Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 30 - 12. februar 2005 Sunnudagin skal breiddin í hópinum hjá oddaliðnum VÍF veruliga standa sína roynd, tá ið vest- menningar skulu inn á Skála at spæla móti StÍF í eini endurtøku av steypafinaluni farna vikuskifti ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eingin ivi er um, at tað var tað betra liðið, sum vann steypafinaluna farna leyg- ardag, tá ið StÍF og VÍF dystaðust. Strandingar vóru væl betur, og tað var týðu- ligt, at saknurin í teimum báðum Olsen-beiggjunum var stórur hjá VÍF. Nýggjur spælskipari Greitt er undan dystinum á Skála sunnudagin, at VÍF noyðist at verða brøðurnar Áka og Inga Olsen fyriutt- an, og harafturat er Áki G. Olsen eins og teir báðir fyrrnevndu eisini skaddur. Hetta hevur við sær, at VÍF noyðist at finna sær ein nýggjan spælskipara til dystin sunnudagin, tí van- liga er tað Ingi og onkuntíð Áki G., ið røkja hetta pláss. Mest upplagt er, at tað verður Daniel Rapa ella Agnar Joensen, sum koma inn á plássið. Helst verður tað Rapa, meðan Agnar so verður koyrdur á høgra bakkplássi hjá Áka. Á strikuni, har sum Agnar annars hevur húsast størsta partin av kappingarárinum, verður tað so ístaðin bróður Agnar, Johnny, ið fer at halda til. Skaðarnir hjá teimum trimum lyklaleikarunum hjá VÍF hava við sær, at breiddin á liðnum nú av álvara skal standa sína roynd. Staðfestast má eis- ini, at tað allarhelst bara verða heilt ungir leikarar, sum vanliga ikki fáa so nógva spælitíð á besta liðn- um, sum nú koma at fáa ein nógv størri og meiri týð- andi leiklut sum eykaleik- arar. Hjá StÍF er sjálvsálitið uttan iva í topp, eftir at liðið vann so mikið greitt á VÍF í steypafinaluni. Einki trýst er á strandingum, nú teir hava vunnið steypakapp- ingina, og tað kann verða ein stórur fyrimunur hjá StÍF, sum enn helst ikki eigur at verða avskrivað í kappingini um FM-gullið, hóast teir eru nakað væl aftan fyri fremstu liðini. Grannauppgerð í Havn Á Hálsi verður dystur mill- um tey bæði havnarfeløgini Kyndil og Neistan. Kyndil misti í seinasta leikumfar- inum oddasessin til VÍF, men teir tevja óivað blóð, nú teir hava frætt um skerdu manningina hjá vestmenningum. Tað er einki at taka seg aftur í, at tað er Kyndil, sum er favorittur sunnu- dagin, tí liðið hevur staðið seg nógv betur í ár, enn hvat grannarnir úr Neistan- um hava. Neistin hevur havt eitt serstakliga vána- ligt ár í mansdeildini, men hinvegin kann sigast, at liðið hevur havt eina ávísa framgongd í seinastuni, so ikki ber til at siga, at talan er um ein avgreiðsluspurn- ing hjá Kyndil, sum eisini hava verið eitt sindur óstøðugir í seinastuni. Tá ið Kyndil tapti fyri VÍF í Vestmanna í seinasta landskappingardystinum, vóru hvørki Finnur Hans- son ella Jakob Jónsson við á liðnum, men teir verða báðir óivað við sunnudagin. Treiskir kollfirðingar Seinasti dysturin í Atlantic Airways kappingini um vikuskiftið verður í Hoy- víkshøllini, har tey bæði liðini, ið hava heimavøll í høllini, H71 og KÍF, hittast. Kollfirðingar hava óivað verið mest positiva yvir- raskilsi í hesum kappingar- árinum, og púra óvæntað liggja teir nú á bronsu- plássinum. Við sínum eyðkenda stríðsanda og ágrýtna verjuspæli hevur KÍF ferð aftaná ferð í hesum kapp- ingarárinum brotið rútm- una hjá mótstøðuliðunum, sum hava havt sera ilt við at rokna kollfirðingarnar út. Ein av styrkunum hjá KÍF tykist eisini verða tað, at liðið sum so ikki hevur nakrar stórar "profilar", sum tað hvílir nógv á. Leik- ararnir eru javnt góðir, og allir geva teir seg fult út fyri