Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Dómararnir til Prix Føroyar eru anonymir, tí teir skulu hava frið at døma, og tí viður- skiftini í Føroyum eru so smá, sigur Fróði Vestergaard, samskip- ari av Prix Føroyum DØMING Eyðun Klakstein, eydun@sosialurin.fo Einki Prix Føroyar uttan at dømingin í kappingini fær okkurt glepsið. Soleiðis er aftur hesaferð, og á heima- síðuni Pop.fo verður í hes- um døgum kjakast um, hvussu dømingin í kapping- ini er og kanska átti at ver- ið. Fólk eru ikki samd. Summi halda, at núverandi skipan er tann frægasta og mest praktiska, meðan onnur halda, at dómararnir skuldu verið navngivnir, og at bólkarnar skuldu fingið eina stutta meting av teirra framførslu. Eisini ummælarin hjá Sosialinum til fyrsta inn- leiðandi umfarið í Prixnum sóknaðist eftir eini grund- geving frá dómarunum um, hví teir døma, sum teir gera. – Tað er undrunarvert og margháttligt, at fyrireikar- arnir ikki krevja, at tey, sum døma, saman skulu orða nakrar heilt fáar linjur niður á blað, og síðani geva tað til teir ávísu bólkarnar, skrivaði Tór Verland Johan- sen í blaðnum mikudagin. Best við ónevndum dómarum Samskiparin av Prix Føroy- um, Fróði Vestergaard, hevur verið oddamaður í kappingini øll árini, og hann hevur fyrr upplivað, at kjak- ast hevur verið um døming- ina í kappingini. Hann heldur tó, at núver- andi skipan er góð og rætt- vís, og hann heldur, at dómararnir framhaldandi skulu vera anonymir. – Dómararnir til Prix Før- oyar eru anonymir, tí teir skulu hava frið at døma, og tí viðurskiftini í Føroyum eru so smá. Um fólk vita hvør dømir, verður ov nógv fokus sett á persónin í staðin fyri tónleikin. Tey flestu av teimum sum døma krevja eisini, at tey skulu verða anonym, tí okk- ara skipan leggur upp til hetta við individuellari døm- ing, sigur Fróði Vester- gaard. – Luttakarnir vita, tá ið tey melda til Prixið, at dómarnir vanliga eru ano- nymir. Undanfarnu kapping- ar – umleið 26 umfør um- framt 5 finalur – eru dømd- ar av anonymum dómarar. Hava úrslitini ikki verið í lagi, spyr Fróði Vester- gaard. Nógvir tónleikarar døma Dómararnir til Prix Føroyar verða valdir av umboðum fyri Norðurlandahúsið, Før- oya Undirhaldstónleikara- felag (FUT), Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya. Hesi velja sjálvir síni umboð til dómarabólkin. – Dómarnir eru fólk, sum hava tónleikaførleika, og tey eru í flestu førum virknir tónleikarar og hava breiða fatan av tónleiki. Tá dómar- arnir verða útnevndir, verð- ur atlit tikið til gegnisviður- skifti Tað vil siga, at vit hyggja eftir, um persónlig viðurskifti eru, sum tala fyri, at einstaki dómarin er ógegnigir. Hetta verður gjørt til hvørt umfar, sigur Fróði Vestergaard. – Tað finst nokk einki úrs- lit, sum øll folk í Føroyum eru samd um, men Prix Føroyar hevur sera nógvar dómarar, so tað átti at givið eina rímiliga døming. Døma hvør sær Fyrireikararnir av Prix Før- oyum leggja dent á, at teir 10 dómararnir, sum eru til hvørt innleiðandi umfar, døma hvør sær. Teir skulu ikki tosa við hvønn annan, meðan bólkarnir spæla, ella áðrenn teir hava latið sítt skoðsmál. – Tað er ein krevjandi uppgáva at døma til eitt slíkt tiltak, tí viðkomandi skal allatíðina lurta sam- svarandi teim krøvum, ið eru ásett til dømingina. Onkrir av dómarunum hava drúgvar royndir sum dóm- arar, meðan onnur