALFUNDUR
Jóannes Hansen
Talan verður um friðarval,
tá ið punkt fýra verður á
skránni á aðalfundinum hjá
Fótbóltssambandinum.
Ársaðalfundurin verður í
FSF
húsinum
klokkan
tíggju fyrrapartin í dag.
Fleiri av málunum, sum
snúgva seg um broytingar í
kappingarreglunum
fyri
fótbólt, og sum FSF hevur
lagt fyri aðalfundin, hava
verið
umrødd
her
á
síðunum fyrr í hesi vikuni.
Seinastu árini hevur ikki
sørt av turbolensi verið, tá
ið nevndarval hava verið
fyri. Soleiðis verður tað
ikki
í
dag.
Sambært
skránni fyri aðalfundin,
sum FSF 4. februar sendi
feløgunum, so verður sagt,
at eingi uppskot eru komin
til FSF uttan at endurvelja
nevndarlimirnar, sum allir
taka við afturvali.
Talan er um næstfor-
mannin, Niklas á Líðar-
enda, sum hevur sitið í
sessinum tvey tey seinastu
árini, og nevndarlimirnar
Jens Erik Magnussen og
Karl Vidtfeldt. Jens Erik
Magnussen hevur verið í
FSF nevndini nógv tey
flestu av teimum 26 árun-
um, sum sambandið hevur
verið til, og Karl Vidtfeldt
hevur eisini mong ár á baki
í FSF.
Áður valdaði altíð spenn-
ingur um nevndarvalið, inn-
til tað var avgreitt. Tað bar
fundarluttakarunum til at
leggja uppskot um nevndar-
limir fyri sjálvan fundin,
uttan at tað var neyðugt at
boða frá hesum framm-
anundan. Soleiðis er tað
ikki longur. Uppskot skulu
sendast FSF innan ásetta
tíð. Men tað hevur eingin
gjørt hesa ferð, og tískil fer
FSF nevndin at hava somu
manning eftir aðalfundin,
sum hon hevur havt undan
aðalfundinum.
Eingin bjóðar av