leygardagur 12. februar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Prixið er í ár skipað við
fýra innleiðandi kapping-
um, har tveir bólkar koma
víðari til eina hálvfinalu.
Frá hálvfinaluni verða
tríggir bólkar valdir til fin-
aluna í Prixnum, sum
verður partur av nýggja
tiltakinum, Atlantic Music
Event. Øll tey innleiðandi
umførini verða í Fugla-
firði, hálvfinalan verður á
Tvøroyri og finalan í
Norðurlandahúsinum
í
Havn.
1. umfar, 4. feb.
kl. 20.00
Go Go Blues · Paradox
Dimmi · SIC · DejaVu
Lama Sea
2. umfar, 12. februar
Ph 5,5. · Side Effect
All that Rain · Makrel
Róp · MMM
3. umfar, 26. februar
Eyðun Nolsøe · Lawetz
ROK · Direct Level
Frostbit · The Dreams
4. umfar, 5. mars
Braquet
Kristleif Zachariasen
Synarchy · EGR2PLZ
Terji Rasmussen Band
onkikanndiskuterast.alt-
kann
Hálvfinala, 2. apríl
Í hálvfinaluni verða tveir
teir bestu bólkarnir frá
hvørjum innleiðandi um-
fari. Burtur úr teimum
átta bólkunum, skulu
tríggir teir bestu veljast
til finaluna.
Finala, 23. apríl
Finalan í Prixnum verður
partur av galla-tiltaki-
num, sum verður kallað
Atlantic Music Event.
Tríggir bólkar kappast um
endaliga sigurin í Prix-
num. Umframt finaluna
verða aðrar tónleikafram-
førslur eisini.
Nýggir sangir
Í øllum teimum innleið-
andi umførunum verður
spælitíðin í mesta lagi 20
minuttir og í minsta lagi
15 minuttir. Tveir triðing-
ar av spælitíðini skulu
bólkarnir spæla sangir,
sum ikki eru givnir út áð-
ur.
Ferðsamband
Bussar koyra í sambandi
við øll tey innleiðandi um-
førini í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Bussar koyra
úr Vestmanna, Sundalag-
num,
Eiði,
Toftum,
Strondum og úr Havn.
Harafturat siglir strand-
faraskipið Sam úr Fugla-
firði til Klaksvíkar eftir
tær innleiðandi kapping-
arnar, um nóg stórur
áhugi er fyri hesum Serlig
atgongumerki til Prixið og
ferðaseðil til Sam fáast á
Kunningarstovuni í Klaks-
vík.
Á heimasíðuni hjá Prix
Føroyum - www.prix.fo -
eru fleiri upplýsingar um
ferðasambandið.
Ph 5,5 er navnið á
nýggjum bólki, har
kvinnurnar eru skap-
andi megin, men har
bólkurin annars allur
er við til at leggja
tónleikin tilrættis.
Bólkurin er samanset-
ing av ymsum tónleik-
arum við ymsari bak-
grund og hetta hoyrist
aftur í ymsu stílunum,
ið tónleikurin umboðar
PH 5,5
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Onkur kvinna hevur longu
verið á palli í Prix Føroyar
kappingini í ár. Men Ph virð-
ið broytist óivað munandi,
nú bólkurin Ph 5,5 kemur á
pall. Kvinnurnar telja helm-
ingin av mannigini og tá tað
ræður um skapandi kreftir-
nar, so føra kvinnurnar
pennin. Rannvá Jacobsen
og Gurið Hansen skriva orð
og løg.
Men manningin er í felag
um at leggja tónleikin til-
rættis.
Bólkurin sá dagsins ljós í
desember 2004. Tær báð-
ar høvdu hug at royna
heimagjørda tilfarið og
bólkurin kom nærum í av
tilvild, tí tað skerst ikki
burtur, at manningin er
sera ymisk og hevur ymsa
bakgrund og royndir.
Rannvá var við til at gera
fløguna Mura og Gurið hev-
ur óivað fingið gott í beinið,
upplýsir ein av royndaru
limunum í bólkinum, Heðin,
við einum smíli. Hon er
dóttir ein av guitarúrmæl-
ingunum í Føroyum, Hans
Karl Hansen.
At Heðin Z. Davidsen og
Brandur Jacobsen, tveir
kendir jazzarar, komu við er
tí, at teir vóru knýttir at
ætlanini við fløguni Mura.
Tá teir so komu uppí arb-
eiðið hjá Rannvá og Gurið,
so hildu teir hetta vera
áhugavert og stuttligt og at
teir sluppu at vera við til at
seta síni merki á tónleikin
gjørdi, at teir hildu fram.