royna seg fyri fyrstu ferð. Vit meta ikki, at tað er klókt at skifta allar dómararnar samstundis, tí royndirnar vísa at eisini, at henda dømingin krevur eisini venj- ing og royndir, sigur Fróði Vestergaard. Dómarnir vita tí ikki, hvat úrslitið er, fyrr enn frásøgu- maður kunnger hetta á pallinum. Dómarnir døma inviduelt og hava bara 10 prosent ávirkan á samlaða úrslitið. Eingin grundgeving Til fyrstu Prix Føroyar kapp- inginar høvdu áhoyrararnir ávirkan á úrslitið, men fyri nøkrum árum síðani fingu áhoyrararnir sekkin sum dómarar. – Aðrastaðni eru tað áhoyrarnir, ið avgera vinn- aran, men hetta meta vit ikki er nakað, sum altíð gevur tann rætta vinnaran. Hetta tí royndir vísa, at fokus beinanvegin verður flutt frá dygdarmetingini til eina lokal meting, tað vil siga hvaðani í landinum bólkarnir koma, heldur Fróði Vestergaard. Tað verður eingin grund- geving latin fyri dømingina til bólkarnar. Hví kunnu dómararnir ikki lata bólkun- um eina stutta meting av teirra framførslu? – Eg veit bara ikki, hvør av dómarunum skal gera metingina. Eg haldi, at best er, at journalistar, ummæl- arar og onnur koma við teirra egnu meting av tí sum hendi, sigur Fróði Vestergaard. DÓMARARNIR SKULU HAVA FRIÐ AT DØMA NÓGVIR VINNINGAR • Høvuðsvinningurin til Prix Føroyar 2005 er ein vika í danska Lundgaard Studios. Mentamálaráðið og Atlantic Airways lata vinningin. • Listastevna Føroya - august 2006 - bjóðar vinnaranum av Prix Føroyar kappingini at spæla á Listastevnuni 2006. • Jelling Musikfestival saman við Atlantic Airways - mai 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá Atlantic Music Event. • NIBE-Festival saman við Atlantic Airways - juni 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá At- lantic Music Event. • Ólavsøkukonsertin 2005 - Vinnarin og ein bólkur frá hálvfin- aluni í Suðuroynni verða tveir av bólkun- um á Ólavsøkukon- sertini. • G-Festivalurin - velur fyrst ein bólk frá hálv- finaluni í Suðuroy og minst ein Prix-bólk frá Atlantic Music Event. • Musikhuset VEGA í Keypmannahavn bjóð- ar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í VEGA í 2005. • Summarfestivalurin 2005 - velur ein bólk frá hálvfinaluni í Suð- uroy og minst ein bólk frá Atlantic Music Event. • Nipiaa Rockfestival í Aasiaat í Grønlandi - august 2005 - bjóðar í minsta lagi einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla á r o c k f e s t i v a l i n u m 2005. • AIRWAVES í Íslandi - oktober 2005. Møgu- leiki verður latin upp fyri at fáa føroyskar bólkar at spæla á Air- waves 2005. • »Peace & Love Festi- valurin« í Svøríki bjóð- ar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í Svøríki summarið í 2005. DØMINGIN 10 fólk – bæði menn og kvinnur – meta um avrikini hjá bólkunum í teimum innleiðandi umførunum. Tey skulu geva stig fyri hesar fimm tættir: • Framførsla. • Soloavrik innan sang og ljóðføri. • Samanspæl ella programmering. • Tónlistarligar dygdir yvirhøvur. • Aðrar dygdir. Dómararnir kunnu lata hvørjum bólki í mesta lagi fimm stig fyri hvørt av punktunum. Tað vil siga, at ein bólkur kann fáa í mesta lagi 250 stig. Fyri tveimum árum síðani var nógv kjakast um, hvør rockbólkurin Krit átti at vunnið eina innleiðandi kapping. Samskiparin av Prixnum heldur, at øll verða ongantíð samd um dømingina, men at núverandi skipan er góð. Mynd: Jens Kr. Vang