Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Rókur Jákupsson Jakobsen - sang og gittar Jens Tummas Næss - bass og sang Hans Ravnsfjall - gittar og sang Henning Nicodemussen - trummur og sang Bólkurin All That Rain varð stovnaður í desem- ber mánað í 1999. Allir teir tríggir upprunaligu limirnir í bólkinum, høvdu verið partur av Kjølum frammanundan. Fyrstu tíðina var tað gittarspælarin Jens Marni Hansen, sum sang í bólkinum, og hann er eisini oddafiskur á tí mesta av útgivnað tón- leikinum hjá bólkinum. Í august mánaði 2001 fór Jens Marni úr bólki- num, og síðani hava tríggir sangarar roynt seg. Fyrst var tað nýggi gittarspælarin Hans Ravnsfjall, sum sang og spældi, síðani kom fyrr- verandi sangarin í Týr, Pól Arni Holm, upp í bólkin, og síðstu mánaðirnar hevur Rókur Jakobsen verið sangari í bólkinum. Hann hevur áður roynt seg í eitt nú Tangz og MC Hár. All That Rain endaði nummar tvey í Prix Føroy- um 2001, men teir vóru ikki við fyri tveimum árum síðani. All That Rain spælir rocktónleik, og nú eru teir farnir at syngja á føroysk- um burturav. Ári Rouch - sang og keyboard Rasmus Rasmussen - gittar Rólant av Reyni - gittar Magnus Hansen - trummur Hergeir Staksberg - bass Rockbólkurin Makrel hev- ur gingið sínar egnu leiðir síðstu árini. Bólkurin hev- ur verið serstakur í før- oyskum tónleiki, og tær báðar útgávurnar hjá bólkinum hava víst ein bólk, sum hevur funnið sín egna stíl – harður, men melodiøsur rocktón- leikur við einum eyðkend- um tóna. Makrel hevur spælt til nógvar konsert herheima, og teir hava eisini verið á ferð uttanlands. Teir hava spælt í Íslandi, og tvær ferðir hava teir verið á palli á spælistaðnum Vega í Keypmannahavn. Makrel royndi seg til Prix Føroyar fyri tveimum árum síðani, og tá end- aðu teir sum nummar trý í kappingini og fingu um- vegis kappingina møgu- leikan at spæla uttan- lands. Aftur í ár ætlar Makrel sær uttanlands at spæla, og okkurt er upp á tal til páskirnar og aftur í summar. Alice Simonsen - sang Tórfríð Davidsen - sang Terji Johannesen - gittar Jóhan Mikkelsen - gittar Uni Svabo Joensen - bass Høgni Ole-Jacobsen - trummur Marit Jacobsen - keyboard Vit eru Mmm og vit spæla melodiøsan rock. Vit hava spælt saman í fleiri ár, tó við ymiskum útskiftingum her og har. Bólkurin varð stovnað- ur í 1996. Síðani hevur manningin skift eitt sind- ur. Bólkurin byrjaði við tveimum forsangarum, fyri tveimum árum síðani var bara Alice í front, men nú er aftur tveir sangarar í bólkinum – Alice og Tórfríð. MMM hevur verið við í tveimum teimum sein- astu Prixnum, men uttan at koma víðari frá teimum innleiðandi umførunum. Nú royna tey seg aftur. Bólkurin spælir melodi- øsan rocktónleik við anda- ligum tekstum. Rannvá Jacobsen - sang Guðrið Hansen - sang og kassagittar Halltóra Henriksen - ljómborð Heðin Ziska Davidsen - el-gittar Niels Jákup í Jógvansstovu - bass Brandur Jacobsen - trummur pH 5,5 er ein nýggjur bólkur, um varð stovnað- ur í desember mánaði í fjør. Hóast onkrir av tón- leikarunum í bólkinum hava drúgvar royndir í føroyskum tónleiki, so er talan um eina nýggja samanseting av tónleik- arum. Teir tríggir tónleikarar- nir, sum leggja botnin í bólkinum, hava allir spælt í øðrum bólkum. Heðin Ziska Davidsen er millum fremstu gittarspælarar- nar her á landi, og Brandur Jacobsen er dugnaligur trummuspæl- ari, sum hevur givið fløg- ur út sjálvur. Niels Jákup í Jógvansstovu hevur áð- ur roynt seg sum bass- spælari í Prixnum. Afturat teimum eru tríggjar kvnnur við í bólki- num. Rannvá Jacobsen og Guðrið Hansen syngja, meðan Halltóra Henrik- sen spælir ljómborð. Teir spæla tíonleik, sum hevur fingið íblástur frá reggae, fólkatónleiki, blues, jazzi og eisini meira hørðum rocktón- leiki. Rannvá og Guðrið hava skrivað orð og løg, meðan øll í bólkinum hava verið við til at leggja tónleikin til rættis. Heri Trondesen - sang Rókur Heinesen - gittar Símun Skorastein - gittar Chris Shields - bass Christian Djurhuus - trummur Bólkurin Róp hevur verið til í umleið eitt ár, og teir hava spælt til konsertir í millum annað Losjuni í Gøtu, í Norðurlandahúsi- num og á G! festivalinum. Tónleikararnir í bólki- num hava áður spælt við í øðrum bólkunum – eitt nú var basspælarin Chris Shields við í rockbólkinum Krit í Prixnum fyri tveim- um árum síðani. Sangari í bólkinum er Heri Trondesen, sum eis- ini hevur roynt sína rødd í øðrum bólkum. Tað verður sagt, at Róp spælir harðan atmosfer- iskan rocktónleik – hørð riff og ja... róp. Men alt er blandað við vøkrum, mangan sorgblíðum løg- um og sangi. Brynjolfur á Heygum - syntheseizer, sampler, arr. Ludvík Breckmann - vokal Rúni Christiansen - gittar Sigurd Justinussen - trummur (live) Bólkurin Side Effect var stovnaður í 1999. Hann var við í Prix Føroyum bæði í 2001 og í 2003. Hvørgu ferðina kom bólk- urin víðari frá innleiðandi umfarinum, hóast hann var mettur sum slóðbrót- andi í fyrru kappingini. Bólkurin hevur skift manning fleiri ferðir síðstu árini, men høvuðs- menninir í bólkinum eru teir somu hesaferð, sum teir vóru fyri tveimum ár- um síðani. Brynjolfur á Heygum stendur fyri tí nógva av tónleikinum, meðan Lud- vík Breckmann leggur rødd til tónleikin. Side Effect hevur spælt techno-tónleik, men hesaferð fara teir at spæla nakað harðari tón- leik – teir kalla tað in- dustriellan elektroniskan rock í tí heilt harða enda- num. Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt til bólkin, síðani hann var við í Prix- num fyri tveimum árum síðani, men nú kemur hann undan kavi aftur. SEKS BÓLKAR VERÐA VIÐ Í 2. INNLEIÐANDI UMFARI Í MENTANARHÚSINUM Í FUGLAFIRÐI LEYGARKVØLDIÐ 12. FEBRUAR KL. 20.00 ALL THAT RAIN MAKREL MMM PH 5,5 RÓP SIDE EFFECT