leygardagur 12. februar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 • leygardagur • 12. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Aftur at samráðast
við danir
Síða 36–37
Í fýra vikur hava tey elstu børn-
ini á dagstovninum á Argjum
arbeitt við eini verkætlan um
fuglar. Tey hava verið úti í
náttúruni og hugt at fuglum, á
náttúrugripasavninum og sæð
útstappaðar fuglar, lært føroyskar
fuglasangir, teknað, málað,
arbeitt við pappmaché og gjørt
collagur.
Og í gjár settu tey krúnuna á
verkið, við eini framsýning fyri
foreldrunum.
Hansy Mouritsen, sum var ein
av verkætlanarleiðarunum sigur,
at hendan tíðin hevur verið
óalmindiliga lærurík.
– Tað byrjaði við, at Guðrið
Hansen, sum lesur í Íslandi kom
higar í praktikk. Her skuldi hon
so leiða eina verkætlan við
børnunum, og valið fall á fuglar.
Vit hava viðgjørt allar fuglar,
bæði føroyskar, fuglar í búri og
fuglar í Afrika, greiðir Hansy frá.
Í fýra vikur hava tey arbeitt við
evninum, og alla tíðina hava tey
arbeitt út frá støðinum hjá
børnunum.
– Tey hava tímað so ótrúliga
væl. Tí tey hava jú lært og
upplivað nakað øðrvísi, sigur
Hansy. – Tey vita nú um fjøru,
haga og bø , og hvørjir fuglar
búleikast hvar. Vit hava eisini
arbeitt við dálking, og hvussu tað
ávirkar fuglarnar, sigur hon.
Í gjár løgdu tey so seinastu
hond á arbeiðið, og bjóðaðu
foreldrunum og miðlunum á
framsýning. Foreldrini hava verið
sera spent at síggja úrslitið av
arbeiðnum, tí í fýra vikur hava
børnini tosað um fuglar. Á
framsýningini var bæði nakað
fyri oyrað og eygað, og Hansy
sigur, at okkurt tárið hómaðist,
so rørandi vakurt og væleydnað
var tiltakið.
– Fyrstu ferð vit arbeiddu á
henda hátt var í fjør, tá vit høvdu
evnið »Hagin«. Og hetta er
avgjørt nakað, sum vit fara at
gera aftur á hvørjum ári, tí hetta
er óalmindiliga gevandi, bæði
fyri børnini, okkum vaksnu og
foreldrini, sigur Hansy at enda.
Við í verkætlanini vóru 15
børn í 5-6 ára aldri. Guðrið
Hansen leiddi verkætlanina við
hjálp frá Hansy Mouritsen og
Bjørg Karsldóttir.
eys
Másin sigur pli pli pli...