Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 30 - 12. februar 2005 Vit hava finaluroyndirnar Liðskiparin hjá TB, Maja Popovic, heldur tað verða ein fyrimun hjá teimum, at tær hava fleiri royndir enn Mjølnir við at leika steypafinalu STEYPAFINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kappingarárið í ár er tað fjórða hjá Maju Popovic í Føroyum, og steypafinalan í dag er tann fjórða á rað hjá henni og TB, og allar hinar hava tær vunnið. Júst hetta, at TB-kvinnurnar hava so drúgvar royndir við steypafinalur, heldur Maja verða ein fyrimun hjá teimum. Bestu áskoðarar í landinum Maja Popovic sigur seg vænta nógvar áskoðarar av Tvøroyri til dystin. TB hevur gjørt av at gjalda ferðaseðilin við Smyrli fyri áskoðararnar, og Maja sigur, at hon væntar, at tað verða einir 200 TB- áskoðarar til finaluna. – Vit hava bestu áskoð- arar í landinum. Teir larma ræðuliga nógv, og tað gera teir altíð, tá ið vit spæla, so vit eru vanar við tað. Hinvegin kann tað kanska órógva mótstøðuliðið, sigur hon. At spenningurin er stórur á Tvøroyri undan finaluni, er lítið at ivast í, og Maja Popvic sigur, at spælararnir eru eisini sera spentir til dystin. – Vit hava vant sum vanligt hesa vikuna, men kanska hevur venjingin verið eitt sindur harðari. Harafturat hava vit eisini vant onkra servenjing út frá tí, at mótstøðuliðið er Mjølnir, sigur hon. Allir leikararnir hjá TB eru klárir til finaluna, sum Maja Popovic væntar gerst sera spennandi. Flogbólturin í framgongd – Eg haldi, at tað er 50-50, hvør ið vinnur finaluna. Tað liðið, sum hevur tann betra dagin vinnur, og tá ið tað eru júst hesi bæði liðini, so veitst tú ongantíð, hvat tú kanst rokna við, sigur hon. Maja Popovic sigur tó, at hon ivast ikki í, at talan verður um bestu finaluna nakrantíð, tí flogbólturin hevur eftir hennara tykki tikið seg nógv fram. – Kappingin í ár er nógv harðari, enn hon hevur verið, og eg haldi, at liðini gerast sterkari fyri hvørt ár, sum gongur. Tey árini, ið eg havi verið í Føroyum, hevur flogbólturin her á landi tikið seg nógv fram eftir mínum tykki, sigur hon. Spurd, hvat hon væntar, at úrslitið av finaluni verð- ur, sigur Maja Popovic. – Eg vænti ein javnan dyst, men vit fara at vinna, og helst verður úrslitið 3-1 til okkum, sigur TB-liðfor- maðurin, sum í dag kann tryggja sær fjórða steypa- sigurin á rað. Undir øllum umstøðum kann roknast við eini spennandi finalu, har tvær trúfastar áskoðarafjøldir ávíkavist úr Klaksvík og av Tvøroyri fara at stuðla sínum liði. Lagt er upp til eina spennandi steypa- finalu hjá kvinnum millum Mjølnir og TB. Báðir partar eru samdir um, at tað verður dagsformurin, ið verður avgerandi STEYPAFINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Steypafinalan hjá kvinnum í flogbólti verður sam- stundis ein dystur millum tey bæði fremstu liðini í meistaradeildini hjá kvinn- um. Mjølnir og TB hava verið tey bæði liðini, sum seinnu árini hava myndað oddin í føroyskum kvinnu- flogbólti, men í steypa- kappingini er tað serliga TB, ið hevur gjørt vart við seg. Finalan í ár er nevnliga fjórða finalan á rað, har TB er annað liðið. Alt skal koyra Ein av royndastu leikarun- um hjá Mjølnir er Margit G. Joensen. Hon sigur, at talan er um tvey sera jøvn lið, sum hittast í finaluni. – Bæði vit og TB hava góðar smasharar og góða verju, og tað eru tvey ógvu- liga jøvn lið, sigur Margit. Hon heldur tó, at kanska hevur TB ein fyrimun í tí, at tær hava verið oftari í final- uni, men Margit sigur tó, at eftir hennara tykki er tað ikki nakað av liðunum, ið kann metast sum favorittur til at vinna finaluna. Spurd, um tær hava gjørt nakrar serligar fyrireikingar til finaluna, sigur Margit: - Tað hava vit ikki. Vit hava vant sum vanligt, men sjálvandi hevur venjingin eisini verið lagað eftir mót- støðuliðnum, tí tað er hon altíð. Til finaluna móti TB hava vit so vant nógv verju- systemir, sigur hon. Tá ið vit spyrja hana, hvat ið skal til, um Mjølnir skal gerast steypavinnari, sigur Margit G. Joensen, at so skal alt koyra hjá teimum. — Móttøkan skal rigga, og álopið skal rigga, tí tað eru tvey so jøvn lið, at tað verð- ur dagsformurin, sum verð- ur avgerandi, sigur Margit. Fyllir ár á finaludegnum Dagurin í dag, sjálvur fin- aludagurin, er eisini føð- ingardagurin hjá Margit, og hon dylur ikki fyri, hvat ið hon ynskir sær í føðingardagsgávu. – Mítt størsta føðingardagsynski er at gerast steypavinnari. Steypafinalan er nakað heilt serligt og stórt fyri okkum flogbóltsspælarar, og ikki minst karmarnir gera sítt til, at tað er nakað heilt stórt, sigur Margit, sum heldur tað verða ein heiður at sleppa at spæla steypafinalu, og at tað er gott fyri flogbóltin, at so nógv verður gjørt burtur úr finaluni. Allir leikararnir hjá Mjølnir tykjast verða klárir til finaluna. Lena í Búð hevur havt ein skaða í fótin- um, men farna vikuskifti var hon eina løtu á vøllin- um, og roknað verður fyri vist við, at hon verður við í finaluni í dag. Sterki út- lendski leikarin, Zacki, sum hevur verið uttanlands, skuldi eftir ætlan koma aftur til Føroya í gjár, og tí verður hon eisini við aftur, greiðir Margit G. Joensen frá. Spurd, hvat hon væntar úrslitið verður, sigur Marg- it, at hon væntar ein sera javnan dyst, sum kanska gerst ein fimm-settari, sum Mjølnir at enda vinnur. Dagsformurin avgerandi Talan tykist verða um eitt brak millum tey bæði fremstu kvinnuliðini í landinum, tá Mjølnir og TB enn einaferð hittast í steypafinaluni