Av tí at bakgrund og
royndir eru so ymisk, so er
tónleikurin eisini úrslit av
hesum. Hann er har, ið hesi
fólkini hittast á tónleikavølli-
num. Og tá tey hittast, so
snýr tað seg m.a. um
reggae, folk og kanska eis-
ini teknokendan tónleik.
Av tí at bólkurin er sera
nýggjur, so eru vónirnar ikki
um at koma víðari, hóast
tað sjálvandi er ein dreym-
ur. Men limirnir meta, at
ein góður mátari fyri, um
bólkurin er góður ella ikki,
eisini er, um bólkurin klárar
at halda áfram at vera til
aftan á Prix Føroyar kapp-
ingina.
KVINNURNAR Á PALL
Rókur Jakobsen hevur
verið ein av profilun-
um í Prix Føroyar tón-
leikakappingini, og
hesaferð skal hann
verða oddamaður í
bólkinum All That Rain.
Hann heldur, at tað er
spennandi at ganga
nýggjar leiðir
ATR
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
Rókur Jakobsen kom inn á
føroyska tónleikapallin sum
eitt stjørnuskot í 90'unum,
og í 1999 vóru hann og
restin av manningini í Tangz
eitt spennandi ískoyti til
Prix Føroyar tónleikakapp-
ingina.
Síðani
hevur
Rókur
Jakobsen verið við í Prix-
num hvørjferð, og hann
hevur samanlagt verið við
trimum ymiskum bólkum.
Leygarkvøldið fer hann aft-
ur á pallin til eitt Prix-um-
far. Hesaferð sum sangari í
All That Rain, ið ger come-
back í kappingini.
– Fyri meg er hetta
nýggjur tónleikur og nýggir
tónleikarar at spæla saman
við, og tað er spennandi at
ganga nýggjar leiðir og
royna nakað nýtt, sigur
Rókur Jakobsen.
Hann hevur eisini roynt
seg sum solist, og herfyri
vann hann singer/song-
writer kappingina, sum
Hafnia Lounge skipaði fyri.
Harðari tónleikur
All That Rain er bólkur við
royndum tónleikarum, og
teir hava eisini fleiri ferðir
roynt seg í Prix Føroyum –
fyrst undir navninum Kjølar
og síðani sum All That
Rain.
Teir hava verið ein tann
besti popprockbólkurin í
Føroyum seinastu árini,
men tónleikurin hjá teimum
er broyttur nakað, og All
That Rain anno 2005 er
ikki tað sama, sum fólk
hoyrdu í Prixnum fyri fýra
árum síðani.
– Eg haldi, at tónleikurin
er eitt sindur harðari nú,
tað er ikki so popput, sum
tað var. Harafturat eru eis-
ini eg og Hans Ranvsfjall
nýggir í bólkinum síðani
kappingina seinast, so tað
gevur eisini eitt annað ljóð,
sigur Rókur Jakobsen.
Syngja á føroyskum
Eitt annað, sum er broytt
við All That Rain, er, at nú
syngja teir á føroyskum.
Fyrr var teirra mál enskt,
og tað hoyrdist aftur í
sangunum og sást aftur á
heimasíðuni. Nú er alt
broytt til føroyskt.
– Eg havi altíð hildið tað
vera natúrligt at syngja á
føroyskum, men tað er ein
rímiliga breið semja í bólki-
num um, at vit nú skulu
syngja á føroyskum, sigur
Rókur Jakobsen.
Teir kendastu sangirnir
hjá All That Rain eru allir á
enskum, men teir hava tó
áður roynt seg á føroyskum
– við innspælingini av Føgru
Blómu, sum hevur verið
nógv at hoyrt í útvarpi.
Væ smurd maskina
Rókur Jakobsen kom upp í
All That Rain í fjørsummar,
og hann trívist væl í nýggja
bólkinum.
– Tað hevur verið lætt hjá
mær at komið við í eina so
væl smurda maskinu, sum
All That Rain er. Hinir tón-
leikararnir í bólkinum hava
spælt saman í fleiri ár, so
bólkurin hevur eina sterka
grund, sigur Rókur Jakob-
sen.
Hann hevur sjálvur fótað
sær sum sangari og yrkjari
í All That Rain, meðan teir í
bólkinum framvegis arbeiða
tætt saman um tónleikin.
ALL THAT RAIN VIÐ NÝGGJUM SANGARA
Rókur Jakobsen er nýggjur sangari í All That Rain. Leygarkvøldið trína
teir inn á Prix-pallin aftur
Mynd: Ningur