Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Makrel fara ikki á pall fyri at royna at kóka eina suppu, ið dómar- ar og áhoyrarar vilja hava. Makrel er Ma- krel, tað hvørki kunnu ella vilja teir í bólki- num broyta. Bólkurin hevur broytt stíl og hevur ætlanir um fløgu og at royna seg í útlondum MAKREL Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin Um tær ikki dámar makrel- suppu, so er kanska best at læsa oyragangirnar ta løtuna Makrel fara á pall til Prix Føroyar 2005. Makrel hava broytt stíl, men Ma- krel er Makrel, staðfestir guitarleikarin Rasmus Rasmussen. - Vit hava vant nógv og hava gjørt nógv nýggj løg. Stílurin er ikki hin sami. Løgini eru tyngri og vit hava betri tamarhald. Løg- ini eru longri og eisini djúp. Vit royna nýggjar leiðir, sigur Rasmus. Nakrar útskiftingar vóru eitt skifti í bólkinum, men menninir komu aftur, og tað fegnast Rasmus um, hóast avloysararnir vóru fittir og dugnaligir tónleik- arar. - Makrel er Makrel. Og um ein manglar, so er alt ikki sum tað eigur - kemiin er ikki tann sama, sigur Rasmus. Vónir Rasmus veit ikki rættiliga hvussu hann skal lýsa vón- irnar hjá bólkinum um at koma víðari í kappingini. - Vit vóna sjálvandi at koma víðari, men vit fara ikki bara at kóka okkurt upp, men fara at vera Ma- krel og gera tað, ið vit gera og ætla okkum at gera, tí Makrel er Makrel. Men vinningarnir eru góðir, so vit vóna sjálvandi, men nógv góð nøvn eru við og torført er at siga, hvør kemur víðari í ár. Tað er eisini so nógv, sum spælir inn, t.d. halda vit ikki at tað er líkamikið, hvørt vit spæla fyrst ella seinast, og so hevur t.d. dagsform- urin eisini týdning, metir Rasmus. Fløga og útlond Makrel hevur roynt nógv seinnu tíðina. Teir spældu á Vega í Keypmannahavn í fjør. Tað var feitt! Vit skulu væntandi til Sveis á pásk- um og hitta ein bólk har og spæla saman. Síðani koma teir hendavegin seinni. Tutl stendur fyri hesum sam- bandinum. Kanska verður eisini talan um at spæla í Týsklandi. Vit umhugsa eisini at gera eina fløgu í summar og hon verður umboðandi nýggja stílin, tí vit meta ikki, at vit kunnu gera eina Wonderland fløgu afturat, sigur Ras- mus Rasmussen. – UPPTAKT TIL 2. UMFAR – MAKREL ER MAKREL Ári Rouch er sangari í Makrel, og hann er við síni rødd við til at geva bólkinum sítt sereyðkenni. Mynd: Jens Kr. Vang