liðið. H71 fekk í seinasta um- farinum ein kærkomnan sigur, tá ið teir vunnu á Neistanum, men avrikini hjá hoyvíkingum hava ikki verið serliga sannførandi í seinastuni. Hoyvíkingar hava tó enn møguleikan fyri at gera seg galdandi í kappingini um heiðurstek- in, og við tí fólkinum, sum H71 hevur at ráða yvir, er góður møguleiki fyri hes- um, men tað krevur so eis- ini, at teir fáa fulla úrtøku móti KÍF sunnudagin. Í øllum teimum fýra dystunum, sum eru í Sunset-kappingini hjá kvinnum um viku- skiftið, má annað lið- ið metast sum greiður favorittur SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tríggir av dystunum verða leiktir sunnudagin, meðan tann eini dysturin verður leiktur í dag. Tað eru VÍF og Stjørnan, sum í dag hittast í høllini í Vest- manna. Ikki ráð at snáva Tað er eingin ivi um, at Stjørnan er greiður favor- ittur móti VÍF. Hóast klaks- víkskvinnur gjørdust steypavinnarar seinasta leygardag, so eru tær óivað so mikið royndar, at tær vita, at tað ikki ber til at blíva við at liva í einum sigursrúsi, tí hvør dystur telur. Mangan hevur man hoyrt um, at lið hava havt ilt við at seta seg upp til ein dyst, beint eftir at tey hava vunnið eina steypakapping, men soleiðis verður neyvan hjá Stjørnuni í dag. VÍF hevur í seinastuni verið væl sterkari, enn hvat tær hava verið fyrr í ár, og tað var nær við, at tær í seinasta umfarinum tóku stig frá Søljuni á Giljanesi, men Søljan vann við einum máli. Lætt hjá VB Vágskvinnur hava uttan iva tann á pappírinum lættasti dystin um vikuskiftið. VB fær í Vági vitjan av Tjaldur, sum er avgjørda botnliðið í deildini, og sum enn hevur sítt fyrsta stig tilgóðar. Kvinnurnar hjá VB tykj- ast ógvuliga uppsettar upp á at gerast meistarar, og serliga eftir at tað kiksaði hjá teimum í steypakapp- ingini. Tjaldur stríðist framvegis fyri at fáa fyrsta stigið til høldar, men tað hevði verið einki minni enn ein sen- satión, um tað hendi sunnu- dagin í Vági. Á Skála fær StÍF vitjan av steypafinalistunum úr Neistanum, og her havnar- liðið greiður favorittur. Neistin megnaði ikki at koppa Stjørnuni í steypa- finaluni, men liðið beit væl frá sær, og tær hava brons- una at stríðast fyri í landskappingini. StÍF hevur hinvegin ikki tað stóra at spæla fyri. Liðið liggur í løtuni á ein- um sættaplássi í kapp- ingini, og alt bendir á, at har verða tær eisini liggj- andi restina av árinum. Seinasti dysturin verður á Hálsi, har Kyndil fær vitjan av Søljuni. Vágakvinnurnar hava staðið seg sera væl í ár, meðan tað hevur verið meiri misjavnt hjá Kyndil, sum liggur næstaftast í kappingini. Søljan liggur í løtuni á einum fjórðaplássi, men tær hava møguleika til at hótta bronsuplássið hjá Neistanum, og tað man verða lítið at ivast í, at um Søljan tryggjar sær brons- una í ár, so er kappingarárið hjá teimum sera væleydn- að. vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 1 1 - 0 - 0 477 295 182 15 2 Stjørnan 1 1 - 0 - 0 385 290 95 15 3 Neistin 1 0 - 0 - 1 420 337 83 10 4 Søljan 1 1 - 0 - 0 407 347 60 10 5 VÍF 1 0 - 0 - 1 350 351 -1 5 6 StÍF 1 0 - 0 - 1 340 401 -61 5 7 Kyndil 1 1 - 0 - 0 300 408 -108 5 8 Tjaldur 1 0 - 0 - 1 237 487 -250 0 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 4 3 - 0 - 1 419 378 41 14 2 Kyndil 4 2 - 0 - 2 417 340 77 12 3 KÍF 4 2 - 1 - 1 356 381 -25 9 4 StÍF 4 2 - 2 - 0 373 401 -28 9 5 H71 4 1 - 0 - 3 411 419 -8 7 6 Neistin 4 0 - 1 - 3 384 441 -57 4 Endurtøka av steypafinaluni Talan verður um eina endurtøku av steypafinaluni, tá VÍF sunnudagin vitjar á Skála Greiðir favorittar í øllum dystunum