leygardagur 12. februar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2005
21
Liðskiparin hjá SÍ,
Jón Nielsen, heldur, at
liðið hjá sørvingum
er so mikið væl fyri í
ár, at teir verða ringir
hjá klaksvíkingum at
taka í finaluni.
STEYPAFINALA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sørvingar hava gott sjálvs-
álit undan steypafinaluni
hjá monnum í flogbólti í
dag. Sørvingar eru greitt á
odda í landskappingini, og
alt bendir á, at teir fyri
fyrstu ferð í søgu felagsins
gerast føroyameistarar í
mansflogbólti. Gongur tað
sum liðskiparin hjá SÍ, Jón
Nielsen, ætlar, so gerast
sørvingar greipuvinnarar í
ár, nú felagið fyllir 100 ár,
og fyrsta stigið til at røkka
tí málinum er at gerast
steypavinnari í dag.
Koyrir væl í løtuni
– Vit eru ómetaliga væl fyri
í ár, og tað koyrir ótrúliga
væl hjá okkum í løtuni,
sigur Jón Nielsen. Sjálvur
hevur Jón verið á besta
liðnum hjá SÍ í nógv ár, og
hann er ikki í iva um, at
liðið, sum sørvingar hava í
ár, er tað besta liðið, ið teir
nakrantíð hava havt.
– Vit hava góða rutinu,
góða breidd, og sjálvsálitið
hjá okkum hevur ongantíð
verið so gott sum nú. Skulu
vit gerast steypavinnarar,
so er árið í ár tað rætta, tí
vit hava ongantíð verið bet-
ur fyri, sigur Jón Nielsen.
Fólk flest siga, at sørv-
ingar eru greiðir favorittar
undan finaluni, og tann
leiklut hevur Jón einki
ímóti at hava. — Tað verður
ofta sagt, at tað er so
keðiligt at verða favorittur,
men vit átaka okkum fegnir
tann leiklut. Eg haldi eisini,
at vit í ár hava mentalu yv-
irvágina á klaksvíkingum,
tí vit hava vunnið allar
dystirnar ímóti teimum í
hesum kappingarárinum,
sigur liðskiparin hjá SÍ.
Spurdur hvat skal til, um
SÍ skal vinna dystin, sigur
Jón Nielsen: – Skulu vit
vinna, so er tað neyðugt, at
vit sleppa at spæla okkara
spæl. Tað vil siga, at vit
spæla í høgum tempo,
hægri enn hvat hini liðini
eru von við at spæla, tí so
klárar Mjølnir ikki at fylgja
við, sigur hann.
Fleiri bussar úr
Sørvági
Leikararnir hjá SÍ hava ikki
gjørt nakað serligt burtur úr
fyrireikingunum til dystin í
dag, og venjingin hevur
verið sum vanligt. Men
fólkini uttan fyri vøllin fara
at gera nógv burtur úr í dag.
Byrjað verður við, at tað
verður morgunmatarborð í
SÍ-húsinum, har fólk eisini
verða málað, greiðir Jón
frá. Nakað undan sjálvari
finaluni fara tríggir fullir
bussar av fólki til Havnar,
so tað er lítið at ivast í, at
sørvingar verða dyggiliga
stuðlaðir av sínum bygdar-
monnum í finaluni.
Jón Nielsen sigur, at árið
í ár hevur verið serstakliga
hugaligt, og at hugurin hjá
monnum bæði at spæla og
venja hevur ongantíð áður
verið so góður.
Um SÍ í dag gerst steypa-
vinnari, so hava teir bert
fyri neyðini at vinna tveir
dystir í landskappingini,
áðrenn teir kunnu rópa seg
greipuvinnarar,
og
tað
hevði óivað verið besta
føðingardagsgávan, ið fel-
agið kundi ynskt sær.
Ein tann royndasti
leikarin á mansliðn-
um hjá Mjølnir er
Trygvi H. Poulsen.
Hann sigur, at tað eru
sørvingar, sum eru
favorittar í mansfin-
aluni í dag
STEYPAFINALA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sigursvanda mansliðið í
flogbólti hjá klaksvíkingum
noyðist í steypafinaluni í ár
at taka til takkar við at
verða tað, sum á altjóða
málið verður rópt "the und-
erdogs". Tað vil siga, at
mótstøðuliðið er favorittur,
men tað hava teir einki
ímóti.
Vit skulu raka dagin
Trygvi Poulsen hevur verið
við í nógv ár, og hann
ásannar, at um Mjølnir skal
gera sær nakrar vónir um at
vinna steypafinaluna, so er
neyðugt, at teir spæla væl
betur, enn teir hava gjørt í
seinastuni.
– Vit hava als ikki spælt
nóg væl seinastu umførini,
og tað er kanska ein trupul-
leiki hjá okkum, at tað
hvílir ov nógv á teimum
bestu spælarunum. Skulu
vit vinna finaluna, so krev-
ur tað ein góðan liðinnsats
frá øllum spælarunum, og
so noyðast vit sum lið eisini
at raka dagin, sigur Trygvi.
Trygvi ásannar, at tað
verður ein trupul uppgáva
at basa sørvingum, tí teir
eru sera væl fyri í løtuni.
Hann heldur eitt nú, at
leikandi venjarin hjá sørv-
ingum, Rajko Petrovic,
ongantíð hevur havt eitt so
gott kappingarár sum í ár,
og tað er ein avgjørdur
styrkur hjá SÍ í ár.
– Teir eru sera sterkir í ár,
og tað er eingin ivi um, at
teir mugu metast sum
favorittar, tí teir hava verið
nógv tað mest støðuga liðið
í ár, sigur Trygvi Poulsen.
Steypakappingin kann
bjarga árinum
Alt bendir nú á, at SÍ fer at
gerast føroyameistari, og
Trygvi Poulsen viðgongur
eisini, at teir í Mjølnir hava
avskrivað
at
verja
meistaraheitið.
– Meistaraheitið er farið,
og tí er tað umráðandi hjá
okkum at vinna finaluna, tí
tað kann bjarga okkum
árinum, sigur hann.
Allir mans eru tøkir hjá
Mjølnir til finaluna, og
hóast onkur hevur havt
onkran smærri snudd at
dragast við, so er tað ikki
nakað, ið forðar fyri luttøku
í finaluni, greiðir Trygvi H.
Poulsen frá.
– Sjálvur vænti eg eina
javna og væl spælda finalu,
og vit gleða okkum at
spæla í teimum karmum,
sum eru til steypafinalurnar
í flogbólti, sigur Trygvi.
At tað verða nógvir
klaksvíkingar á áskoðara-
plássunum til finalurnar, er
Trygvi ikki í iva um.
Mjølnir er umboðað í bæði
kvinnu- og mansfinaluni,
og klaksvíkingar eru kendir
fyri at stuðla sínum ítróttar-
fólki dyggiliga kring alt
landið.
– Tað verður spennandi,
og tað hevði verið hugaligt,
um vit kundu farið norður
til Klaksvíkar aftur við
báðum steypunum, sigur
Trygvi H. Poulsen at enda.
Teir eru favorittar
Hóast úrslitið í fjør
bara var ein fjórðing
av tí, sum tað var í
2003, so fløddi tað í
kassanum hjá Fót-
bóltssambandinum
FSF AÐALFUNDUR
Jóannes Hansen
Tað gongur rætta vegin í tí
fíggjarliga hjá Fótbólts-
sambandinum, men talan
er ikki um tann ógvusliga
vøksturin, sum gjørdi seg
galdandi í 2003. Sambært
roknskapinum,
sum
nevndin hevur sent feløg-
unum undan aðalfundin-
um í dag, so fløddu í fjør
2,5 milliónir netto í kass-
an. Sammett við 2003 er
talan ikki um serliga gott
úrslit. Tá var yvirskotið
10,3 milliónir. At árini eru
ymisk kemst av, at út-
reiðslurnar í sambandi við
altjóða virksemið eru ym-
iskar frá ári og til ár, og at
inntøkurnar í sama sam-
bandi eisini eru ymiskar.
Men harafturat er tað ein
veruleiki, at fyrisitingar-
kostnaðurin er hækkaður
við tveimum milliónum
krónum.
Í fjør vóru samlaðu inn-
tøkurnar hjá Fótbóltssam-
bandinum 17,5 milliónir,
og samlaðu útreiðslurnar
vóru 15 milliónir krónur.
Eginpeningurin hjá FSF
er 18,4 milliónir. Størsti
parturin av hesum er FSF
bygningurin, sum sam-
bært roknskapinum um-
boðar 13,6 milliónir krón-
ur. Á bók eigur FSF 2,85
milliónir, og skuldararnir
telja 3,5 milliónir. Tað eru
ivaleyst pengar, sum FSF
eigur til góða hjá altjóða
felagsskapunum.
Samlaða skuldin hjá
FSF er 2,99 milliónir
krónur. Ætlanin er, at FSF
onga skuld skal hava um
fimm ár. Í 2005 fella 645
túsund til gjaldingar. Mest
sum øll FSF skuldin er til
Sportfive,
sum
hevur
keypt sjónvarpsrættindini
frá FSF, og til UEFA.
Altjóða virksemið
gav og tók
Tað hevur so ofta verið
sagt,
og
roknskapurin
staðfestir henda veruleik-
an. Tað eru inntøkurnar frá
altjóða virkseminum, sum
telja nógv mest. Samlaða
inntøkan var 17,5 milliónir
krónur. Fyri sendirættindi
fekk FSF í fjør 5,1 millión
frá Sportfive. Luturin frá
UEFA var 5,5 milliónir og
frá FIFA 1,6 millión krón-
ur. Fyri atgongumerkir
fingust
2,0
milliónir.
Landskassastuðulin
var
980 túsund, og luttøku-
gjøld v.m. 550 túsund
krónur.
Samlaðu útreiðslurnar
vóru 15 milliónir krónur.
Størsta einstaka útreiðslan
var til a- landsliðið. Kostn-
aðurin av tí var 5,4 milli-
ónir krónur. U-19 lands-
liðið kostaði eina millión í
fjør. Tað er fýra ferðir so
nógv, sum tað kostaði í
2003. Hini landsliðini kos-
taðu tilsaman 1,5 millión,
og virksemið hjá nevndun-
um kostaði íalt 1,5 milli-
ónir krónur.
Útreiðslurnar til starvs-
fólk í FSF, íroknað venjar-
ar og gjald til spælararnar,
og fyrisitingarútreiðslur-
nar annars vóru tilsaman
9,6 milliónir krónur. Hetta
er meiri enn tvær milli-
ónir meiri enn í 2003.
Umframt sáttmálaásettu
lønarhækkingarnar,
so
økti FSF í fjør um um-
sitingina. Tað varð gjørt,
tí arbeiðsbyrðan — ikki
minst orsaka av altjóað
virkseminum og minstu-
krøvunum frá FIFA — var
vorðin so stór.
Hálv triðja
millión í kassan
Vit verða ringir at taka
Seinastu tíðina hevur SÍ havt betra takið, men alt bendir
kortini á eina spennandi uppgerð, tá Mjølnir og SÍ hittast